fríggjadagur 13. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
20
Sosialurin
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir býarbókavørði í
Tórshavnar kommunu
Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandis-
degnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum
mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við
tænastum um talgildu miðlarnar skal Býarbókasavnið
áhaldandi mennast og verða ein fjøltáttaður, nýskap-
andi, sjónligur og virkin stovnur, ið røkkur út um
vanliga bókasavnsvirksemið.
Býarbókasavnið varð stovnað 1. apríl 1969. Bókasavnið
hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin
og lesistovu. Á bókasavninum eru 14 starvsfólk.
Hølini hjá býarbókasavninum eru víðkað og broytt,
soleiðis at ein partur av bókasavninum nú er í veg-
hæddini við kaféumhvørvi, sjálvgreiðslu, teldum v.m.
Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni
www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi
uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
• at leiða og hava ábyrgd av dagliga virkseminum
á býarbókasavninum
• at tryggja eitt tíðarhóskandi, mennandi og
dygdargott umhvørvi
• at tryggja, at býarbókasavnið støðugt mennir
og skapar nýggjar tænastur og nýtt virksemi
samsvarandi tørvi ella møguleikum
• at tryggja, at bókasavnið hevur fullgóða
fíggjarstýring og fremur úrslit
• at fylgja við og kunna seg um menning á økinum
Førleikakrøv
• Bókavarðarútbúgving frá viðurkendum norður-
lendskum bókasavnsskúla ella akademiska
bókavarðarútbúgving frá lærdum háskúla
• Royndir í bókasavnsarbeiði
• Royndir í leiðslu og samstarvi
• Góður teldukunnleiki og áhugi fyri kunningartøkni
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni,
er fyrikomandi, dugir væl at samskifta bæði innan- og
uttanhýsis og kann virka í góðum samstarvi við starvs-
felagar. Neyðugt er at hava hugsjónir um virksemið á
bókasavninum og kunna ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast
til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2011 kl. 12.
Meira fæst at vita
Les meira um starvið og útgreinaðan starvsprofil á
starvstorginum á www.torshavn.fo. Meira fæst at
vita um starvið við at venda sær til Jákup Simonsen,
mentamálaleiðara, ella Jóan Petur Hentze, trivnaðar-
stjóra, á telf. 302010.
Leiðari til Býarbókasavnið
www.torshavn.fo
Grindabátar
Havnakenningartekin
Í „Kunngerð um grind“ frá 8. apríl 1998 er ásett í §3 stk. 3, at: „Bátur, sum fer í
grind, skal verða merktur við havnakenningartekini“.
Nevnda „havnakenningartekin“ er tí ein fyritreyt fyri at fara í grind við báti og
fyri at vera við í einum grindaskifti.
„Havnakenningartekin“ fæst ókeypis við at venda sær til: Føroya
Skipaskráseting, Sigmundargøta 13, postboks 1178, 110 Tórshavn, tlf. 35 15 00.
Streymoyar Sýsla, hin 10. mai 2011
Finnbogi Midjord
sýslumaður
tórshavnar
kommuna
Mannagongd fyri hvussu eitt grindadráp verður skipað í Tórshavn liggur á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. Fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu samstarvar við
sýslumannin, sum er myndugleikin á økinum, og grindaformenninar, um mannagongdir
og skipan av grindadrápinum.
www.torshavn.fo
Stuðul
Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði
Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.
Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði, føroyska
handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í
tóvirki (tekstil) fíggjarligan stuðul.
Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen,
mentamálaleiðara, telefon 30 20 10.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkis-
útbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn,
í seinasta lagi fríggjadagin 10. juni 2011. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur
Sonnu av Skarði“.
Sanglegat
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar,
sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.
Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara,
telefon 30 20 10.
Umsóknir skulu sendast nevndini í seinasta lagi fríggjadagin 10. juni 2011.
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein, Postrúm 32, FO-110
Tórshavn.
tórshavnar
kommuna