fríggjadagur 13. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
Sosialurin
Góði Kristin
Tíbetur vita vit onki um,
nær okkara síðsti dagur her
á fold er komin. Eiheldur er
tað tað, vit ganga og hugsa
um. Sjálvandi var tað heldur
ikki hetta, eg hugsaði um, hin
8. apríl, tá tú rópti til mín á
veg úr skúlastovuni: »Lisa, vit
síggjast aftur mánadagin!«
Tú hjálpti einum vinmanni
og fór knossandi avstað við
tveimum skúlataskum.
Hendan dagin hevði tú
glett teg nógv til. Tú skuldi
nevniliga hava allar tínar
floks felagar heim við beint
eft ir skúlatíð, tí tú skuldi
halda tín føðingardag.
Dagurin byrjaði góður. Vit
fóru í handaverk og list-stov-
una at gera leirfuglar, og eins
og hini, sat tú hugagóður og
elti leirin og formaði av eins-
listum. Tá tú, sum ein av
teim um fyrsti varð liðugur,
byrj aði at rudda upp eftir
tær, endaði tú á gólvinum
við ein sjaskvátum klúti, tí
nógv ir leirmolar lógu har og
teir skuldu vaskast burtur.
Jana hjálpti tær, og tað gjørdi
hon nærum altíð. Tit bæði
høvdu eitt heilt serligt vinar-
lag og fylgust tit altíð. Í frí-
korterinum hálvgun tíggju,
komu næm ing arnir í 1. flokki
í Vest manna skúla á vitjan.
Saman við teimum fóru
vit túr í bygdini og om an í
útgrevsturin. Vit bæði fylgd-
ust oman, og á vegnum segði
tú mær frá, hvør búði hvar.
Millum onnur sást tú abba
tín, sum sat í vindeyganum.
Kanska sá hann okkum?
Tað helt tú í øllum førum.
At hoyra teg siga frá tínum
kæru, segði mær nógv um,
hvussu góður tú vart við tína
familju. Tú nevndi tey altíð í
ymsum samanhangum, og av
tí sama segði tað mær eisini
nógv um, hvussu høgt tey
elsk aðu teg.
Tíbetur hevði eg mynda-
tólið við mær og fekk tikið
nakrar myndir av tykkum
øllum - dýrabærar myndir at
eiga í dag.
Kristin góði, tað var ikki
altíð so lætt hjá tær at fylgja
við í øllum, og viðhvørt so
fór tú í verkfall. Tað gjørdi
tú friðarliga, men eg kendi
teg so væl, at eg skuldi bara
hyggja at tær, so visti eg, at
nú tímdi tú ikki meir hatta
fjasi við antin at halda rætt
í blýantinum ella at skriva
innanfyri linjurnar. Og tað
var í lagi, tí tú vart ment ur
heilt fantastiska nógv síð an
skúla byrjan. Ongin, held ur
ikki tíni foreldur, høvdu vænt-
að, at tú fór at taka okkum á
bóli. Tú dugdi næstan allar
bókstavirnar og øll tølini. Av
tí at sjúkan, sum tú skuldi
dragsast við í tínum stutta
lívi, varð staðfest so seint,
var kropsliga menningin hjá
tær ikki á sama støði, sum
hjá tínum javnaldrum. Men
tú gjørdi okkum øllum til
skammar. Eitt má eg eisini
nevna í hesum føri, Kristin,
og tað eru tíni foreldur. Tey
hava frá fyrsta degi gjørt alt,
sum gjørligt var at stuðla tær
í tíni skúlagongd. Tað er alla
æru vert.
Tað varð tungt at fara í
skúla aftur mánamorgunin
eftir. Tí tað var so óveruligt
og óskiljandi, at tú ikki
skuldi koma aftur og vera
sam an við okkum. Hendan
mána morgunin kom prestur
og hjálpti okkum við eini
minningarløtu - eisini vóru
mamma, pápi og systkin tíni
komin, so øll kundu sleppa
at heilsa uppá tey. Av tí at
øll vóru kedd, so kanst tú
ætla, at vit grótu nógv tár.
Vit fóru inn í skúlastovuna
og har tendraðu vit eitt ljós,
sum stóð á tínum borði. Vit
skriv aðu tær brøv og tekn-
aðu myndir til tín at hava
við í kistuna. Og hóast onkur
spurdi, hví vit skuldu skriva
tær bræv, tá tú ikki kundi
svara uppá brøvini, so vita
vit vaksnu, at hetta var ein
av nógvum reaktiónum uppá
sorgina yvir missin - at tað er
óskiljandi hjá øllum, tá eitt
barn doyr.
