Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 17 VIKUSKIFTI 14 dagar har – kanska á internetinum, um ferðin er væl tilrættaløgd. Ná, men har var onki annað at gera enn at fara víðari til Ellis Island og í eina kø til ferguna, sum nú var ikki so long. Vit løgdu at Ellis Island um eitt korter seinni og oyggin liggur umleið eitt korters siglingartíð frá The Battery, sum er suðurspíðsurin á Manhattan. Ellis Island er staðið, har allir emi­ grantar, sum komu til USA, blivu kann­ aðir fyri sjúkur og um pappírini vóru í ordan. Tað stendur onkunstaðni, at um helvtin av amerikanarum kunnu spora sína ætt til Ellis Island, sum var immi­ gratións miðdepil frá 1892 til 1954, og næstan 17 milliónir fólk hava gingið gjøgn um hallirnar har, og seinni spjatt seg um alt landið. Havi tó hoyrt um onkran, sum bleiv verandi á oynni alt lívið og slapp at arbeiða har. Bygningarnir eru hábærðsligir á at líta, og ein kann hugsa sær, at immi­ grant arnir, sum ofta hava verið fátøk fólk, hava verið hugtikin av hesum vøkru bygningum, sum tey vóru komin til. Runt á oynni eru aðrir bygningar, sum hava rúma føðiklinikk, sjúkrahús og aðrir bygningar, sum allir eru sera vakr ir við historistiskum hugmyndum úr gamla Europa. Í 1954 verður Ellis Island stongt, og fram til 1990 liggja bygningarnir í órøkt og blíva tá settir í stand at verða karmur um tað hugtakandi savn, vit kunnu síggja í dag – ein hábærðsligur karmur um immigrantsøguna hjá Amerika, ein varði um felags amerikansk/europeiska søgu. Farið verður innaftur til Battery Park og niðan í býin. Niðri í Battery Park møta vit manni, sum hevur klætt seg út sum »Spiderman« og nú skulu vit absalutt foto graferast saman við honum, til seinni frægd hjá barna børn­ um og trøllvaksnum børnum. Ávegis niðaneftir Broadway, koma vit framá stóra tarvin, sum skal vera ímyndin av grádigheitini hjá teimum í Wall Street. Hesin tarvur, eftir lista­ mannin Arturo Di Modica verður van­ liga nevndur »Wall Street Bull« og er so populerur hjá fólki at standa við og lata seg fotografera saman við, at tjúkt er av fólki rundan um hann, so mann fær ikki fotografera hann, og hava fólk ser ligt fragt av at taka um eistrarnar á honum – serliga konufólkini – og lata seg foto grafera soleiðis. Nakað longur uppi í gøtuni síggja vit nakrar svartar menn hava útimøti, teir eru einir 6­8 í tali við trummu og hátalara og allari badugliuni. Teir hava merki, sum minnir um tað jødisku stjørn ina og serliga dimmgulan búna, nakað sum munkar, men tað er onki munkasligt við teimum, tvørturímóti sýnast teir at vera ágangandi, ja aggress ivir og teir hava ein boðskap, sum verður kastaður út á gøtuna so tað hvøll ur í teim høgu bygningunum. Eg kundi ikki annað enn steðga á, tí ágang urin gongur móti mínari hvítu, sum altíð hava havt valdið, og eg helt, at eg mátti lurta, hvat teir søgdu um hetta evni. Tá leiðarin, tann sum talaði, sá, at eg var steðgaður á at lurta, vendi hann sær til mín við síni hatsku talu og segði, at áðrenn miðøld høvdu teir svørtu rátt yvir Russlandi og Europa, men blivu síðani koyrdir frá og jagstraðir og plág­ aðir av hvíta manninum og ákærdi meg fyri at hava fari illa vit teimum svørtu, og hevði langan fyrilestur fyri mær um mín lut í øllum hesum. Nú vendi eg mær til hansara og fekk steðga hansara orðafloymi, tá eg kanska nakað bræsin segði, at í øllum hesum tók hann feil og at teir svørtu høvdu ongantíð rátt, hvørki í Ruslandi ella í Europa, sum menn vita um. Tá spurdi hann meg harliga, hvar eg kom frá, og eg svaraði honum, at eg kom frá Før oyum, eitt land millum Skotland og Ísland. Tá hann hoyrdi navnið Skotland, kom nýggj glógvan í eygu hans, og nú segdi hann at hann kundi siga mær, at orði Skot merkti svart og land merkti land, altso var Skotland land teirra svørtu og so peikaði hann at mær og segði at eg var svartur. »Svartur«? segði eg við hann og peikaði á andlit mítt. Ja, segði hann, nú nakað blídligari »tú ert svartur innan« – til hetta segði eg við hann, at tað kundi væl vera at eg var svartur innan, og at tað var ok. Og soleiðis skiltust eg og teir halgu – nú var talumaðurin blíðari, og eg haldi, vit skiltu hvønn annan. Katrin, kona mín, Aslaug og Herdis, sum eru mínir ferðafelagar, høvdu verið spentar, fekk eg at vita seinni, at verið vitnir til henda leik, og segði kona mín seinni, at hon var eitt sindur bangin, tí hesir heilagu líktist teim far ligu krimi­ nellu, sum halda til í Harlem í Uptown, og kundu finna uppá at skjóta. Farið var víðari niðan gjøgnum Broad way, og vildu vit finna eitt stað við cognac og onkrum vælsmakkandi til damurnar – vit skuldu jú kl. 7.00 síggja sangleikin »Mamma Mia«, sangleikin gjørd ur yvir Abba sangirnar á The Winter Garden Teater á Broadway. Vit funnu eitt fitt og eitt sindur snusk ut stað beint við teatrið, har vit fingu okkum okkurt niður á hjarta, og so til teaturs. The Winter Garden Teater er sera snotiligt teatur, helst eitt miðalfínt stað, sum er í victorianskum stílið, nakað soleiðis sum tú sær tey í London og Paris. Framførðslan var av teimum bestu, og tey leikandi sungu sum einglar og spælið og dansurin var av einslistum – stuttligt at síggja proffessionella fram førðslu, nakað sum vit føroyingar ikki eru forvandir við. Ikki tí, okkara fram førðslur í Havnini hava tey mongu sein astu árini, við Grímu og øðrum víst vegin framm. Býurin New York er í fleiri pørtum ella Borougs sum eita: Manhattan, Brooklyn, Bronx, Queens og Staten Island. Í býnum búgva um 8.4 mill. fólk, og í tí man kallar urban area, eru íalt um­ leið 18 mill. fólk, og er hetta eitt øki sum strekkir seg langt út í landøkini kring býin. Vit vóru at kalla alla tíðina á Man­ hattan, sum mestsum øll definera sum tann rættiligi New York, og tað er eis­ ini her, at so at siga allir teir kendu ský skrav ararnir eru, og Manhattan er tann størsti skýskravarabýurin í heim­ inum. New York er lættur at finna fram í, tí allar gøturnar, sum ganga suður­ norð eita avenue, og tær sum ganga eyst­vest eita street. Tó er ein gøta, sum gongur skrátt gjøgnum alla Man hattan og tað er Broadway, sum gongur frá Lower Manhattan, framvið Central Park, gjøgnum Times Square og alla Man hattan á tamb og langt út í land­ distriktini. Partur av Broadway beint norðan fyri Time Square, er har øll teatrini á Broadway liggja. Wall Street Bull Broadway Woolworth Building Liberty Statue Times Squere Dottin útí – standmyndin við bryggjuna í Battary Park Ellis Island