fríggjadagur 13. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
6
Sosialurin
kappingin
Summar
Tað er Tripadvisor, ið er ein av
týdningarmestu ferða vinnu-síð un-
um í heiminum sum hevur avgjørt
hetta.
Fólk í íslendsku ferðavinnunu
eru rættiliga errin av hesum heiðri-
num, sum setur høvuðsstað teirra á
sama stað sum París, Pragh,Venedig,
Barcelona og aðrar vakrar býir
kring alt Europa.
Hjá Tripadvisor verður tikið so-
leiðis til:
Reykjavík hevur heiðurin sum
heimsins norðasti høvuðsstaður,
og fyri nógv av ferðafólkunum
er býurin eisini at meta sum inn-
gongdin til eitt hav av spennandi
upp livingum.
Her hevur tú haraftrat møgu-
leika at endurløða teg eftir spenn-
andi ævintýr í náttúruni í teimum
heitu keldunum ella innandura
spa-baðum.
Vit hámeta eisini stórsinnið hjá
íslendingum og teirra orkufullu
mentan, ið fevnir um altjóða viður-
kendan tónleik og ein forvitnisligan
listapall, ótrúligan mat og eitt
spenn andi náttarlív.
HÁMETTUR
Íslendski høvuðsstaðurin er
undir liðini á teimum stóru
býunum í Europa, tá talan er um
upplivingar og mentanarlig tiltøk
Reykjavík er komin í lag við 25 av mest
áhugaverdu ferðamálunum í Europa.
Spennandi upplivingar
í Reykjavík