Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 2 Sosialurin kappingin Summar ”The location was excellent. Also, the staff was very helpful during our stay!”. Soleiðis tók ein av gestunum, amerikumaðurin Richard úr Gig Harbour til, tá hann skuldi meta um hetta hotellið. Hann er ikki einsamallur um hesa positivu metingina, tí miðal­ met ingin hjá gestum teirra er 8,1 á einum skala millum 1 og 10. Før­ oy ingar hava eisini búð á hesum hotell inum, og fekk tað 7,5 í ummæli frá við komandi. Tað er serliga staðsetingin ið dámar teimum vitjandi væl, men eisini reinhaldið fær eisini gott skoðs mál. Eitt annað sum ger hetta hotellið so væl umtókt, er uttan iva møgu­ leikin hjá fólki sjálvi at kóka sær ein drekkamunn: Fleiri av kømrunum hava nevniliga ein tekøk. Alt á einum staði Fyri tey ið elska at vitja handlar, er Hotell Frón snøgt sagt staðið. Miðskeiðis í góðum shopping­øki, reisir hetta hotellið seg við tveimum bygningum á høvuðsgøtuni Lauga­ vegur. Tann ið hevur gist her, hevur eisini sannað tað litspælið sum ser merkir sethús og bygningar í Reykja vík. Íslendski høvuðsstaðurin liggur á eini hálvoyggj, og hiðani av hotellinum hevur ein besta útsýnið yvir fjøllini og Atlantshavið. Av hotellinum er stuttu vegur til Tjóð­ leikhúsið, og eitt stórt úrval av mat stovum, café'um, gallarí'um og søvn um. Hotell Frón hevur nøkur sera góð tilboð til tann vitjandi, men megnar samstundis at hava rími­ ligar prísir og kann tryggja eitt gott uppihald, m.a. við ókeypis alneti og eina matstovu við eini terassu í stovuhæddini, har tú fært ein morgunmat við altjóða dámi. Næsti granni hjá hotellinum er mexikanska Santa Maria­mat­ stovan, og tað er eisini her at morgun maturin verður etin. Við ektaðari mexikanskari innrætting, hevur Santa Maria rættar mexi­ kansk ar rættir á matarskrá síni. Mánadagin millum klokkan 11 og 12 hevur tú møguleika at vinna eina ferð til Reykjavíkar og eitt uppihald júst á hesum hotellinum. Væl fyri og mitt í blómandi høvuðsstaðnum í Íslandi, bjóðar Hotell Frón nútíðar kømur og alt tað sum tí vitjandi leingist eftir. Hotellið mitt í býnum MITT Í Hotel Frón liggur mitt í "tí heila" og ger sítt til, at tey ið gista her skulu fáa so góða tænastu sum tilber