Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í gjárkvøldið broyttist ann­ ars stabila støðan, sum mett hevur verið, at Athena hev­ ur verið í, og hetta førdi til nógv virksemi á olju bryggj­ uni hjá Runavíkar havn um midnáttarleitið í gjár­ kvøldið. Fleiri bilar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði og øðrum sløkki­ liðum í Eysturoy, fleiri sløkki­ liðsfólk og løgregla troppaðu upp á bryggjuni, og tað skilt­ ist á øllum brøgdum, at her var okkurt við at henda. Sosialurin var niðri á bryggj uni um midnáttarleitið og fylgdi tí, sum gekk fyri seg her, tað mest av einum tíma. Tryggjaðu skipið Meðan stigabilurin setti menn upp á skipið, og krana­ bilur lyfti trossar upp á skipið, skiftu vit orð við átaks­ leiðaran hjá Skálafjarðar Sløkki liði, Sunleiv Højgaard og spurdu hann, hvat nú var á vási. – Vit fingu eina fráboðan í kvøld um, at fólk høvdu sæð royk koma úr skipinum aftur. Vit gjørdu eina rutinu­ kanning og fingu staðfest, at eitt sindur av royki sást aftur koma úr skipinum. Undir kanningini staðfestu vit eis­ ini, at Athena nú stend ur meiri upp úr sjónum framm­ an, enn skipið hevur gjørt. Tá vit so kannaðu skipið aftan eisini, fingu vit staðfest, at Athena helst hevur tikið nak að av sjógvi inni. Sunleiv Højgaard sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið gjørdi skjótt av og bað Brimil koma inn aftur á Skálafjørðin, eins og viðkomandi myndugleikar fingu fráboðan um broyttu viðurskiftini. Vit høvdu framm anundan riggað ein leyt ara upp á skipið. Tað er nakað av amoniakkroyki í erva á skipinum, og tí mugu vit hava roykkavarar til upp­ gávuna. Tað fyrsta, sum sløkkiliðs­ fólkini fóru í holt við, var at binda skipið betri, soleiðis at trossar vórðu festir ovarlaga á skrokkinum. Hetta varð gjørt fyri at tryggja sær, at skipið skuldi fella inn móti bryggjuni, um tað tók sjógv inn og í ringasta føri fór at søkka. – Vit hava eisini roynt at tett ymisku holini ella út tøkini, sum ganga út úr skip inum, tí vit vita jú ikki, hvussu tað sær út innan fyri. Brimil hevur havt frosk­ menn niðri at hyggja eftir botn ventilum. Nú ætla vit at royna at pumpa sjógvi úr skip inum. Sunleiv Højgaard segði, at sigur, at einir 15­20 mans vóru við í átakinum, sum byrjaði í gjárkvøldið. Athena kann søkka Átaksleiðarin væntaði um midnáttarleitið, at pump­ urnar skjótt fóru at koyra. Reellur vandi fyri at Athena kann søkka við bryggju í Runavík Sunleiv Højgaard, átaksleiðari: ATHENA Síðstu nátt váttaði Sunleif Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, at nú Athena tekur sjógv inn, er – sum hann tók til - ein reellur vandi fyri, at skipið kann søkka við oljubryggjuna í Runavík Stabila støðan, sum hevur verið rundan um Athenu, broyttist í gjárkvøldið og í nátt, tá staðfest varð, at skipið lekur. Nógvur aktivitetur var við oljubryggjuna seint í gjárkvøldið og alla síðstu nátt Mynd: Vilmund Jacobsen Brimil hevur havt froskmenn niðri at hyggja eftir botn ventil­ um. Nú royna vit at pumpa sjógv úr skipinum SUNLEIF HØJGAARD