Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin kappingin Summar 9 sekund frá vinninginum Mikudagin vóru tvær flogferðir til Íslands við uppihaldi at vinna hjá lurtarunum á Rás2. Telefonirnar gløddu henda hálva tíman millum klokkan 11:30 og 11:55, men tað eydnaðist ongum at svara rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir 60 sekundum. Ein lurtari var bert 9 sekund frá at vinna, men kundi ikki svara seinasta spurninginum nóg skjótt. Soleiðis slapp eingin lurtari til Reykjavíkar og Hotel Ørkina á hesum sinni. Fríggjadagin verður aftur høvið til hetta sama, - hesaferð ein ferð til Keypmannahavnar. Nú leggja báðir miðlarnir til brots aftur, í samstarvi við Atlantsflog, við eini einfaldari, men kortini sera spennandi kapping. Fyri at vinna hesar góðu vinning­ arnar, skalt tú í roynd og veru bert svara rætt uppá fimm spurningar. So ert tú við. Mannagongdin er henda: Hvønn dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2 ­ millum klokkan 9 og 12 ­ at seta fokus á summarkappingina og tað ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá Atlantsflogi. Talan er um mánadag, mikudag og fríggjadag. Eftir tíðindini kl. 11 verður eitt lítið prát, og frá klokkan 11:30 er tað at fólk kunnu ringja inn og svara rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir 60 sekundum. Klárar lurtarin tað, hevur hann vunnið ein ferða­ seðil við uppihaldi fyri tveir persón­ ar eitt ávíst tíðarskeið. Svarini uppá hesar fimm spurn­ ing arnar eru at finna í Sosialinum frammanundan. Tí kann ein lætt­ liga svara spurningunum, meðan ein situr við blaðnum frammanfyri sær. Vælkomin at vera við. Og góða ferð fyri tann hepna! Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við Rás2. Kappingin byrjaði 9. mai og varir henda mánaðin út, har flogferðir við uppihaldi verða burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna. Einføld summarkapping við stórum vinningum Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138