mánadagur 16. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
6
Sosialurin
kappingin
Summar
Must-see: Tivoli
Hóast parkin varð løgd fyri so
mongum árum síðani, er støddin í
dag tann sama sum tá.
Hvørt einasta ár vitja beint
niðanfyri 4 mió fólk í Tivoli, og
er hetta mest vitjaða ferðastaðið
í Danmark. 87 prosent av teimum
vitjandi eru danir.
Um hugt verður eftir líknandi
parkum í útheimi, so er Tivoli á
einum 3. plássi, tá talan er um
vitjanir. Bert Disneyland Paris og
Europa Park í Týsklandi hava fleiri
vitjanir enn Tivoli.
Tivoli í Keypmannahavn er kort
ini annað enn ein stuttleikapark.
Her finst eisini ein ævintýrgarður
sum nógv bara njóta at ganga
ígjøg num.
Ein partur av skránni eru
tær serstøku rokkkonsertirnar
fríggja kvøld. Millum tey sum
fara at framføra her í summar eru
Roxette, Savage Rose, Sort Sol,
Nick&Jay og okkara egni Teitur,
ið verður at hoyra her 10. juni.
Umsetningurin hjá Tivoli liggur
um 950 mió krónur um árið. Her
arbeiða 1500 fólk um summarið,
sum svarar til 782 fulltíðarstørv.
Keypmannahavn: Tivoli lat upp í 1843, og telist
millum heimsins elstu stuttleikaparkir.