fríggjadagur 13. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
15
VIKUSKIFTI
Danmark
A Friend in London »New Tomorrow«
( Lise CabbLe & Jakob sChaCk GLæsner )
Indiepoppbólkurin »A friend in London« eru vælkendir í Danmark og í Kanada, har teir eisini
hava verið á konsertferðum. Teir fýra, sum eru við í bólkinum, hava spælt saman, síðani teir
hittust á einum skúla í Vostrup 2005. Sangurin »New Tomorrow« er um at bjarga heiminum.
Ísland
Sjónni'S FriendS
»ComiNg Home«
( sJónni brink, Thorunn CLausen )
Sigurjón Brink, kallaður Sjónni, (1974-
2011) luttók í íslendska grand prixinum
2006, 2007 og í fjør. Í ár skuldi hann
eisini havt verið við, men tvær vikur
áðrenn kappinina, varð hann funnin
deyður í heiminum. Avgerð var tikin
um, at sangurin hóast alt skuldi við í
kappingina, og vinmenn hjá Sjónni skuldu
framføra hann. Teir vunnu og umboða nú
Ísland í finaluni leygarkvøldið. Sangurin
eitur »Coming Home«.
Svøríki
eric SAAde
»PoPular«
( Fredrik kempe )
Eric Saade luttók í svenska grand
prixinum í fjør við sanginum »Manboy«,
ið gjørdist ein sonn landaplága. Í ár
royndi hann aftur eydnuna við sanginum
»Popular«, og hesuferð eydnaðist
betri. Hann vann og umboðar Svøríki
leygarkvøldið. Nógv vilja
verða við at Eric
Saade hevur góðar
møguleikar at
vinna kappingina.
Finland
PArAdiSe oSkAr
»Da Da Dam«
( axeL ehnsTröm )
Ungi Axel Ehnstrøm, ið kallar seg fyri
»Paradis Oskar« eftir eini bók hjá Astrid
Lindgren hevur sjálvur skrivað og gjørt lag
til sangin »Da Da Dam«. Sangurin er um
ein drong, ið vil bjarga heiminum.