mánadagur 16. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
8
Sosialurin
kappingin
Summar
Ferðatrygging
Minst til at kanna um trygg ingar-
viðurskifti eru í lagi, tá tú fert at
ferðast. Spurningar kunna vera
um tú ferðast ofta ella sjáldan,
um alt húskið er tryggjað, ella um
trygg ingin skal vera til einstakar
persónar, fyri hvørji lond er tín
trygg ing galdandi og hevur tú tørv
á av boðstrygging?
Heimurin er stórur og fullur
av spennandi upplivingum, og tí
er umráðandi at tann ferðandi er
tryggjaður bæði so og so. Her hava
tryggingarfeløgini royndir at oysa
út av.
Stuldur uttanlands
Um okkurt verður stolið frá
tær, meðan tú ert uttanlands, so
skal stuldurin fráboðast til løg-
regl una á staðnum. Løgreglan í
Føroyum tekur ikki ímóti hesum
fráboðanum.
Hendir stuldurin í Danmark, so
hevur tú møguleika at fara inn á
heimasíðuna hjá løgregluni í Dan-
mark www.politi.dk fyri at frá-
boða stuldurin. Minst til at printa
kvittanina frá løgregluni út, soleiðis
at avrit kann verða sent trygg-
ingarfelagnum.
Ferðast við bili
Skalt tú ferðast við bili, so lat ikki
lutir, ið hava virði, liggja sjónliga
frammi.
Freista ikki tjóvar við at lata
virðismiklar lutir, so sum GPS´arar
og Ipod liggja sjónliga frammi í
bilinum.
Tak lutirnar, ið hava virði, við
tær, tá tú fert frá bilinum, ella
stong lutirnar inni í til dømis
handkarúminum. Tað kann hava
týdning fyri tín rætt til at fáa
endurgjald fyri stolnar lutir, um
hesir hava ligið frítt frammi.
Áðrenn eina ferð verður nógv gjørt
fyri at fyrireika alt so væl sum
tilber. Neyðugt er eisini at hugsa um
ferðatryggingina í hesum sambandi.
Hent trygdar-
ráð á ferðini
INNBROT
Mangan hava innbrotstjóvarnir
lætt spæl, men ein hevur tó ikki
fyri neyðini at hava virðislutir
liggjandi frammi í bilinum
Eikin Sp/f, tel. 321030, fax 316590, eikin@eikin.fo
Landsins størsta úrval – og bestu prísir
www.eikin.fo
19.500
Prísdømi
Sosialurin 341800
Mano háglans køkur
Rimini køkur
Vit selja Kvik køkar og baðirúms møblar
fyri danskan útsøluprís
Kom út í Eikina og fá eitt prát – Nógv sera góð tilboð
Mano Sera køkur
UPPKVIKKANDI PRÍSIR
Skjótt og gott