fríggjadagur 13. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Verða útlendskar kvinnur
keypt ar til Føroya?
Hetta er ein spurningur,
sum Annika Olsen, løg-
tings kvin na nú heldur, at
Løg ting ið eigur at kanna.
Hon sigur, at leysasøgur
hava gingið um, at eisini
før oysk ir menn beinleiðis
hava keypt sær útlendskar
kvinn ur.
Og nú heldur hon, at vit
eiga at kanna hesi viður-
skif ti.
Hon staðfestir, at man-
na handil
er
triðstørsta
handils vinna í heiminum
aftan á rúse vna vinnu og
vápnasølu.
Hon sigur, at tað er
eisini ein sannroynd, at
handil við kvinn um er í
øllum londum rund an um
okkum.
Kanna leysasøgur
Nú Løgtingi í farnu viku
umrøddi møguleikan at for-
bjóða nektardansi, ella strip-
tease, í Føroyum, liggur í
kort u num, at tingfólk skulu
seta seg saman í summar at
smíða eitt lógaruppskot um
at banna nektardansi.
Men Annka Olsen heldur,
at eitt líkt lógararbeiðið eigur
at fevna nógv víðari enn bara
at umfata nektardans.
- Vit vita, at nektardansur
er bara ein lítil partur av ein-
um stórum og umfatandi
hand li við kvinnum, sigur
hon.
Og hon staðfestir eisini,
at hon hevur hoyrt søgur
um, at kvinnur verða eisini
keypt ar til Føroya.
Men hon viðgongur, at
sjálv veit hon onki ítøkiligt
dømi um hetta.
- Eg havi onki at hava
hetta í, uttan tað, eg havi
hoyrt, sigur hon.
Men kortini heldur hon,
at eitt slíkt politiskt arbeiði
eig ur eisini at umfata hesi
viður skiftini.
- Sum samfelag kunnu vit
ikki liva við at slíkt fer fram
í okkara landi og tí eiga vit
at gera tað, vit kunnu, fyri
at fyribyrgja tí, leggur hon
aftur at.
Ikki vera blind
Annika Olsen leggur kortini
dent á, at hetta má undir
ong um umstøðum skiljast
sum um at hon hevur nakað
ímóti blandaðum parløgum,
tí tað er ikki tað, hetta snýr
seg um.
- Men vit eiga kortini ikki
at vera blind fyri, at kvin nu-
hand il kann eisini verða í
okk ara lítla landi og tað eiga
vit ikki at lata um okkum
gan ga.
Sjálv ivast hon í, um tað
ber til at banna nektardansi
við einum forboði, tí trupul-
leik in stingur nógv djúpari
enn so.
- Ofta er samanhang
ímill um
nektardans,
rús-
evna mis brúk, kvinnuhandil,
kyns lig an
ágangur
ímóti
børn um og tí er neyðugt at
taka spurningin upp í seini
heild og royna at koma inn
til kjarnuna fyri at koma
trupul leika num til lívs.
áki@sos.fo
Skulu kanna um kvinnur
verða keyptar til Føroyar
HANDIL VIÐ KVINNUM Tað ganga leysasøgur um at
eisini føroyingar keypa sær kvinnur úr fremmandum
londum, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna
Áki Bertholdsen
- Vit kenna onki dømi um, at
kvinnuhandil í Føroyum.
Tað staðfestir Elin Rein ert
Planck, leiðari á Kvinnu húsi-
num í Havn.
Men hon staðfestir, at
kvinnu handil er í øllum lond-
um rundan um okkum.
- Eitt nú er tað ein stórur
trupul leiki í Íslandi.
Men hon heldur, at ber
tað yvirhøvur til at seta til-
tøk í verk, sum byrgja fyri, at
tað nakrantíð tekur seg upp
í Føroyum, longu áðr enn
trupulleikin er stað fest ir,
hevði tað verið heilt fantast-
iskt.
Akkurát, hvussu tað skal
ger ast, følir hon seg ikki før-
an fyri at siga.
Lokkaðar
Yvirskipað er mannahandil
sjálv andi bannaður, men í
øll um øðrum londum vísir
tað seg at tað ber til kortini
at keypa og selja kvinnur.
Í hesum sambandi er hon
væl kunnað um viðurskiftini
í Íslandi, sum er ein av
okkara næstu grannum.
- Har er handil við kvinn-
um ein stórur trupulleiki,
stað fest ir hon
Í Íslandi er vanlig manna-
gongd, at útlendskar kvinn-
ur verða lokkaðar til Íslands
við einum vanligum ferða-
fólka loyvi, sum er galdandi í
tríggj ar mánaðir.
Tað, kvinnurnar fáa at
vita, er, at tær skulu ar beiða
í matstovum, á hár fríðka nar-
stov um og annað mangt.
- Men tá ið tær koma
til Íslands, vísir tað seg, at
tað er er náttklubbum, tær
skulu arbeiða í og har verða
tær eisini noyddar at verða
skøkj ur.
- Tað steðgar ikki í barrini,
legg ur hon afturt.
- Tá ið tríggja mánaða
ferða fólka loyvið
er
farið,
verða tær sendar heimaftur,
mang an við ongum oyra í
lummanum, tí allur pen ing-
ur in, tær hava forvunnið,
verð ur tikin til ferð og uppi-
hald.
Elin Reinert Planck sigur,
at íslendingar hava tikið tru-
pul leikan í álvara og eitt stig,
teir hava tikið, er at for bjóða
nekt ar dansi.
Sjálv tekur hon heilhugað
und ir við, at nektardansur
verð ur bannaður í Før oy um
og tí vónar hon, at Løg tingið
tek ur undir við upp skoti-
num.
Hon heldur, at okkara
sam felag er so lítið av av mar-
ka, at er vilji til tað, átti tað at
borið til at forða fyri slíkum
virk semi.
aki@sos.fo
Tað hevði verið fantastiskt
HANDIL VIÐ KVINNUM Kunnu vit forða fyri kvinnuhandli í Føroyum, áðrenn tað verður ein
trupulleiki, hevði tað verið fantastiskt, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum
Vita
ongi
dømi
Bergleif Brimvík, leið-
ari á kriminal deild ini
hjá løgregluni, sigur, at
tey vita onki dømi um
hand il við kvinnum í
Før oy um.
Hann sigur, at sam-
felag ið er so lítið at fór
nak að slíkt fram, vildi
tað undra hann, at tey
onki hava frætt um
tað.
Kriminalmaðurin
legg ur afturat, at her-
fyri gingu søgur um,
at útlendskar kvinn ur
gingu í einum nát klub-
ba í Havn og seldu seg
sjálv an.
- Men tað vísti seg
ikki at vera nakað hald
í tí, sigur hann.
Skulu vit taka
hendan spurningin
upp, eiga vit eisini at
kanna spurningin
um kvinnuhandil,
sigur Annika Olsen,
løgtingskvinna
KANNAst
Sum samfelag kunnu vit ikki liva
við at slíkt fer fram í okkara landi