Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 12 Sosialurin kappingin Summar Nær var tú fyrstu ferð í Íslandi: – Fyrstu ferð var á sumri 1983. Tá var eg á venjingarlegu við 1. liði hjá NSÍ. Vit vóru á norðureysturlandinum frá Seyðisfirði til Akureyri. Seinast var eg farna vikuskifti - 6. til 9. mai – tá eg var saman við 24 øðrum á manslegu á Hotel Ørkin í Reykjavík. Hvat heldur tú um Ísland sum ferðamannaland? – Tað, sum eg serliga leggi merki til, er tann stórbæra og fjølbroytta náttúran. Har eru høg fjøll, men eisini stórir slættar. Eina løtu kann eg koyra í landslagi, sum mest av øllum líkist mánalandslagi, fyri síðani at koyra fram við grønum ongum. Eitt annað er tann fríska luftin. Hvussu eru umstøðurnar hjá ferðafólkunum? – Eg kann ikki siga, at eg havi víðan sjónarring viðvíkjandi ferðavinnuni í Íslandi. Tær ferðirnar eg havi verið í Reykjavík, havi eg búð á Hotell Ørkin. Har trívist eg sera væl. Eitt stórt minus má eg nevna. Tað er flogterminalurin í Reykjavík. Har eru milt sagt vánaligar umstøður! Jógvan Højgaard, trúboðari á Tvøroyri hevur verið fýra ferðir í Íslandi.- Landið hevur eina stórbæra og fjølbroytta náttúru, sigur hann. Fjølbroytt náttúra í Íslandi FERÐAMANNALAND Jógvan Højgaard (í miðjuni) dámar væl Ísland sum ferðamannaland. Henda myndin er tikin á mansleguni farna vikuskiftið