Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin Leo Poulsen Ognin var sum ein dreymur. So tá føroyska parið skuldi flyta heim til Føroya úr Aber­ deen, hildu tey seg hava gjørt kvettið. Men tað skuldi vísa seg at vera langt frá veru­ leikanum. Søgan er í stuttum henda: Í 2007 keypti eitt ungt par tað, sum við fyrsta eygnabrá tóktist sum eitt dreymahús. Tað vil siga, at húsini sjálvi vóru einki at rópa hurrá fyri, men grundin var oman fyri 2.000 fermetrar. Og sum sølulýsingin so lokkandi greiddi frá: Stórt grund øki við trøum og runn­ um og sólkrókum við einum renn andi løki gjøgnum stykk ið. Tað, sum sakførarin gloymdi at skriva í lýsingina var, at økið er friðað, og at Skóg friðingarnevndin til eina og hvørja tíð kann leggja grundina sum almenna plan­ tagu. Somuleiðis gloymdi hann at upplýsa keyparunum um, at ein um­ og útbygging, fyri ikki at tosa um nýbygging, als ikki kundi koma upp á tal. Nú fekk hetta ongar av­ leiðingar beinanvegin, tí unga parið, sum kom heim úr Skotlandi, skuldi fyrst finna seg til rættis. Men idyllurin vardi tó ikki leingi. Skjótt varð staðfest bæði fýrur og rot í húsunum, og hetta varð gjørt vart við. Unga parið valdi tó at gera ábøtur á húsini fyri út móti einari millón. Lagt oman á tær 3,7 milli­ ón irnar, sum tey høvdu giv­ ið fyri ognina, er talan um nógv ar pengar. Men tað skuldi vísa seg, at hetta bara var toppurin av ísfjallinum. Dýrast í landinum Soleiðis greiddi Sosialurin frá málinum, sum eftir drúgva tíð er endað í rættinum. Og dómur fellur í næstu viku. Foreldrini eru púra forfard av, at tað skal verða komið so langt. – Sonurin hevði álit á føroyska sakføraranum, sum hevði søluna um hendi, men tey vórðu so dyggiliga drigin eftir nøsini. Hóast grundøkið er omanfyri 2000 fermetrar, so sleppa tey bert at ráða yvir 67 fermetrum. Fyri fimm milliónir krónur mugu hetta vera dýrastu fermetrar í land inum, siga foreldrini. Tey halda, at tað hongur illa saman, tá politikarar rópa upp um at fáa útbúnu før oyingarnar heim aftur, sam stundis sum slíkt kann koma fyri. – Eru advokatarnir ein statur í statinum? Tað tykist, sum halda teir í stóran mun hondina yvir hvørøðrum, stað festa foreldrini. Í hesum førinum er tað so grovt, at tað er ivasamt, um loyvi verður givið at byggja húsini upp aftur, skuldu tey brunni í grund. Og ongastaðni hevur verið nøkur hjálp at heinta. – Tey vóru fyrst hjá einum sakførara, sum bert tóktist at vilja draga málið út. Soleiðis gekk eitt heilt ár, har einki hendi. Sakførarin vildi hava tey at góðtaka ein avsláttur í prísinum, men tá tey stóðu fast við, at tey vildu hava keyp ið at ganga aftur, tveitti sakførarin málið frá sær, siga foreldrini. Frá Heródus til Pilatus Parið, ið soleiðis varð drigið upp á tráð, hava roynt alt fyri at sleppa burtur úr hesari støðuni aftur, og heldur ikki foreldrini hava ligið á latu síðuni. – Vit hava verið hjá lands politikarum, hjá lands­ stýrisfólki og vit hava eisini verið á býráðnum fyri at vita, um ikki okkurt kann ger ast við málið, men tað hevur alt verið til fánýtis. Vit hava runnið frá Heródus til Pilatus, men alt til onga nyttu, siga foreldrini. Bestu ráðini, tey hava fing ið, er at fáa sær danskan sakførara. – Nú hava tey so fingið ein føroyskan sakførara, sum var til reiðar at føra málið, og nú verður so bara bíða eftir dóminum, sum fellur í næstu viku. Men at tað skal bera til hjá útisetum at koma heim til slík viðurskifti, er bara ikki til at skilja, siga foreldrini. Útisetarnir koma frá góð­ um korum í Aberdeen við stórum húsum og tilsvarandi øki uttan um, so ognin sá ógvuliga tiltalandi út. Tey høvdu eisini arkitektteknað hús klár at byggja, tá kaldi veruleikin gekk upp fyri teimum. – Nú hava tey eini hús, har tey ikki hava pláss fyri møblunum, sum tey høvdu heim við. Teir standa nú upp­ magasineraðir aðra staðni. Og fyri allar peng ar nar, tey góvu fyri ongina, hava tey ikki pláss fyri børnunum, sulu tey hava nakað serligt. So tað er ikki undarligt í, at tey kenna seg snýtt og bedrigin so grundliga, siga foreldrini at óhepnu útisetunum, sum altso ikki komu heim til nak­ að lovað land. Tey vórðu snýtt og bedrigin - Tað var so sanniliga ikki lovaða landið, sum sonur okkara kom heim til úr Aberdeen fyri fýra árum síðani. Hann var eitt lætt offur hjá einum skrupulleysum sakførara, ið turkaði eina óseljandi ogn upp á hann, siga hørm foreldur Tað er ognin her við Sundsvegin, sum táverandi eigarin í 1977 bað um at fáa skógarfriðaða, og har husini samstundis vórðu friðað, ið óhepnu útisetarnir fyri fýra árum síðani keyptu í góðari trúgv Mynd: Álvur Haraldsen