Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 6 Sosialurin Randi Jacobsen Fíggjarmálaráðið vil hava nærri at vita um lønina, sum Tvøroyrar býráð ætlar at lata Ólavur Rasmussen fáa fyri arbeiði sítt við Saltsiloni. Tí hevur Fíggjarmálaráðið biðið kommununa koma við nærri upplýsingum um málið. Umbønin varð ikki send kommununi fyrr enn hós dagin í seinastu viku, og tí er svar ikki komið enn. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri í Tvøroyrar kommuni heldur, at málið er einfalt, og hann sigur, at kommunan einki hevur at krógva. ­ Vit hava eina býráðs sam­ tykt, sum sigur, at Ólavur Rasmussen skal fáa 50.000 krónur um mánaðin í eitt ár. Meira er ikki um tað, sigur Kristin Michelsen. Lønin bíðar Hóast samtyktin er gjørd, hevur kommunan enn ikki goldið Ólavur Rasmussen nakra løn fyri arbeiðið við Saltsiloni. Tað bíðar, til øll fíggingin er komin í hús. Kristin Michelsen sigur, at kommunan enn ikki hev­ ur tosað nærri við Ólav Ras­ mussen um lønina. Hann veit ikki, um Ólavur Rasmussen vil hava lønina, um hon skal mótroknast fráfar ing­ ar lønini, ið hann fær frá Mentamálaráðnum. Hálvan januar í fjør varð fráfaringaravtala gjørd mill um Mentamálaráðið og Ólavur Rasmussen, og sam­ bært hesi avtalu skal fyrr­ ver andi presturin, sum var tænastu maður, hava løn í trý ár fram til 2013. Kann ikki bíða Tvøroyrar kommuna kann ikki bíða við at gjalda Ólavi Rasmussen lønina, til frá­ faringaravtalan er úti. Sam­ bært roknskapar reglunum skal lønin útgjaldast í sama roknskaparári, sum arbeiðið verður gjørt. Tað hevur ikki eydnast í dag at fáa nakra viðmerking frá Ólavi Rasmussen. Eirikur Lindenskov Volantis Exploration hev ur ognarpartar í 15 loyv um í syðra partinum av bretska norðsjónum, og millum ognirnar eru gass leiðirnar Fulham og Pegasus. Centrica er fyri støðu felag á 9 av teim um 15 loyvunum. Aft urat ver a ndi loyvum hev ur Volantis søkt um loyvir í bretskum og hollendskum øki, hesar um sóknir hava myndug­ leik arnir ikki avgreitt enn. Keypið ber eisini í sær, at Atlantic Petrol­ eum eftir ætlan í summ­ ar skal luttaka í ein um leit ingarbrunni á Fox­ trot prospektinum, sum ligg ur í bretskum øki. Fyri støðu felag er Tullow Oil og ognar part urin hjá Atlan tic Petrol eum verð­ ur 35%. Seks av starvsfólk un­ um hjá Volantis Explora­ tion fara framyvir at starvast hjá Atlantic Petroleum, harímillum stjórin Nigel Thorpe, ið verður menningarstjóri í Atlantic Petroleum. Við keypinum fer talið av leitiloyvum hjá Atlantic Petroleum úr 14 upp í 29, og felagið sam­ starvar nú við 27 altjóða oljufeløg. – Vit eru sera fegin um keypið av Volantis Exploration, og vit síggja fram til samstarvið við Centrica, Tullow. SEQ og GDF í syðra partinum av Norðsjónum. Volantis Ex ploration hevur upp­ bygt eina sera góða porte følju av leitingar­ og metingarloyvum, og vit gleða okkum til at ar beiða víðari við møgu leikunum í hesum loyvun um. Starvs fólkini frá Volantis Exploration geva holla vitan og roynd ir til Atlantic Petrol eum, og hetta verð ur ein týð andi liður í okk ara víðari arbeiði, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlan tic Petrol eum. – Vit fegnast um keyp­ ið hjá Atlan tic Petrol­ eum. Saman set ingin av loyvum og førleikum hjá feløgunum báðum er eftir okkara metan eitt gott grundarlag fyri at seta ferð á víðari vøkstur hjá Atlantic Petroleum, siga stjórarnir í Volan­ tis Exploration, Nigel Thorpe, Andrew Mortim­ er, David Marsden og Alex Strong, stjórar í Volantis Exploration. Keypsprísurin fyri Vo lantis Exploration verð ur upp til 8 milliónir pund ella slakar 70 milli­ ónir krónur. Atlantic Petroleum keypt bretsk oljufelag OLJUVINNA Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum skrivaði leygardagin undir keypssáttmála um at keypa allan partapeningin í bretska oljufelagnum Volantis Exploration Limited Ógreiða um lønina Skal Ólavur Rasmussen hava lønina nú frá Tvøroyrar kommunu fyri arbeiðið við Saltsiloni, skal peningurin mótroknast fráfaringarlønini sum prestur Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt at stuðla Saltsilo-ætlanini, men spurningurin um lønina hjá oddamanninum Ólavi Rasmussen hongur í leysari luft