Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 16 Sosialurin Kjak Jens Mortan Mortensen formaður Urguleikarar aðalfund Urguleikarafelagið hevur aðalfund Leygardagin kl. 11 í Hoyvíkar kirkju. Urguleilkarafelagið er áhugafelag fyri urguleikarar og í felagnum eru umleið 60 limir. Øll kunnu vera limir og øll sum vilja kunnu koma á aðalfund og taka lut í kjakinum og koma við hug skotum. Á skránni eru nøkur evni sum eru áhugaverd at tosa um. Tíðirnar skifta og nógv viðurskifti eru sum ávirka støðuna hjá urguleikarum og teimum sum skipa fyri, tá tørvur er á urguleikarum. Fyri einum ári síðan handaði Urguleikarafelagið saman við Prestafelagnum og Felagnum fyri Kirkju­ ráðslimir eitt álit til bisp viðv. urgutónleikinum í Fólka kirkjuni. Í stuttum kann sigast at álitið var eitt uppskot um at skipa landi í 14 ábyrgdarøkji, sum sjálvi skipað síni urgu­ leikaraviðurskifti. Fyri urguleikarafelagið er álitið nøktandi. Sum støð an er nú, er ongin av­ tala um ábyrgd ella nøkur fram tíðarætlan. Uppskotið um ábyrgdarøki tryggjar eisini at tikið verður hond um trupulleikar viðv. urgu­ spælinum í ymisku økunum í landinum. Í nøkrum kirkjum verð­ ur skipa so fyri at urgan kann spæla sjálv. Trýst verð ur á ein knøtt, tá urg­ an skal spæla. Flestu av hesum kirkjum liggja upp til ein tíma frá t.d. Havnini, og Urguleikarafelagið met­ ir at tað skuldi borið til, at fingið eina skipan har urguleikarar koma uttan­ ífrá og spæla. Kanska eitt ískoyti til lesnaðin hjá ung­ um næmingum í musikk­ skúlaverkinum. Í 2004 skipaði Urgu­ leik arafelagið saman við Rit høvundafelagnum og Prestafelagnum fyri ein­ um seminar um nýggjar sálmar. Aftaná seminari skipaði ein bólkur seg sum hevur valt sálmar út til eitt Ískoyti til sálmabókina. Ískoyti er á veg og við aðalfundin leygardagin verð ur eitt eintak av fyri ­ bils­uppsetingini av nót­ unum lagt fram. Fyri 2 árum síðan var søkt eftir næmingum til Præliminera Urgu leikara­ útbúgving. 4 næmingar ganga til urgu spæl á Miðnám í Musikk skúlanum og fyrstu próv tøkur nar vera í august. Próvtøkurnar og lesn­ aðurin verður skipaður sam an við Sjællands Kirke­ musikskole. Vit eiga at arbeiða fram ímóti at taka nýggj ar næm­ ingar inn á fyri reik ingarár til PO aftur um eitt ár. Vit kundu eisini hugsa okkum at fingið fleiri byrj­ unnarnæmingar í urgu­ spæli úti um landið. Á skránni leygardagin eru onnur nýggj átøk sum t.d. Vøggusangur (á donskum babysalmesang). Vit hava fingið ein fyri­ spurning um at skipa fyri norðurlendskari kirkju­ sang arastevnu í 2014. Í nevndini fyri Urgu­ leikarafelagið sita Oddvør Johansen, skrivari, Jonni Hansen, kassameistari, Heð­ in Kambsdal, tiltakslimur og Jens Mortan Mortensen, formaður. Um onkur hevur áhuga í nevndararbeiði er hon/hann vælkomin á fundin. 'Val av nevnd' er á skránni. Eva Heinesen, stigtakari til stovningina av Urgu­ leikarafelagnum, fór úr nevndini í fjør. Eva sat í nevdini frá byrjan av og hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Takk fyri Eva. Vónandi møta urgu­ leikarar fjølment til fund­ in. Jóan Pauli Dahl Jakobsen Reyvasíður ungdómur »Hála buksurnar hjá tær upp!