fríggjadagur 13. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
16
VIKUSKIFTI
3. partur
Albert Isfeld
post@sosialurin.fo
Hósdagin 10. juni
Central Park og
guggenheim museum
Uttanfyri garðin kring Central Park
standa nógvir hestavognar við kuskum,
og bjóða seg fram til okkum turistar
og helst sæðst tað á okkum, at vit eru
touristar tí skjótt vóru teir á okkum at
bjóða seg fram, og tóku vit av og fóru
túrin inn í parkina í hestavagni – ein
sera góður túrur í hesi stóru park, sum
liggur sum eitt lunga mitt í New York
– parkir í New York eru ikki nógvar
og tað er at harmast um at býar plan
leggjararnir her ikki hava givið parkum
og grønum økjum meira gætur.
Komin heimaftur nærhendis hotellið,
beint við Madison Square Garden, fóru
vit í ein sightseeing bus og tóku vit
túrin runt í Downtown. Hetta er serliga
áhugaverdur túrur, tí tá kemur man
framvið at kalla øllum teim áhugaverdu
og kendu skýskravarunum, og man
situr á 2. hædd í dupultdekkaranum
(sum í London) og hyggur upp á teir
fjalla høgu skýskravararnar – Empire
State er 381 metrar høgur og sostatt
hægri enn Kirkjubøreyn.
Fríggjadagin 11. juni
Býtúrur og ynski um at koma út
á liBerty island og Broadway
Vit fóru uppá dupultdekkaran uttan
fyri Macy's og fóru, sum tað eitur
ein »Downtown loop« við buss inum,
og ætlanin var at fara við ferguni til
Liberty Island, har Liberty stand mynd
in stendur, hon er ein gáva frá Franka
ríki til USA, og Ellis Island har immi
grant arnir, sum komu til USA blivu
kann aðir og fingu innferðarloyvi um
alt annars var í ordan.
Vit høvdu fingið at vita umborð
á buss inum, at tað kostaði onki at
vitja har. Vit fóru so góðtrúgvin upp
í køina, sum var fleiri hundrað metrar
long, mannað við fólki við øllum
tungu málum. Tá vit høvdu staðið í kø
í umleið ein tíma, fingu vit at vita, at vit
skuldu hava billet, og at tað als ikki var
ókeypis at fara út á Liberty Island. Vit
máttu nú fara úr køini at keypa billettir
og síðani aftur í køina í ein tímas tíð
afturat. Hetta tímdu vit ikki, so vit
av gjørdu at gera túrin næsta dag, og
heldur brúka restin av degnum at royna
tað amerikanska whiskeyi, sum er t.d.
Jack Daniels og Bourbon og nakað av
góð um amerikanskum víni afturvið
eini betri máltíð.
Meðan vit ganga her í Battery Park
hava vit gott útsýni yvir Hudson ánna
og havnainnlopi og greitt er at tann
fyrr so lívligi havnabýurin er »ein saga
blot« tí nu leggja skipini at longri úti á
flóg vanum og yviri á New Jersey síðuni
og aðrastaðni.
Leygardagin 12. juni
liBerty statue og ellis
island, millum tey halgu
og teatur á Broadway
Farið verður tíðliga upp fyri at verða í
góð ari tíð til køina, so hon ikki verður
ov long, seinast vit vóru har, vardi hon
um leið 1 tíma.
Men tað er als ikki keðiligt at standa
í kø her, tí tað hendir so nógv rundan
um teg alla tíðina, fólk, sum vilja selja
alt millum himmal og jørð, ur, vatn,
sodavatn, søtmeti , souveniers og ann
að. Og musikantarnir, teir eru nak að
fyri seg, helst mest ósmædna fólka
slag í verðini. Teir spæla uppá øll
hugs andi instrumentir og standa so
passaliga langt frá hvørjum øðrum,at
teir ikki órógva hvønn annan, bróður
solidaritetur væl saktans, og so spyrja
teir »køistarnar« hvar teir koma frá, vit
søgdu Skandinavia og beinanvegin fór
hesin myrki maðurin at spæla »Kong
Christian stod ved højen mast« ...mítt
fullveldishjarta hvepti seg, men vit
undr aðust á at hann kendi hetta lag. Og
so eru tað teir ungu dreingirnir fram við
køini (eisini myrkir) sum dansa break
og gera fimleik og anna til undirhalds,
so tað hendir okkurt alla tíðina, so um
tú keðir teg í NY – statt í kø.
Vit skuldu nú gera rætt og keyptu
okkum billettir til ferguna út á Liberty
Island, men hana fingu vit til keyps frá
einum latínskum manni, sum kundi bert
nøkur fá ensk orð, og billettina seldi
hann okkum fyri ein dollar meira enn
hon skuldi kosta, hetta varnaðust vit
seinni tá vit komu umborð á ferguna.
Men nú aftur í køina, sum var lika
lang ella longri enn í gjár – góðan tíma
um at koma umborð.
Siglitúrurin var fínur við hesu, at at
líta á, so heimagjørdu fergu – ein skuldi
trúð, at ein supermagt hevði orku og
vilja til meira enn hesa ússaligu fergu,
at fragta ferðafolk úr øllum heimi til
teirra nationalu klenodiu.
Men sum sagt, túrurin var fínur og
fergan var á tremur við fólki, og út
sýnið til New York var av besta slag,
og foto tólini kliktu sum maskinbyrsur
úr túsund múlum.
Standmyndin stendur á einum
funda menti í skapi sum ein skansi og
er hon imponerandi at hyggja at í øllum
sínum veldi, hon er 93 metur høg og
vigar 225 tons og bleiv reist í 1886. Tað
var tann tá kendi franski listamaðurin
FredericAuguste Bartoldi sum gjørdi
stand myndina av frælsisgudinnuni og
brúkti hann mammu sína til model.
Sum omanfyri nevnt, er hon ein gáva
frá fronsku tjóðini til tað amerikanska
fólki.
Í fundamentinum standa hesi orðini
hjá Rithøvundanum Emmu Lazarus:
»Gev mær tínar troyttu, tínar
fátæku, tínar samanstúgvaðu fjøldir,
sum leingjast at anda í frælsi«. (frítt
týtt av A.I.)
Nú vit vóru komin at standa undir
frælsis gudinnuni, skuldu vit fara inn
í hana, og aftur blivu vit steðgaði her,
tí fyri at koma inn í hana, skuldu vit
havt keypt billet fyri 14 døgum síðan,
so har var onki at gera, og vit kundu
onki havt gjørt kortini, tí vi høvdu bert
verið í New York í 4 dagar, so tað er
ringt at siga hvussu turistar skulu koma
inn í hana, um teir ikki eru meira enn
The land
of the free
Byrjað var tíðlIgA um morgunin, og túrurIn gekk móti
CentrAl PArk, sum liggur í uPtown, sum tey siga her
AmerIKAtúrUr 7. TIl 30. junI 2010
Central Park
Guggenheim Museum
Battary Park