Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 8 Sosialurin kappingin Summar Hallgrímskirkjan millum heimsins vakrastu Hallgrímskirkjan í Reykjavík, sum varð liðug í 1986, telist millum heimsins 10 vakrastu kirkjur. Líkamikið hvar tú ferðast í ís­ lendska høvuðsstaðnum, er møgu leiki fyri at síggja tornið á hesi sjáld sama bygdu og vøkru kirkjuni. Tað var Guðjón Samúelsson (16. April 1887 – 25. April 1950) sum teknaði kirkjuna, ið menn brúktu sløk 40 ár um at byggja. Sjálvur fekk Guðjón ikki høvið at síggja kirkjuna framda í verki, tí hann andaðist langt áðrenn. Afturfyri alt stríðið fingu ís ­ lendingar so eitt ótrúligt bygn­ ings verk, sum er sermerkt við 73 metrar høga torninum, hagani ein kann síggja allan høvuðsstaðin – og øvugt. Í kirkjuni er ein lyfta, sum flytir tann ferðandi allar hesar metrarnar upp í loft. Kostnaðurin fyri hetta er góðar 20 krónur, men er verd hvørt eitt einasta oyra. Fyri tey, ið hava áhuga fyri út gerð ini í sjálvari kirkjuni, kann sigast, at alt er gjørt so minimalistiskt sum gjørligt, um ein líka sær burtur frá stóru urguni. Her geva so mangar sum 5000 pípur eitt ótrúligt ljóð til sálmasang og konsertir. Frammanfyri kirkjuna finst ein standmynd av Leivi Eiriksson, sum á sinni fann Ísland. Hallgrímskirkjan er ótrúliga vøkur, og so sæst hon avbera væl og ein sær eisini ótrúliga væl, um ein fer upp í høga tornið