Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 2 VIKUSKIFTI Filmur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Havið gav, havið tók stendur á plakatini fyri ársins film í Íslandi, »Brim«. Filmurin, sum er tikin umborð á línubáti, byggir á sjónleik eftir Jón Atla Jónasson, ið varð frumsýndur í 2004. Nýggi filmurin »Brim«, sum hin javnaldrandi Árni Ólafur Ásgeirsson leikstjórnar, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið kl 19:30. Undir sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og hand rita­ høvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum. Tað er Klipp, Filmsfelag Norður­ landahúsins, sum saman við íslendska aðalkonsulinum, Alberti Jónsson, ið skipar fyri filmsýningini. Atgongumerki fáast sum vant á netinum og í Havnar Bio undan sýningini. Væl nøgd Brim er seinasti filmurin í várhálvuni hjá Klipp, og fyrireikararnir eru væl nøgdir við undirtøkuna hetta fyrsta skeiðið. – Útselt hevur verið til onkra sýning, so neyðugt hevur verið at skipa fyri eyka sýningum. Tað hevur ikki verið vanligt, tá talan er um norðurlendskan film, sum ikki verður sýndur so ofta her heima. Hetta hevur styrkt um hugsjónina handan Klipp, sum júst er at vísa aktuellan norðurlendskan film, sigur Klipp í einum tiðindaskrivi: Í heysthálvuni er ætlanin at vísa enn fleiri nýggjar norðurlendskar filmar, mikukvøld í Havnar Bio. Fyrireikararnir arbeiða við at fáa nýggjastu og mest umrøddu norður­ lendsku filmar á skránna, millum annað teir báðar donsku, sum eru í høvuðs­ kappingini á filmstevnuni í Cannes. Smoke on the water – roykur og ongin girnd redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Anders Lund Madsen / DR 2 KLuMMA: Smoke on the water 4 IntERvIEw: anderS Lund madSen 6 tIPS: húð og hendur 8 90 SEKunD: eLin micheLSen 10 tIL ARbEIðIS: inga eyðunSdóttir 12 Í RAngAStRúPAn: ymiSkt úr miðLunum 12 uMAftuRAftuRuM: høgni djurhuuS 14 bAKgRunD: grand Prix 16 ALbERt ISfELDt: Á ferð í uSa 20 bAKgRunD: óformLig Sambond mugu undir óheft eftirLit 22 KAPPIngAR: Vinn góðar Vinningar 24 MIðLAMJARR: tað Siga tey Á facebook og í miðLunum 27 tAð hEnDIR: konSertir, tiLtøk, bøkur og annað 28 vIKuMynDIn: athena brennir INNIHALD klumman Dagfinn Olsen ÁrsINs íslendski fILmur gongur fyri seg umborð á LíNubÁtI og verður sýndur í HAvNAr bIo mikukvøldið havið gav – havið tók Tað vildi verið skeivt at hildið fast við, at lítið og einki hendir í Føroyum. Várið er komið og vit eru í bestu agurku­ tíð. Tað merkir, at tey, ið hava vakstrarhús, passa síni jarðber, agurkur og annað, meðan miðlarnir grava eftir fjaldum tíðindum, tí so lítið sjónligt hendir, nú frítiíð nærkast, og fólk – eisini politikarar – byrja at taka sær av løttum. Men so hendir tað: Eitt risastórt skip fer upp í royk mitt í einum hinum tættast bygda økinum í Føroyum. Og skipið er fult í olju, skúmbjálving, og ammoniak í stórum mongdum er eisini umborð. Og skipið liggur við bryggju á Skálafjørðinum og allir endar – uttan ein – farast í eldinum. Vandin fyri at eld­ og roykbumban fer til havs er stórur, innan tað eydnast at gera fast. Miðlarnir eru óførir, gera veruliga sítt. Átaksleiðarar fáa neyvan stundir til annað, enn at skiftivís tosa við teir ymsu miðlarnar, ið eru til reiðar alla tíðina. Men eisini hesin eldurin slóknar umsíðir, hóast miðlablástur. Samstundis kunnu óhóskandi skemtisøgur so stuttleika teimum, ið ikki eiga álvara í sál­ ini, so sum, at slíkt er gott dømi um eldsálir á økinum, ella at Thor søkir eftir eldhugaðum fólki. Men annað hendir eisini handan royk­ támið. Vit bryggja nú sterkt her á landi. Tað er endaliga samtykt, hóast miðlar endaliga tyktust staðfesta hetta longu eftir 2. viðgerð. Hvørja ávirkan tað fer at hava, verður kjakast um, men eitt er vist; sterkari løgur, størri ávirkan! Annars eru mong, ið ganga í einum gleðisrúsi um samtyktina, meðan onnur syrgja. Soleiðis er tað nú einaferð við slíkum. Politikarar eru ósamdir. Loysingar vong­ urin klandrast, og oddafiskarnir eru ikki samd við fremsta odda, tá tað snýr seg um stjórnarskipanaruppskotið. Og bólkurin, nevndin, ið hevur arbeitt við málinum, semist heldur ikki, tingið tykist parkera málið – enn einaferð. Veit ikki um hetta eru greið tekin í sól og mána um leiðsluevnir og viður skiftir? Vit hava fyri fyrstuferð eina minni luta­ stjórn. Ongin áhugi millum politikarar fyri misálitið ella at hava val í úrtíð, hóast gyltan møguleika fyri at broyta valdsbýtið. Best man vera sum er, og best at sita trygt so longi sum møguligt, so leggjast kann afturat pensjónsuppsparingini. Valið er hóast alt í hondum, og uppstillingarfundirnir gerast meira og meira forvitnisligir. Og tað tykist, sum fá tey rætt, sum spáddu, at tey frammanundan kendu and­ litini nýta sítt kenda andlit sum lopfjøl upp um lágu tinggáttina. Hvørt ókend bygdafólk, sjómenn ella bóndur klára at vinna sær veg fram í ljósið, fer at vísa seg, men mangt bendir á, at hevur ein ikki gjørt sær fyri skommum, sagt okkurt skilagott ella tápuligt í sjónvarpinum, ella á Facebook, so er ongin møguleiki. Vikan í stuttum er, at nógvur roykur var, men ongin valdsgirnd, og brátt byrjar langa politiska summarfrítíðin. Nógvir føroyingar munnu kenna seg heima í pallsetingini fyri ársins íslendska filmi. Brim gongur fyri seg umborð á einum línuskipi