Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin – Um eina løtu fara punp­ ur nar í gongd, og so fáa vit at síggja, hvussu er. Skipið er stórt, og tí er tað ikki løtu­ verk at pumpa, um tað skuldi verið. Men sleppa tit heilt niður í skipið eftir sjógvi? – Nei, vit sleppa ikki so væl niður, og tað er kanska einar sjey metrar hjá pump­ unum at pumpa sjógvin upp. Vit hava nakrar trýstpumpur, og tær orka at pumpa. Mein­ ingin er at byrja upp á hetta arbeiði nú, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Vita tit í løtuni, hvussu djúpt afturendin á skipinum stingur nú í mun til framman­ undan? – Ja, tað vísir seg, at aftur­ endin nú stingur ein ella hálvan annan metur djúpri enn áður, legði Sunleiv Høj­ gaard aftrat. Er nakar vandi fyri, at skipið tekur í botn sum nú er? – Jú, har er ikki so ógvuliga langt eftir niður á botn. Men vit hava nú bundið skipið ovarlaga, so tað ikki skal detta út frá bryggjuni, um tað skuldi hent, at tað tók í botn. Er nakar vandi fyri, at Athena søkkur við olju­ bryggj una? – Eg noyðist helst at vanda mær um orðini, men um skipið tekur sjógv inn, er ein reellur vandi fyri, at tað søkkur – ja! Átaksleiðari legði í hesum sambandi aftrat, at tað er ikki so nógv við oljubryggjuna, og tí hevði Athena kanska ikki farið so langt, um hon sakk. Sosialurin spurdi eisini átaksleiðaran síðstu nátt, um sløkkiliðsfólk vóru vitandi um, hvørt skipið lekur? – Nei, tað veit eg ikki við vissu í løtuni, segði Sunleiv Højgaard, tá Sosialurin hitti hann á oljubryggjuni hjá Runavíkar havn makað eftir midnátt í gjárkvøldið. vilmund@sosialurin.fo Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, svigarmamma, omma og langomma Henny Andreasen so brádliga varð frá okkum tikin, og var jarðað. Tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt mintust okkum í stóru sorg okkara. Tøkk fyri hjálpsemi og umsorgan. Burtur úr likaminum, heima hjá Harranum. Familjunnar vegna Hanna, Lis, Marne, Óla Hans og Linda TØKK Vilmund Jacobsen Løgreglan hevur stundisliga í morgun sent út eitt tíð­ indaskriv, har víst verður á, at tað í gjárkvøldið vísti seg, at Athena, sum liggur við oljubryggjuna hjá Runa víkar havn, hevði tikið sjógv inn. Eisini sást nakað av royki. – Eftir eldsbrunan fyrr í vikuni hevur brand­og eftir­ litsvakt verið á staðnum og hevur alla tíðina fylgt støð­ uni. Løgreglan vísir í skriv­ inum á, at avvarðandi til­ búgv ingarmyndugleikar hava síðani í gjárkvøldið og í nátt arbeitt við málinum. – Alt bendir á, at orsøkin til, at skipið tók sjógv inn, er ein fylgja av eldsbrunanum. Stig vórðu beinanvegin tik­ in til at fáa til vega og seta upp pumpuútgerð og aðra neyðuga útgerð. Løgreglan sigur í endnum av tíðindaskrivinum, at tamar hald nú er fingið á støð uni. 500 tons av sjógvi Við útvarpið í morgun segði Vilhelm Olsen hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, at helst eru eini 500 tons av sjógvi likin inn í Athenu, og hetta førdi í nátt til, at afturendin á skipinum helst stakk hálvan annan til tveir metrar djúpti enn annars. Vilhelm Olsen segði, at tað hevði eydnast sløkki lið­ num at pumpa eini 300 tons av sjógvi úr skipinum. Hann legði aftrat, at teir nú høvdu sæð niður á mask inuna, og at tað vísti seg, at sjógvurin er niðri í maskin rúminum. – Vit hava eisini sæð, at tað er eitt rør, sum sprænir sjógv inn í skipið, og í morgun fóru teir at royna at gera proppar sum vón­ andi kundu tetta henda lekan. Vilhelm Olsen segði tíðliga í morgun, at enn høvdu teir ikki fingið tett henda lekan. vilmund@sosialurin.fo Hava fingið tamarhald á Athenu ATHENA Um hálvgum fimm tíðina í morgun sendi løgreglan út eitt tíðindaskriv, har sagt verður, at tamarhald er fingið á støðuni við Athenu Sosialurin hitti átaksleiðaran fyri Skálafjarðar Sløkkilið, Sunleiv Højgaard, á oljubryggjuni hjá Runavíkar havn nakað eftir midnátt í gjárkvøldið, tá nógvur aktivitetur var um Athenu Mynd: Vilmund Jacobsen Tekur Athena sjógv inn, er ein reellur vandi fyri, at skipið søkkur – ja! SUNLEIV HØJGAARD Mynd: Vilmund Jacobsen