Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin VÆLHILDIN RAÐHÚS Í HOYVÍK Um hóskandi boð fæst verða raðhúsini Maritugøta 14 við hesum lýst til sølu. Húsini er innrættaði í tveimum hæddum, har hvør hæddin er 57 m2. Húsini, sum liggja í friðaligum umhvørvi eru bygd í 2003. Skamt frá húsunum er stórt spælipláss, venjingarvøllur, skúli og dagstovnur. Frá húsunum er frálíkt útsýni oman móti Hoyvíkar Kirkju. Húsini eru innrættaði soleiðis: Niðara hædd: gongd, goymslurúm undir trappuni, WC, køkur og stova (dragihurð er millum køk og stovu). Hjallur/úthús hoyrir til húsini. Loftshædd: gongd, baðirúm við brúsu og baðikari og 3 kømur Ovastaloft: stórt goymslurúm, har størri parturin hevur álagt gólv. Seljararnir eru møguliga áhugaðir í at býta um við størri hús, helst í Hoyvík. Fleiri fotomyndur eru tøkar á heimasíðuni www. advokatvirkid.fo Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovu okkara. Advokatvirkið Skansavegur 1 Postsmoga 85 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71 fax 31 58 74 pall@advokatvirkid.fo Páll Nielsen Sigmund Poulsen Eyðhild Skaalum Hans Trygvi Teirin Dagstovnurin Birkilund søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna, at byrja 1. juli 2011 – ella eftir avtalu Leiðari Dagstovnurin Birkilund er ein sjálvsognarstovnur, stjórna av eini 5 manna nevnd. Dagstovnurin Birkilund er ein stórur stovnur, ið hýsur 3 vøggustovustovur við 12 børnum á hvørjari, 3 barnagarðsstovur og eina skúlastovu, har tey elstu børnini á stovninum halda til. Í løtuni eru 107 børn á stovninum. Starvsfólkini eru um 26 í talið, av teimum eru 12 pedagogar. Vit bjóða • eitt áhugavert og spennandi starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði og gerandisdagin hjá børnunum. • Vit liggja í einum náttúruríkum umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og við øllum sniðgøtunum á Kon- mansmýru. • ein stóran og spennandi bygning við hópin av møguleikum • møguleika fyri eftirútbúgving • at tú verður partur av einum netbólki, sum kommu- nan skipar fyri millum dagstovnaleiðarar Vit vænta at tú • er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum dagstovni • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgu- num • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • er kveikjandi og megnar at eggja starvsfólkunum at gera sítt besta • sær møguleikar framum forðingar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við nevnd, starvsfel- agar og foreldur • dugir væl at samskifta og hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí, vit seta okkum sum mál. Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag. Lønt eftir lønars- tigunum 26 til 32. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upp­ lýsingum um útbúgving og royndir skal vera sent: Dagstovninum Birkilund Hoyvíksvegur 41 B 100 Tórshavn í seinasta lagi 23. mai 2011. Viðmerkjast skal „umsókn til leiðarastarvi𔓠Meira fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Bjarnadóttir, stovnsleiðara á tlf 215458 ella Boga Simonsen, nevndarlim á tlf 214008 Dagstovnurin Birkilund Hoyvíksvegur 41 B FO – 100 Tórshavn Sp/f Stoyping Verður hervið lýst til sølu Við forskalling, amboðum, vørubili o.a. Meiri fæst at vita við at venda sær til: stoyping@stoyping.fo tlf: 596300 ella 596301 Um hóskandi boð fæst, eru tvíhús á Mækjugøtu 10, Tórshavn, til sølu. Húsini eru frá 1992 og hava 3 hæddir. Kjallari og miðhædd eru 67 m2 og loftið 54 m2. Hava gott útsýni. Myndir og fleiri upplýsingar eru at finna á: www.123hjemmeside.dk/tilsolu ella á tlf. 794289. Hús Til sølU