fríggjadagur 13. mai 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
27
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Pílagrímsgonga
sunnudagin verður pílagrímsgonga í suðuroy. í
ár verður gingið úr Fámjin um Øravík til Túgvuna
á halgafelli og so aftur til Øravíkar. Bussur koyrir
frá Bønhúsinum í Øravík kl. 9.30. Byrjað verður við
stuttari gudstænastu í Fámjins kirkju kl. 10.
aftaná verður farið til gongu eftir varðagøtuni um
Øraskarð til Tingstovuna, har vit eta matpakka,
sum vit hava við okkum. steðgað verður á ávísum
støðum á leiðini. síðan verður gingið oman til
Øravíkar, har stutt gudstænasta við altargongd
verður í Bønhúsinum. eftir gudstænastuna verður
gingið út á Túgvuna á halgafelli, sum er gamla
navnið á hovstúgvuni. har verður endað við einum
bønahaldi. gingið/farið verður so aftur til Øravíkar.
Tá verður høvi til at koma í gistingarhúsið at eta
eina døgurðamáltíð saman.
Pílagrímsgonga
suðuroy
sunnudagin 15/5 kl. 9.30
Fríggjadagur 13.
í nógvum mentanum verður fríggjadagur 13. settur
í samband við óhepni. upprunaliga stavar hugtakið
frá 1307, tá ið tempulharrar vórðu fangaðir, píndir
ig brendir á báli eftir boðum frá Philip kongi iV
av Fraklandi. síðani hevur dagurin verið mettur
sum óeyndudagur. Fríggjadagur 13. er eisini er ein
røð av ræðufilmum, har jason Voorhees drepur
frá hond. Kanska upplagt at seta ein av teimum
filmunum frá í kvøld.
Fríggjadagur 13.
FØroya
sTerKasTi
sKal FinnasT
Sunnudagin verður aftur kappast um at
gerast Føroya sterkasti maður. Kappingin
verður í ítróttarhøllini á Hálsi, og kappast
verður í 6 ymiskum greinum. Í steðginum
spælir Jens Marni Hansen nakrar sangir.
Føroya sterkasti maður
Høllin á Hálsi
Sunnudagin 15/5 kl. 17.00
djóradagar
í hoVi
Aftur í ár verða djóradagar í Hovi við
føroyskum djórum. Dagarnir vera
hetta vikuskiftið. Djóradagnir eru eitt
familjutiltak. Børnini kunnu royna ymiskt
og síggja nógv ymisk djór. Tey kunnu ríða
á føroyskum rossum (ponyríðing), hoppa
í hoppiborg, skreiða í skreiðiborg, røra
við nøkur av djórunum. Scorpion, sum er
skjóttgangandi bátur, verður við aftur við í
ár, so til ber bæði hjá vaksnum og børnum
at fara ein túr eftir Hovsfirði. Pengarnir
sum koma inn til tiltakið fara til Suðuroyar
Hestafelag, sum hevur ætlanir um at
byggja stórt fjós í Suðuroynni.
djóradagar í Hovi
Leygardagin 14/5 og sunnudagin 15/5
KamPur um haVnina
– og FØroyar
sunnudagin og mánadagin verður 8. umfar í Vodafonedeildini spælt. ein av dystunum
hesaferð er ársins fyrsta slag um høvuðsstaðin. B36 og hB skulu stríðast um valdið í
havnini, og bæði feløgini bjóða eisini av í stríðnum um føroyameistaraheitið. so lagt er
upp til eitt brak í gundadali sunnudagin.
B36-HB
Vodafonedeildin
sunnudagin 15/5 kl. 15.00
dr. hooK
Bólkurin, sum upprunaliga kemur úr new jersey í usa, hevur verið meira og minni virkin
síðani 1969. eyðkendi sangarin í bólkinum er ray sawyer, og kendir sangir hjá dr. hook eru
sylvia’s mother, The Cover of the rolling stone og storms never last. allir hesir sangir verða
at hoyra, tá ið dr. hook spælir í høllini á hálsi leygarkvøldið.
dr. Hook
høllin á hálsi
14/5 kl. 22.00