Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 Sosialurin Finnur Jensen Ber tú nakað varandi brek? Hvussu er heilsan hjá tær í mun til aldurin? Er tú limur í nøkrum fak­ felag? Hesar tríggjar spurningar og aðrar við hava vit skyldu at svara í heyst, tá fólkalteljarar banka á dyrnar og biðja um útfylla eitt spurnablað. Um vit nokta, ella um vit svara skeivt við vilja, so kunnu vit vænta eina bót. Tað er veruleikin, eftir at ein meiriluti í Løgtinginum leygarnáttina endaliga sam­ tykti umstrídda uppskotið um manntal, sum skal slóða fyri umfatandi fólkateljing í heyst. Smávegis broytingar Fleiri hava annars sáað iva um uppskotið, tí tað gongur privatlívinum ov nær. Bæði politikarar og løgfrøðisligir serfrøðingar hava róð fram­ undir, at uppskotið er í stríð við bæði mannarættindi og grundlógina. Løgtingið tók atfinn ing­ arnar til sín og beindi upp­ skotið aftur í nevnd. Men tá uppskotið kom úr aftur – nakrar tímar seinni – vóru broytingarnar fáar. Í nýggja uppskotinum, sum varð samtykt, eru kom­ nar nakrar nágreiniligari áset ingar um krøv og heim­ ildir hjá sonevndu teljar un­ um, sum skulu banka á dyr og syrgja fyri, at fólk svara spurna bløðunum. Men kravið um svarskyldu stendur við, og tey, sum nokta at svara ella svara skeivt við vilja, kunnu revsast við bót. Revsiheimildin finst longu Í nýggja álitinum, sum varð skrivað, rættvísger meirilutin í fíggjarnevndini revsingina við at vísa á eina lóg frá 1991, sum longu gevur heimild til at sekta tey, ið ikki veita neyðugar upplýsingar. Tað er lógin um Hagstovu Føroya, sum gevur stovninum heimild til at krevja sær slík­ ar upplýsingar. Í § 5 stendur, at »tann, sum ikki rættstundis veitir tær upplýsingar, ið verða kravd ar av honum eftir grein 3 og 4 við vilja ella við grovum ósketni veitir rang­ ar upplýsinar, verður sekt­ aður.« Í stríð við mannarættindi Hinvegin hevur Birita Lud­ víksdóttir, løgfrøðisligur ráð­ gevi í løgtingsumsitini í notati viðheft fyrra álitinum víst á, at svarskyldan kann vera í stríð við artikul 8 í evropeiska mannarættindasáttmálan, sum staðfestir, at øll hava rætt til virðing fyri sínum privat­ og familjulívi. Hóast sáttmálin góðtekur, at almenni myndugleikin í serligum førum kann gera inntriv í henda rættin til privat lív, metir hon ikki, at fólkateljingin er ein nóg góð orsøk til tess. »Tað er ilt at fáa eyga á, at tað er “neyðugt í einum demokratiskum samfelag” at áleggja einum privatpersóni bót, um hann av onkrari orsøk ikki ynskir at svara ávísum spurningum í spurn­ arblaðnum,« skrivar løg frøðis­ ligi ráðgevin m.a. í notatinum til løgtingslimirnar. Í lagi at revsa Kunningarráðgevin hjá Mann tali, Øssur Winthereig, er hinvegin ikki samdur við løgfrøðiliga ráðgevan á løg­ tingsskrivstovuni ella minni­ lutanum í fíggjar nevndini um, at tað er skeivt at revsa tey, sum ikki vilja svara spurna blaðnum. – Av royndum veit man, at tað ikki letur seg gera at fáa øll at svara, um tað verður sjálvboðið fyri borgarar at svara. Tí er tað mett neyðugt at áleggja fólki at svara spurningunum, sigur Øssur Winthereig. Hann metir ­ í mun til løg­ frøðiliga ráðgevan – at inn­ trivið er forsvarligt. – Hendan skyldan fyri borgaran verður mett at vera eitt minni inntriv sæð í mun til nyttuna, sum sam­ felagið fær av úrslitinum av manntalinum, sigur Øssur Winthereig, sum sipar til, at alt Føroya fólk kann fáa ágóðan av tí, sum spyrst burturúr hagtalslýsingini í heyst. finnur@sosialurin.fo Løgtingið: Útfyllið spurna­ blaðið ella fáið bót! Tey, ið nokta at útfylla spurnablaðið í heyst, kunnu vænta sær eina bót. Løgtingið samtykti leygarnáttina umstrídda uppskotið um manntal, sum skal slóða fyri eini umfatandi fólkateljing í heyst. Ætlar tú tær ikki at svara? Set teg í sam band við okk um, um tú um hugsar at nokta at út fylla spurna blaðið í heyst. Finnur Jensen Ikki allir føroyingar eru so fegnir um, at teir skulu svara spurna blaðnum, sum kemur í hvørt húsar­ hald í heyst. Tað sæst á bæði por talum og kjak­síðum á netinum, har fleiri skriva, at tey beinleiðis ætla at nokta at svara spurn­ ingunum og kunnu sostatt vænta ein bót. Hetta er áhugavert, tí um fleiri eru, sum nokta at svara og so­ leiðis ikki verða fevnd av fólka telj ing ini, dett­ ur sjálvt grund arlagið undir fólka telj ingini burtur. Vit á Sosialinum ynskja tí fegin at vita, um fleiri føroyingar eru, sum ganga við hes um tonkum. Send okkum ein meyl, har tú stutt greið ir frá, hví tú ætl ­ ar tær at nokta at út­ fylla spurnablaðið og annars um tú ert til reiðar at fáa eina bót fyri stríðið. Adressan er: finnur@sosialurin.fo Í mun til verk ætl­ anina Manntal ætla vit á Sosialinum okk­ um ikki at avdúka tín samleika um 80 ár. Soleiðis sá forsíðan til spurnablaðið til royndarteljingina í heyst út. Í heyst skulu øll útfylla eitt líknandi spurnablað – annars fáa tey bót