Vikan endaði við at fylgja
tær á tíni síðstu leið til grav-
ar bakkan. Løtan í kirkjuni
gjørdist hátíðarlig, og sang-
urin, sum tit lærdu so væl
og sum skuldi syngjast til
jóla haldi, men sum bleiv
av
ong um
vegna
veður,
varð sung in fyri tær. Eg eri
errin av, at tínir floksfelagir
kláraðu tað so væl. Tá vit
komu út úr kirkjuni, skein
sólin so vakurt, og eg visti tá,
at hóast tú ikki ert millum
okkum meir, so hevur tú tað
gott heima hjá Jesuspápa. Tú
fert altíð at vera ein sólstrála
í mínum minni- ein raskur,
djarvur, hugagóður og fittur
næmingur.
Við hesum orðum fari eg
at takka tær fyri mangar
minniligar løtur í álvara og
gaman. Eg vóni, at tú ofta
fert at senda okkum tínar
góðu tankar saman við øll-
um sól strálunum, sum fara
at koma, so at øll verða
styrkt í sorgini. Serliga vóni
eg, at tíni foreldur, systkin og
familja, koma væl ígjøgnum
hesa sváru tíð við øllum
teim um góðu minnunum,
tey hava um teg. Løtan á fold
er stokkut, men vit hittast øll
aftur heima í himli.
Tær kærastu heilsanir frá
tínum flokslærara,
Lisa Hendriksdóttir
Til minnis um
Kristin Davidsen
* 13.04.2003 † 08.04.2011
Nú fríggjadagin tann 13.
mai fer mamma mín um tey
sjeyti. Hon er klaksvíkskona,
dóttir Alexandru og Kaj
Johannesen og systkini
eru Mortan, Mariu, Hannu
og Julius. Hon giftist tí
lækna lesandi Oddmari í
Århus í 1963 og hava tey
ver ið saman síð ani. Hon
pass aði meg og pápa sum
heim agangandi tey fyrstu
árini í Århus, har mang-
ar góð ar løtur vóru og
spæli pláss í fleirtali vóru
vitja. Ein for kunnug tíð
har familjan bleiv væl
saman sjóvað. Seinni fór
mamma á læraraskúla og
fekk prógv frá Skovlunde
Lærerseminarium í 1978.
Ar beiddi so sum lærari í Al-
bertslund til vit fluttu heim
til Føroyar í 1980, tá hon for
at arbeiða í Hoyvíkar skúla
til hon gavst fyrraárið.
Sum lærari hevur hon
giv ið næmingum uppliv-
ing ar sum tey ivaleyst fara
at minn ast fyri lívið. Bæði í
undir vísingar hópi og uttan
fyri skúlatíð hevur hon sett
síni spor. Hugsi eitt nú um
túrin til Ummannaq. Saml-
aði lítla millión til henda
grønlandstúr,
sum
fáir
før oy ingar munnu hava
upp liv að mak an – allur
flokk urin á hunda sletum
út í oyðuna at liggja nátt í
óbygd um. Tá mamma setur
sær nakað fyri fer hon um
neyð ugt gjøgnum heilt fyri
at røkka sítt mál.
Mamma ber ikki burtur
úr ætt. Hon hevur fingið
nógv bæði frá Alexandru
og frá Kaj. Hon er heilt víst
eisini ein dama fyri sín hatt.
Hon er sum eitt stórt orgul
við
nógvum
registr um,
bæði við tølandi floytu-
stemmu og við gjallandi
basún stemmu. Hon er fram-
søkin, initiativrík og heilt
órædd, men hon er eisini
kensluborin og skapandi,
sum eitt listarfólk og í øllum
hesum stendur hennara álit
á Gud og Frelsara okkara
fremst. Hon hevur ikki bert
sam kenslu við øðrum í mót-
gongd, men eisini viljan og
evnini at umseta sína sam-
kenslu til praktiska hjálp og
stuðul.
Men fyri mær er hon
fyrst og fremst mamma
mín, sum við kærleika og
hjálpsemi hevur fylgt mær
og mínum á lívsleiðini.
Fyri okkara børn um er
hon omman, har tað er
høgt til loftið og vítt til
veggja. Hvør minnist ikki
pyjamas party hjá Joannu
við tilhoyrandi móta show
fyri allar gentunar heima
hjá sær ella tá hon kav aði
av hægstu vippu í svimju-
hylinum sam an við ommu-
børnunum. Nógvar aðrar
trivaligar løtur kunnu trív-
ast í og einki er at ivast í, at
hon er ein sera spennandi
omma at hava hjá sær.
Fyri pápa hevur hon ver-
ið álitið í lívinum; hon sum
gjørdi tilveruna góða, sjálvt
um arbeiðið hjá pápa breyt
náttarfriðin
í
áratíggju.
Sam an hava tey givið mær
eina góða og trygga upp-
aling við Gudi í hásæti og
natúrligur partur av okkara
dagliga til veru.
Eg fari at ynskja mamma
hjartaliga tillukku við teim -
um sjeyti og Guds ríki sign-
ing framyvir.
Mamma góða, tín partur
liggur ikki eftir, so tú kanst
njóta lívið við góðari sam-
vitsku – og ikki minst....
ferð ast um heimin, sum tú
elsk ar.
Einkarsonurin
Jonna Færø
70 ár