fríggjadagur 13. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Body Butter duo
The body shop hevur leingi verið kent fyri teirra
sonevnda "bodybutter", ið er eitt mást til teirra,
ið hava turra húð. Men nú hevur Bodyshop gjørt
eina kombi-vøru: eina dós, ið bæði hevur krem
til turra og vanliga húð, eftirsum øll húðin jú
ikki hevur sama tørv á vætu. Tummil upp fyri
hesi vøruni, sum eisini stuðlar 3. heiminum!
Prei: Vit viðmæla kremini frá
Clarins ella Elizabeth Arden.
Prei: Make Up store er júst komin við eini góðari,
nýggjari neglabandsolju, ið hevur pensil at smyrja við.
Tann heimagjørda útgávan er at bloyta neglabondini í
eini skál við lunkaðum vatni og mat- ella mandluolju.
Prei: Fært tú neglalakk á
húðina hevur makeupstore júst
gjørt ein nýggjan rættingarpen
við neglalakksfjernara, ið er
sera góður at rætta við
Húð og Hendur eru mangan ikki heilt summarklár, tá fyrstu
góðu dagarnir koma. men tað er bæði skjótt og lætt at
fríska Hendurnar upp og geva Húðini nóg mikið av vætu,
so hon kann vísast fram í løttum summarklæðum
1: Ger hendurnar vátar og gníggja
tær við bodyscrub ella grovum salti,
soleiðis at deyða húðin hvørvur.
2: Smyr eitt røktandi og feitt krem á. nýtir
tú ofta neglalakk, treingja neglirnar eisini
til feitt. Gníggja tí eisini krem á neglirnar,
so tær ikki gerast turrar og flusna.
3: Gev neglabondunum bleytgerandi olju
4: nýt síðani ein rósupinn og
skumpa varliga neglabondini av
neglini aftur inn móti neglarótini.
5: Fíla neglirnar inn móti miðjuni
og ikki ov langt niður á síðunum.
Húð
hendurog
6: Smyr eitt vakurt neglalakk
á. Litirnir í summar eru
nýggir og forvitnisligir.
Hesir eru frá Chanel