Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 8 VIKUSKIFTI Hvussu kom tú upp í Álvaratos? Jákup skrivaði til mín og segði, at hann hevði funnið meg á kveik.fo, og so kundi eg jú ikki siga nei, tí tað er júst hetta, sum hesin portalur er til – her kann man finna kvinnur, ið hava hug til at luttaka aktivt í samfelagskjakinum. Hvørjar eru reaktiónirnar hjá fólki til sendingina? Tær eg fái eru sera positivar. Flestu fólk siga, at tey halda Álvaratos vera eina fína sending, og øll finna onkran at vera samd við. Har eru sjálvandi aðrar meiningar eisini, men tær hoyri eg lítið og einki til, annað enn í miðlunum. Er ongantíð ein trupulleiki at hava eina meining til evnini? Jú so avgjørt – tað er ikki alt, sum eg havi eina meining um áðrenn, og so er bara at finna útav, hvat kann gera sendingina undirhaldandi og skapa kjak. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Av føroyskum sendingum er tað fyrst og fremst MÚS, sum eg dyrki, umframt hósdagsdokumentar (sum eg tó síggi sunnudag) – teir eru alt sjónvarpsgjaldið verdar. Annars eru tað góðir filmar og onkur hendinga seria. Motionerar tú nógv? Gott tú spyrt beint nú. Eg royni at renna einar 2-3 ferðir um vikuna. Eru ferðamálini uttanlands náttúra ella sól? Eg vildi ynskt at eg kundi sagt bæði, men tað verður aloftast til eina bók í sólini, helst við svimjihylin. Ferðast tú nógv í egnum landi? Nei ikki nóg mikið. Tó vóru vit í Gásadali við familjuni um páskirnar, og vit ætla at ferðast í Føroyum í summar. Hvønn persón, livandi ella søguligan, vildi tú helst hitt og hví? At tosa við fólk, sum brenna fyri nøkrum, haldi eg vera fantastiskt, so listin er langur. Vil ikki fornerma nakran við at taka onkran framum… Hvat saknar tú í Føroyum? Eg haldi, at fokus alt ov ofta verður sett á, hvat manglar í Føroyum. Heldur skuldu vit oftari havt fokus á tað vit hava. Vit hava frið, vit hava loyvi til at siga hvat vit vilja, og vit hava tíðindamiðlar uttan søgur um dráp og yvirgang. Tað er so avgjørt vert at hava fram um baðilond og sólstrendur. Hvør bók liggur á náttborðinum? Beint nú eru tær tríggjar: Blind Willow, Sleeping Woman hjá Haruki Murakami, The Case for God hjá Karen Armstrong, og Sig at du lyver hjá Silviu Henriksdóttir. Hvat ger tú, tá tú slappar av? Eg baki, putli í havanum ella seti meg við einari góðari bók, um eg sleppi. Sleppi eg ikki, so rokist eg við børnunum. Elin MichElsEn Fantastiskt at tosa við fólk sum brenna fyri nøkrum lagt tIl rættIs: Leo Poulsen Hon er brandaktuEll í sendingini Álvaratos og dyrkar sendingina MÚs í sjónvarpinum. Elin MicHElsEn Hevur bert fingið positivar rEaktiónir um Álvaratos, og vildi FEgin ferðast meiri í EgnuM landi. og so HEldur Hon, at vit Eiga at seta MEiri fokus Á tað, sum vit Hava í FøroyuM, Heldur enn tað, sum vit Mangla Mynd: ÁlVur HArAldSEN