Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 20 VIKUSKIFTI Í smásamfeløgum verður ofta roynt at sleppa undan tÍ skriftliga og formliga, og mál verða avgreidd umvegis persónlig sambond. Júst av hesi orsøk er so umráðandi at hava óheftar eftirlitsstovnar sum umboðsmannin og dómstólarnar, segði róbert spano, professari við Háskóla Íslands, á ráðstevnu um umboðsmannin frÍggJadagin. sjúrður rasmussen, løgfrøðingur, tók undir við hesum sjónarmiði og helt, at føroyska umsitingin væl kann brúka umboðsmansstovnin sum inspiratión heldur enn frustratión óheft eftirlit alneyðug í føroyum umboðsmaður uni arge ua@sosialurin.fo »Stórur tørvur er á einum effektivum eftirliti við umsitingini í smáum sam­ feløgum, har fáir persónar hava stórt vald. Eg havi stundum sagt við fólk í umsitingini í Reykjavík, at støddin hjá Íslandi hevur við sær, at fakligu krøvini til umsitingina eru størri enn í stórum samfeløgum. Orsøkin er, at tann skaði, sum ein lítil og fáment umsiting kann fremja í einum lítlum samfelag, kann vera munandi størri enn í stórum samfeløgum, har valdsbýtið er størri, og fleiri eru at taka sær av umsitingini.« Við hesum orðum sló Róbert Spano, pro fessari við Háskóla Íslands, rimmar­ fast á ráðstevnu hjá løgtingsins um­ boðs manni í Norðurlandahúsinum, at umboðsmansstovnurin hevur av­ ger andi týdning fyri rættar trygdina í smá samfeløgum. Umboðs maðurin hevði boðið trimum fyrilestrar hald­ arum, Sjúrði Rasmussen, ráðgeva á Løgmansskrivstovuni, Johnhardi Klettheyggj, leiðandi løg frøð ingi í Almannamálaráðnum og Heilsu­ mál aráðnum, og Róberti Spano at siga sína hugsan um, hvønn týdning umboðsmaðurin hevur. Allir tríggir vóru sannførdir um, at umboðsmaðurin hevur stóran týdning. Sjúrður Rasmussen helt, at umboðsmaðurin við sínum niður­ støðum kann venda frustratión í um­ sitingini til inspiratión, og Johnhard Klettheyggj nevndi, at umboðsmaðurin er eitt sera gott amboð at mana illgitingar í jørðina. Júst illgitingar um um sit ingina vóru grundgevingin hjá Tjóð veldis flokkinum fyri at fáa á føtur ein umboðsmansstovn í 1992. Ta ferðina kom stovnurin ikki, men tá Jenis av Rana úr Miðflokkinum royndi aftur í 2000, varð ætlanin sett í verk. Persónlig sambond Ein spurningur, ið stundum er frammi, er, um føroyska umsitingin yvirhøvur er før fyri at umsita á reiðiligan hátt. Viður skiftini í Føroyum eru smá, øll kenna øll, og mangan verða mál av­ greidd umvegis persónlig sambond. Alt hetta viðgjørdi Róbert Spano í sínum fyrilestri. Hann nevndi, at í Íslandi hava fólk ofta hug at avgreiða mál persónliga, tí fólk kennast. Har á landi er eisini ofta trupult at taka illa umtóktar avgerðir, og politikkur ger tí mangan av, hvussu úrslitið verður, heldur enn galdandi reglur. Róbert Spano segði: »Í smásamfeløgum verður ofta roynt at sleppa undan tí skriftliga og formliga, og ein politisk og sosial ment an tekur seg upp, har dentur verður lagdur á fleksibilitet, effektiva og skjóta avgreiðslu, ongar formalitetir og stuttskygdar loysnir. Galdandi reglur verða settar til viks, og tørvurin í løtuni verður settur fremst. Í tílíkum umhvørvi krevjast sterkir og óheftir eftir litsstovnar sum umboðsmaðurin og dóm stólarnir fyri at halda røttu kós ina og gera vart við meginreglurnar um virðing fyri galdandi lógum og reglum.« Leikluturin hjá umboðsmanninum skal sostatt ikki undirmetast, segði Róbert Spano, men at vera umboðs­ maður er ikki bara lætt, vísti hann á. Í einum lítlum samfelag, har viður­ skiftini eru persónlig og ofta óformlig, krevst, at persónurin, sum røkir um boðs manssessin, hevur dirvi og karakter. Umráðandi er, at hesin per­ són urin ikki letur seg ávirka av dagsins kegli og teimum kenslum, ið alla tíðina taka seg upp í samfelagnum, tí tá er vandi fyri, at umboðsmaðurin missir úr eygsjón meginreglurnar um fólka­ ræði, rættarsamfelag og rættvísa máls­ viðgerð. Ivaðist í stovninum Sjúrður Rasmussen, sum onkuntíð hevði fingið átalu frá umboðsmanninum á Løgmansskrivstovuni, t.d. í einum innlitsmáli, hevði tikið atfinningarnar til eftirtektar og broytt atferð í tílík­ um málum, nevndi hann. Hann var vorðin inspireraður heldur enn frustrer aður av umboðsmanninum. Upp runaliga var hann kortini ikki so sann førdur um, at nakar yvirhøvur kundi vera umboðsmaður í Føroyum,