fríggjadagur 13. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
12
VIKUSKIFTI
Lofta!
Eingin parkering á takinum
Mánamorgun er ein deiligur
morgun, altíð. Endiliga ein
nýborin arbeiðsvika eftir ein
laaaaaaaaaaaaaaaangan og
reyvkeðiligan steindeyðan
sunnudag.
Endiliga aftur til verka til
frama fyri óupplýsta fólkaræðið.
Mánamorgunin 2.mai 2011
var sjálvandi eisini ein deiligur
mánamorgun. Og hjá mær bleiv
hann nógv, nógv betri klokkan
fimm. Tá tendraði eg sum
morgun vant fyri Norðmanninum
fyri at hoyra tíðindi. Og tíðindi
vóru, ja, ikki eiti á tíðindum.
Ein hálv ur nekari hoyrdist errin
reypa sær av at hava dripið ein
heilan arabara.
In the best american way
hevði Obama boðað til tíðinda
fundar at kunngera, at hann
hevði dripið Osama.
Hygg, hatta er ektað ameri
kanskt. Hatta dámar okkum.
Hatta er rætti mátin. Rambo,
Hiroshima, May Lai, Charles
Manson, George W. Bush the
younger, Dalton beiggjarnir,
Obama. Rættir menn, sum skjóta
fyrst og spyrja øll uttan Gud
aftaná. Reypa sær av at hava
dripið.
So hugaligt eisini, at ameri
kanska sannleiksmaskinan longu
var farin á rull klokkan fimm
ein nývaknaðan mánamorgunin
í Havn. Væl smurd sum altíð,
maskinan, sum spýtti úr sær
gleði boðskapin um dráp.
Og at allir fjølmiðlar endur
geva sannleikan uttan at spyrja
býtt. Tann, sum spyr, er konspira
sjónsbýttlingur.
Sjálvandi passar tað, tá Obama
sjálvur sigur tað. Hann sá saman
við Hillary og øðrum góðum
krígs veteranum avrættingarnar
live.
Men, eg noyðist kortini í allari
gleðini at viðganga, at eg eri
vón svikin. Ikki sørt vónsvikin og
ørkyml aður.
Teir eru viknaðir, amerikan
arar nir. Kynisman er ikki so
kyn isk longur.
Var hetta í teimum gomlu,
góðu døgunum, so fingu vit
myndir av tannkremsskyggandi
Obama, har hann stendur við
kov boystivlanum á soraðu bring
uni á Osama, áðrenn líkið varð
sparkað á sjógv.
Fyrr fírdu rættir brosandi
juessmenn ikki fyri at lata seg
avmynda sama við nekarum, sum
teir settu eld á fyrst og síðani
slongdu upp í eitt træ at hanga.
Ella við einum avkvettum
vjetnamiskum heysi í hvørjari
hondini og einari joint í kjaft
inum.
Allar alvápnaðu FBI hetjurnar
á svørtu og hvítu myndini saman
við sundurskotnu Bonnie og
Clyde.
Men Obama, nei, hann er ov
linur. Hatta torir hann ikki. USA
hevur brúk fyri einum forseta,
sum hevur nossu. Sum torir at
halda rimmarfast í uppbyggjandi
wild west mentanina. Hon byggir
land. Virða landamørk, my ass.
USA er frælsi uttan landamørk.
Tað er frálíkt, at Osama,
óvápn aðar, varð skotin, ja, um tað
so var í bakið, uttan rættargongd
og dóm. Tað hevði tikið alt ov
langa tíð. Og Osama hevði fingið
deyðadóm kortini.
Men hví ikki geva okkum
øll um lut í stóru gleðini og síggja
dripna fanan.
Tíverri vóru eingi børn í
borgini hjá Osama. At skjóta
børn er ein sergrein hjá ser
vandum amerikonskum her
monn um, sum verja okkara frælsi
og fólkaræði í øðrum londum.
Kom nú við hasum mynd
unum, Obama. Vit vita, tú hevur
tær í telduni.
Ignorantarnir siga amerikonsk
imperialisma. Tey vita ikki betur.
Eg sigi amerikonsk krossferð.
Amerikanarar eru í arabaralandi
og langtburturistan fyri at bjarga
okkum undan heidningum og
kamelfjepparum.
1.mai verður ikki longur ar
beiðaradagurin, men dagurin, tá
Osama Bin Laden varð sendur
express til helvitis. Hann fekk
eina váta grøv.
Áðrenn nakar yvirgangs
kroppur hevur fingið fingurin út
og hevnt deyða Osamas, hevur
Jollywood gjørt fyrsta filmin um
manndómsbragdið. John Wayne
spælir átaksleiðaran og Eddie
Murphy Obama.
Obama ber ikki longur upp
á rím við Osama. Fiveone er
dagurin. But don't forget Pearl
Harbour and nineeleven.
Fiveone
UmaftUraFturum
høgni djurhuus
Stórt vald til barn
Løgtingsins Umboðsmaður 10 ár
Norðlýsið
B68 tekur brots-
spark fyri Víking
Víkingur javnar við brotssparki, sum
Dion Splidt Jacobsen setur í málið
3-2
Vónandi vatnkanón!
Brimil sett kanónina ímóti Anthenu
Vagaportalurin
Snakka um timburmenn!
Ungir handverkarar stuðla løgmanni
Dimma
So kunnu tey spara meira
Fyri fyrstu ferð síðan Útvarpið
og Sjónvarpið í 2005 vórðu løgd
saman til Kringvarp Føroya,
hevur stovnurin havt avlop.
Sosialurin
Hvat ger IRF so?
Hermenn savna rusk
Portal.fo
Ikki so grammur, Obama!
USA vil hava einkjurnar hjá bin Laden
Portal.fo
Miðlahúsið nýggja útbúgving
Kunna um flogskiparaútbúgving
í Miðlahúsinum
Portal.fo
Tað er lívsins gongd!
Tey ríku verða ríkari
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Sumo glímarin Kisenosato verður her tveittur av vøllinum av
Tochinoshin, tá teir berjast í einari serligari heystarkapping í Tokyo.
Spurningurin er bara, hvør skal lofta, og hvør í allari víðu verð skal
fáa Kisenosat á føtur aftur.
Tað kann verða trupult at finna parkeringspláss í miðbýnum í Havn, og støðan gjørdist ikki betur, tá ið hesi skelti komu upp á takið
á hesum húsunum við Tinghúsvegin. Nú var heldur ikki loyvt at parkera har. Men vit hava skilt á lagnum, at skeltini eru tikin niður
aftur, og nú er so eftir øllum at døma aftur loyvt at parkera har.
Fyri 50 árum síðani – 2. februar í 1960 – var hesin
tíðindastubbin at lesa í Sosialinum:
Læknin Bocker í Onglandi
sigur frá, at hann hevur
lekt 65 ára gamlan mann, ið
goyði sum hundur. Maðurin
var lámur, tvingaður at
skriva við høgru hond í
skúlanum, goyði av og til
sum yngru, men 63 ára
gamal goyði hann støðugt
og mátti fara úr arbeiðnum.
Goyggjandi maður