fríggjadagur 13. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
4
VIKUSKIFTI
– Ofta gloymi eg, hvat fólk spurdi meg um, tí eg dugi ikki sO væl at
svara stutt og greitt, Og tað er irriterandi, sigur sjónvarpsverturin
anders lund madsen. hann vitjar í næstum í Føroyum, Og vit
ringdu til hansara Og settu hOnum nakrar spurningar
Eg snakki
for nógv
IntervIew
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann er ein av kendastu og populerastu
vertunum í donskum sjónvarpi í løtuni.
Anders Lund Madsen er vertur í Det
Nye Talkshow, sum verður sent á DR1,
og sum Kringvarpið eisini sendir, og
har hevur hann markerað seg sum ein
frískur og stuttligur vertur.
Stílurin er hansara egna. Onkuntíð
næstan lættari forvirraður, men alla
tíðina við einum skálkabrosi og for
heraðum viðmerkingum og spurn
ingum.
Anders Lund Madsen búði í Før
oyum eitt skifti í 1985. Hann kom til
Føroya í sambandi við lesnaðin á RUC,
men tað gekk ikki júst, sum tað skuldi,
men hann og onnur fólk í ferðalagnum
vórðu verðandi í Føroyum í eina tíð, og
her upplivdu tey mangt og hvat.
hvat er tað besta við at
vera sjónvarpsvertur?
Tað er eitt behagiligt arbeiði, tí mann
skal ikki gera so nógv. Eg havi arbeiði í
trý korter hvørja viku. Eg skal fyrireika
eitt sindur sjálvandi, men tað er at leita
á internetinum og sovorðið, og tað skal
eg alíkavæl. Men tað eitur arbeiði.
hvat er tað ringasta?
Vit gera okkara talkshow í Hofteateret,
og trupulleikin er, at alt skal ruddast
av aftaná sendingina. Og um eg ikki
eri skjótur, so verði eg settur at vaska
ella rudda, og tað skal eg lova tær fyri,
at eg ikki tími. So eg finni altíð uppá
onkra umbering og eri skjótur vekk. Vit
hava gjørt 43 sendingar higartil, og tað
er bert einaferð komið fyri, at eg ikki
slapp burtur.
hvat heldur tú, at øll
skulu vita um teg?
Nú er hendan samrøðan til eitt blað í
Føroyum, so eg vil gjarna, at allir føroy
ingar vita, at eg havi búð í Før oyum, og
tað var stuttligasta hálva árið í mínum
lívi, sjálvt um tað var afturi í 1985. Eg
haldi, at fólk skuldu brúkt eitt sindur
av tíð í Føroyum, ikki bara vitja ein ella
tveir dagar, men veruliga geva sær tíð
til at uppliva Føroyar.
hevur tú kanska havt eitt serligt
forhold til Føroya síðani tá?
Ja, eg havi verið fleiri ferðir í Føroyum
síðani, sjálvt um tað hava verið styttri
vitjanir. Men eg verði í góðum lag at
møta føroyngum. Nú ein dagin sat eg úti
á Ålholmplads í Valby, sum kanska er
tað keðiligasta staðið í øllum Danmark,
og har sat ein maður og drakk eina
øl. So eg fór yvir til hansara og segði
góðan dag. Og tað vísti seg, at hann
var úr Nólsoy. Og tá eg var í Føroyum,
búði eg í Hoyvík, og eg sá út á Nólsoy,
og eg spekuleraði ofta uppá, hvussu tað
mundi verða at búgva harúti. So hann
fekk greitt mær eitt sindur frá tí.
er nakað við tíni persónligheit,
sum irriterar teg?
Eg snakki for nógv, og ofta gloymi eg,
hvat fólk spurdi meg um. Eg dugi ikki
so væl at svara stutt og greitt, og tað
er irriterandi.
hvør er tann besti lutur,
sum tú eigur?
Eg havi eitt akvarium á 750 litrar, og eg
haldi, at kanska er tað tað.
upplivir tú nakratíð, at fólk
ikki taka teg alvorligt?
Nei, tað geri eg ikki. Tað er øgiliga lætt
at vísa fólki, at nú er mann alvorligur,
og tað havi eg ongar trupulleikar av.
Man skal bara skilja tað at, tá ið mann
skemt ar, og tá mann er alvorligur, so
verða fólk ikki forvirrað.
tekur tú teg sjálvan alvorligt?
Kanska einaferð um dagin, men 96 pro
sent av tíðini geri eg tað ikki. Men tá
tað kemur til børn og politikk og djór,
sum eru við at blíva yvirkoyrd, so taki
eg meg sjálvan alvorligt.
nær ert tú mest lukkuligur?
Beint tá eg vakni, eri eg mest lukkuligur.
Tá eg vakni og síggi damuna liggja við
síðuna av mær, so eri eg lukkuligur,
men eftir tað gongur tað niður at bakka.
Eg havi ikki morgungron, men eg kann
blíva súrur út á kvøldið.
hvat blívur tú keddur av?
Um onkur snýtur meg í eini kø, so verði
eg keddur og illur.
hvussu hevur tú tað við at verða
kendur persónur í danmark?
Tað havi eg tað fínt við. Tað er gott og
behagiligt, og eg verði ikki bukaður av
nøkrum. Ella tað eri eg ikki blivin enn
í øllum førum. Eg kann anbefala øllum
at blíva kend. Tað eru kanska onkrir
vansar við at verða kendur, men eg havi
ikki funnið út av tí enn, men hinvegin
er tað eisini munur á, hvussu fólk eru
kend, og hvat tey eru kend fyri.
Anders
Lund Madsen
verður leygarkvøldið 28. mai
gestur í Hvonn Live á Rás2
Brendi seg í tummilin
Á sínari egnu heimasíðu presenterar
Anders Lund Madsen seg soleiðis:
Eg eri føddur 15. Oktober 1963, og síðani tá hevur tað stórt sæð gingið
væl. Í 1973 brendi eg meg í tummilin, tí eg helt í einum oyðilagdum blussi.
Annars hevur tað ikki verið tann stóri dramatikkurin í mínum lívi. Man kundi
ynskt sær at verið bitin av einari leyvu, ella at hava goymt ólóglig bløð undir
krígnum, men trøini vaksa ikki inn í himmalin.