mánadagur 16. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
8
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Seljarin er Fíggjarligt Støðu
festi, sum eftir yvirtøkuna
av virkseminum í gamla
Amagerbanken hevur skilt
teir sunnu partarnar burtur
úr og sett teir til sølu í eini
skipaðari sølutilgond.
Áhugin hjá BankNordik
fyri at taka yvir sunnu part
ar nar
av
Amagerbanken
er í samsvari við strategi
bankans um vøkstur, sum
hevur verið leiðregla fyri
sterku menning bankans
seinnu árini. Strategiin bygg
ir á eitt tætt samband við
kundarnar, stramma stýring
á kredittøkinum umframt
at dentur verður lagdur á
lønsemi í øllum virksemi.
BankNordik keypti í fjør
níggju deildir frá Sparbank
í Jyllandi og á Fyn umframt
tríggjar deildir í Grønlandi.
– Vit vilja fegin víðka virk
semið í Danmark enn meira.
Fremst av øllum ígjøgnum
natúrligan vøkstur, men vit
hava eisini hildið eitt vakið
eyga
við
møguleikanum
fyri at yvirtaka áhugavert
virk semi, sum hóskar til
tann háttin, vit ynskja at
reka banka. Eins og Amag
er banken leggja vit dent á
góða kundatænastu og tøtt
sambond við lokala mark
naðin, sigur Jan us Pet er sen,
forstjóri í Bank Nordik.
Hendan møguliga íløgan
hjá BankNordik verður lut
víst fíggjað við egnum pen
ingi og lutvíst við at styrkja
bankans longu framm an
undan sterka kapi tal grund
ar lag. Bankin hevur samskift
við
útvaldar
stovns ligar
íleggj arar, sum stuðla undir
íløguna og hava givið bind
andi tilsøgn um at veita
hybrid kapital til ein mun
andi part av fíggingini av
keyp inum.
– Við einum solvens pro
senti á 17 við ársenda 2010 er
BankNordik ein av sterkastu
bankunum í Norðurlondum,
og bankin hevur í eitt langt
áramál víst gott lønsemi,
vísir stjórin á.
Við atliti til sølutil gongd
ina vil bankin ikki siga meira
um støddina og treytirnar á
boðnum
– Tí kann BankNordik,
sum nú er, ikki greina
fíggj ar ligu, handilsligu og
fyriskipanarligu avleiði ng
ar nar, sum kunnu væntast
at standast av einum møgu
ligum
keypi.
Fíggjarligt
Støðu festi hevur ætlanir um
eina skjóta viðgerð av inn
komnu tilboðunum og av
gerð um keypið, sigur Janus
Petersen.
BankNordik
bjóðar upp á
Amagerbankan
BÚSKAPUR BankNordik hevur í dag latið inn eitt bindandi
boð um at keypa partar av virkseminum hjá Amagerbanken,
men talan er bert um sunnu partarnar av bankanum
Ongantíð áður hava so
nógvir húsvognar ver ið
savnaðir á einum staði
sum á Summar Festi
valinum í fjør. Megin
parturin av føroysku
húsvognunum
var
savn aður í Klaksvík, og
líkt er til, at aftur í ár
verður rættilig inn rás av
húsvognum í Klaks vík í
sambandi við Summ ar
Festivalin, siga fyri reik
ararnir.
Eisini koma nógvir
bátar til Klaksvíkar á
festivalinum, og kring
vágna verður gjørt nógv
burtur úr fyri at fáa
pláss til teir mongu bát
arnar.
Tey, sum vilja tryggja
sær pláss til sín húsvogn
ella bát, skulu seta seg í
samband við Norðoya
Kunningarstovu,
sum
umsitir plássini.
Tað er eisini populert
at tjalda á Summar Festi
valinum, og tað ber til at
tjalda í tveimum ymisk
um økjum. Eitt øki er
sett av til familjur, og
eitt annað øki er til tey
ungu.
Summar Festivalurin
verður hildin í døgunum
frá 4. til 6. august.
Stórur áhugi
fyri Summar
Festivalinum
FESTIVALUR Roknað verður
aftur í ár við sera nógv
húsvognum, bátum og tjøldum
á Summar Festivalinum.
Eirikur Lindenskov
Endamálið var, at Kveik
skuldi gera tað lættari hjá
teim um, sum taka avgerðir
og útvega fólk, at fáa eyga
á kvinnur við dyggum før
leikum. Ein snarvegur at
gera kvinnu liga tilfeingið í
okkara sam felag sjónligt og
lætt atkomandi.
– Tá varð áhaldandi sagt,
at kvinnur ikki høvdu hug
at bjóða seg fram, og at tað
var orsøkin til, at so fáar
kvinnur vóru í vinnulívinum,
nevndum, álitisstørvum og so
frameftir. Men sjálvar trúðu
og trúgva vit framvegis, at ein
orsøk til, at kvinnurnar eru
sera fáar í eitt nú privatum
nevndum er, at tær ikki eru
eins lættar at fáa eyga á, tá
leitað verður eftir fólki við
røttu førleikunum.
– Tær kvinnur, sum valdu
at skráseta seg á Kveik.fo
valdu soleiðis at vísa sínar
førleikar fram, og á henda
hátt gera vart við, at tær eru
har, og eru áhugaðar í at fáa
tilboð
um
nevndarsessir,
álitis størv v.m., siga stig tak
ar arnir.
Ætlanin við Kveik.fo var
frá byrjan, at heimasíðan við
tíðini skuldi mennast víðari
til eina meira fjølbroytta
heimasíðu/dátugrunn. Fyri
at røkka hesum var tó neyð
ugt at fáa Kveik kjølfest hjá
einum eigara, sum hevði
áhug an,
førleikarnar
og
motiva sjónina
at
standa
fyri víð ari menningini. Leita
hevur tí verið í eina tíð at
finna røttu arvtakararnar til
Kveik.fo.
– Valið er fallið á Vinnu
húsið og Føroya Arbeiðs
gevara felag, tí vit meta, at
hetta er eitt felag, sum hevur
førleika og orku at menna
síðuna víðari. Harumframt
hevur Vinnuhúsið játtað, at
hóast síðan verður broytt, og
mennirnir skjótt sleppa uppí
part, so verður tað framvegis
einfalt at finna skikkaðar
kvinnur, og á tann hátt verð
ur andin í upprunaliga Kveik
varðveittur, siga stig tak ar
arnir, sum í dag avhendaðu
Kveik til Vinnuhúsið.
– Tað er altíð ein tørvur
á vælskikkaðum kvinnum
og monnum til álitisstørv í
vinnuni. Tí hevur Vinnuhúsið
átikið sær at veita hesa tæn
astuna og at røkja og menna
heimasíðuna www.kveik.fo.
Ímóti sumri kemur ein dag
førd útgáva av Kveik, sigur
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sum nú eigur
dátugrunnin.
Kveik.fo flytur til Vinnuhúsið
KVINNUR »Rætti maðurin er ofta ein kvinna!« Undir hesum slagorðinum lat kveik.
fo upp 10. apríl í 2007. Nú er kveik.fo latin Vinnuhúsinum til ognar
Kveik var eitt
sjálvboðið átak,
sum Janet Fríða
Johannesen, Gunvør
Balle og Bjørt
Samuelsen tóku
stig til. Átakið varð
fíggjað av ymiskum
stuðlum, har
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur verið
høvuðsstuðul. Á
leið 350 kvinnur
hava skrásett seg
við førleikum og
royndum á Kveik.fo,
og hagtølini vísa, at
tað javnan verður
leitað í profilunum.
Fakta