« Tað plagdu foreldruni at siga við meg, tá brøkurnar sótu soleiðis, at gulu bokser­ shortsini frá Bjørn Borg komu undan. Soleiðis gjørdu vit tá. Kanska enn. Tað er gott, at eg lurtaði eftir mammu og babba. Annars hevði eg verið skírdur 'reyvasíður' í dag. Reyvasíður ungdómur ’Reyvasíður’ er eftir øllum at døma ein partur av ung­ dóminum, sum ikki orkar at arbeiða. Hetta hugtakið er lut falsliga nýtt í almenna kjak rúminum. Tað merkir púra einfalt, at tú er dovin. Ein letingur, sum væntar at øll – tað kann vera samfelagið – skal gjalda gildið fyri teg. Hanus Samró er formaður í ungmannafelagnum HUXA og valevni fyri Fólka flokkin. Hann hevur tikið hetta hug­ takið til sín. Í les ara bræv­ inum við heitin um »ALS er nýggja Arbeiðararørslan« bólk ar hann hendan 'reyva­ síða ungdómin' saman við rús drekkamisnýtarum. Hann sigur, at vit gjalda ov nógv fyri hesi fólkini. Tað er sjálv andi so ymiskt, hvat vit halda, samfelagið skal veita fólki, hvørs lagna lagaði seg illa. Men! At vera bólkað ur saman við rús drekka mis­ nýtarum, tí buksirnar hanga nær knøunum – tað er ikki hissini heiður. Tað var gott, eg hálaði buksirnar upp. Fávitska at bólka ungdómin Nú er tað so, at tað er rættiliga vanligt, at ein av og á gongur í reyvasíðum buksum. Tað er næstan eingin ungur, sum ikki hevur roynt tað nakrar ferðir. So eg veit, at tá Hanus Sam ró tosar um ‘reyvasíðan ung dóm’, so meinar í yvir­ førdum týdningi. At vera ’reyva­síður’ er altso at vera dovin, og tað hevur ikki neyðturviliga nakað at gera við, hvussu buksurnar hanga. Tað skerst tó ikki burtur, at Hanus skrivar um ein ávísan bólk av ungdómi, sum er dovin. At tað eru faktuellir skeivleikar í hansara lesara­ brævi hava onnur væl og virðiliga víst á. Tað nemi eg ikki við á hesum sinni. Eg minnist tó, at Hanus Samró segði einaferð, at tað er »fávitska at ákæra ung­ dómin fyri at vera líkasælan«. Tað var í samband við eitt lesarabræv frá táverandi for kvinnuni í Unga Sam­ bandinum. Her hevur Samró grein í sínum máli. Hann hevur flutt seg síðan tá. Ella eru valkanónirnar byrjaðar at skjóta. Hvussu er ella ikki, er tað í øllum førum fávitska at skíra ein bólk av ungdóminum fyri letingar, sum ikki tíma at arbeiða. Tað er ov einkult. Tað er skeivt, Hanus Samró! Men einki nýtt er undir sólini. Borgarligi vongurin hev ur altíð havt tørv á at býta fólk í bólkar. At simpli­ fisera hugtakið »samfelag« við at býta upp í vinnarar og taparar. Og Mammon definerar, hvør er hvør. Nei, viðurskiftini hjá ar beiðaranum eru ikki so góð Tað er áhugavert, at Han­ us Samró skrivar í lesara­ brævinum, at viður skiftini hjá arbeiðaran um eru góð. Unga Tjóðveldi hevur í tí sambandi long víst á, at kostn aðarstøði í Føroyum er óhumant. Tað skal sjálvandi takast við í eina slíka kalkula­ tión. Viðurskiftini eru ikki so forbannað góð, og arbeiðarin kann ikki unna sær helvtina av teimum tingunum, sum tey hægru løntu kunnu. Ofta siga vit, at ein og hvør kann vera arbeiðari. At tað einki krevur. Tað er kolsvørt lygn! Tú kann venda tí við: Ein og hvør kann vera bankafólk. Ein og hvør kann vera tryggingarfólk. Og ar­ beiða heimanifrá av og á, fara at ferðast, út at eta, fara eftir børnunum tíðliga, drekka kaffi í Baresso, fara í Yndi, lesa Euroman og Kvinna