fríggjadagur 13. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
18
Sosialurin
Orð: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Vallalíð í Havn seinnapartin miku
dagin. Við borðið sita nøkur av
tí eldra húsfólkinum, saman við
starvsfólkunum. Tað er týðiligt at
síggja, at tey aftur í dag hugna sær.
Á vældekkaða borðinum stendur
bæði drekka og góður føroyskur við
skeri: Kjøtpylsa, rullupylsa, skerpi
kjøt og føroyskt breyð. Tey hava sitið
her í einar tveir tímar, men eingin
letur til at vilja fara frá borðinum.
Hví skuldu tey eisini tað, her er
jú so hugnaligt. Tí umframt tann
góða viðskeran, liggur eisini eitt
sanghefti á borðinum. Men tað er í
stóran mun ikki neyðugt at brúka
tað, og tað er heldur sjáldsamt tá
ein hugsar um hvar ein er staddur.
Vit eru nevniliga á heiminum
fyri minnisveik, har júst hetta
er felagsnevnari teirra. Tey hava
gloymt ein part av tí sum er rundan
um tey, men nógv av tí farna er ikki
farið í gloymskunnar bók.
Mitt ímillum hesar borgarar
okk ara, situr Jóhanna. Hon er
heilsurøktari og tað er týðiligt at
merkja og hoyra, at hon elskar
sítt fak. Her við borðið leggur hon
alla sína persónligheit í at vera um
hesi gomlu og at geva teimum ta
lívsgóðskuna, tey hava uppiborið.
Við útbúgving síni hevur hon
fingið eitt innlit í støðuna hjá hesum
gomlu. Og í góðum og tvørfakligum
samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsuhjálparar,
ítrivsvegleiðara,
pedagogar, hjálparfólk, reingerðis
fólk og so sanniliga eisini við húsa
vørðin, gera tey sítt til at húsfólkið
hvørja løtu merkir, at Vallalíð er eitt
heim. Teirra heim.
– Kom, nú stemma vit í, sigur
Jóhanna, og tekur í hendurnar á
teimum báðum kvinnunum, ið sita
undir liðini á henni. Niklas hjá
Pena, hann kenna tit.
Og løtu seinni ljóðar sangurin
við borðið.
Vert at liva
Sum ein partur av tí skipaða ger
andisdegnum hjá hesum minnis
veiku íbúgvum okkara, er miku
dagurin dagurin við borðhaldinum,
hugnanum og sanginum.
Tá verða borðini dekkað so
vakurt sum tað nú einaferð ber til.
Tað fína stellið verður tikið fram.
Teir litfagru serviettarnir verða
lagdir við hvønn einasta borðisk,
og vælsmakkandi viðskeri og køka
sett á borðið.
Ein løta gongur, og sangheftið
verður tikið fram. Hetta er ein løta
sum dámar húsfólkinum og teimum
vitjandi sum eru komin á gátt hesa
løtuna.
– Hvønn sang skulu vit nú
syngja?, vil Marjun, eitt annað av
starvsfólkunum, vita.
Ein sangur ið man hóska væl til
umstøðurnar og høvið er júst tann
sangurin, ið onkur skjýtur upp:
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt?
– Ja, hann er góður, kemur frá
tað frá eini av tilkomnu kvinnunum
við borðið. Og so verður stemmað í,
hvør við síni rødd.
Eitt av húsfólkunum, ein maður
ið situr nakað burtur frá borðinum,
hevur hug at syngja við, men tað
hoyrist ikki stórvegis frá honum.
Tað er tó eingin ivi um, at hann
eisini dugir orðini uttanat og kann
taka undir við hvørjum einasta orði.
”Fyri mangan góðan dag ið var”. Jú,
soleiðis hevur lívið verið, og soleiðis
er lívið eisini í dag, nú felags adressa
teirra er Vallalíð 12, 100 Tórshavn.
Nú eru teir góðu dagarnir farnir.
Nú er upp til starvsfólkini at geva
teimum lívsgóðsku, ein góðan ger
andisdag og mótvirka einsemi, keð
semi og hjálparloysi.
Henda løtan við borðið miku
dagin er eitt stig á leiðini. Her skal
lívið vera vert at liva, og har skal
tann einstaki verður hoyrdur og
sæddur og virdur.
snorri@sosialurin.fo
Hvør skuldi gamla
ELDRARØKT ”Hvør fuglur syngur við sínum nevi”, sigur orðatakið. Og her við
borðið á heiminum fyri tey minnisveiku er einki undantak: Ikki nóg mikið við tí,
at øll syngja við sínum munni. Tey duga haraftrat sangirnar uttanat.
HÚSDJÓR TIL HÚSFÓLKIÐ
Ein partur av víttfevnda virkseminum í heiminum í Vallalíð eru húsdjórini. Tað er ikki á hvørjum
heimi, at húsfólkini kunnu ganga millum hund og kettu, - og tað er heldur ikki á hvørjum heimi,
at ein fær vitjan bæði av dunnuunga og høsnarunga. Hetta sær út til at dáma eldru væl
VATN
Ein av monnunum hevur sum sína føstu uppgávu at vatna plantur og urtapottar í
hugnaliga garðinum. Hetta kemur helst væl við, nú gróður er í luftini
SANGUR
Teir góðu gomlu sangirnir verða ofta tiknir fram, tá
mikudagshugnin er á skránni. Tað er ikki frítt, at teim eldru
dámar hetta sera væl og syngja við av heilum huga. At ein so
kann vagga í takt við sangin, ger bert upplivingina enn størri