og so víðari. Tað orkar ein og hvør. Tað er hinvegin ikki ein og hvør, sum kann vera flaka­ fólk. Tað er ikki ein og hvør, sum kann arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna, aðru hvørja viku kvøldvakt frá 16 til 24, fyri 110 krónur um tíman. Hvønn gerandisdag, hvørja viku. Hvørt æviga einasta ár. Og hava hús ella íbúð, familju, keypa mat, bil, gjalda rokningar og fara at ferðast av og á. Tíðin er knappari og pengarnir minni. So um tú endiliga skal fara eftir onkrum, sum ikki er sínar pengar verdur, kann tú hyggja at bankastjórunum, hvørs banki fór á heysin. Teir fingu eina fúla løn fyri stríðið. Tú kundi hugt at nevndarlimunum í saftigum nevndarsessum. Summir fáa upp í kvarta millión krón ur um árið fyri nakrar fundir. Tú hoyrir eisini um, at teir flyta nevndarsessir og leiðslusessir millum sín fyri at fáa meira í pengaposan. Gloym ikki bonusskipanirnar og tað, sum hoyrir til hatta gildið. Men fram til ta tíð, noyðist eg helst at keypa mær ein klædning, tí eg veit ikki, hvat tað næsta verður. Eg vóni bara, at buksurnar hjá mær ikki detta niður aftur. Legg trúnna í hjartað og stikk føtunar í skógvarnar og kom við á pílagrímsferð viku skift­ ið 2. og 3. juli á Sand oynni. Følir tú eisini viðhvørt at títt lív er sum ein sentrifuga, har aldrin er tíð til at hugsa og merkja og reflektera? So les her: At ganga pílagrímsferð hava kristin fólk altíð gjørt. Áðrenn trúbótina var tað sera vanligt í øllum Europa. At ganga til grøvina hjá einum halgimenni ella eitt annað pílagrímsstað var ein góð og kristin gerð. Einum kundi eis ini verða álagt at gera eina píla grímsferð sum ein bótar­ ferð, um ein hevði gjørt eina stóra synd. Harafturat var píla grímsferðin ein mynd upp á, at okkara lív her á jørðini er ein langur gongutúrur frá vøggu til grøv, har vit ganga heim til Guð. Tey seinastu árini er píla­ grímsferðin komin fram aftur í teimum protestantisku lond ­ unum, við Svøríki sum und­ an gongulandi. Ikki sum ein heilag og guðsóttandi gerð fyri at gleða Guð, men sum ein møguleiki at koma eitt sindur burtur frá ger and is degnum, fyri at kenna seg sjálva og Guð betri. Nú tíðar pílagrímurin er eitt menniskja, sum leingist eftir frælsi, tí einkla, tí seina, friði, sorgloysi, felagsskapi og tí andaliga. Hesi sjey hugtøk kunnu vera ring at finna í ger­ andis degnum, og tí eru fleiri og fleiri sum leita við longsli eftir tí andaliga. Og eftirsum trúgvin ikki bert situr høvd­ in um, men so sanniliga eisini í kroppinum, verður tað at ganga úti í náttúruni við fót­ un um á jørðini og andlitin­ um vendum móti himli, so sanniliga eisini ein innari gongutúrur. Vit møtast í Skopun og ganga til Skálavíkar, har vit eta og gista. Sunnudagin ganga vit ein annan veg aft­ ur til Skopunar. Vit ganga uml. 15 km um dagin í fjøl­ broyttum lendi. Ì brekkum, eftir varðagøtum og asfalti. Fyri at luttaka skalt tú vera í góðum formi, ikki hava trupulleikar við knøum og mjadnum, sum kunnu versna av at ganga í haganum. Har­ afturat skalt tú skalt tú kunna ganga í rímiligum tempo. Á túrinum ganga vit, fáa andalig input og hoyra frá­ sagnir. Kristine Stricker Hestbech og Randi Meitil, fyrireikarar Pílagrímsferð í Sandoynni