Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 10 Sosialurin TØKK TØKK Syngja smáar aldur við Oyrina sorgarljóð um eina lívsglaða skyldkonu , sum vaks upp á Sandteignum - við Skarðsá og Toftagarð og hevði røtur í Heiðriksstovu tætt við Sjóvartún - við Oyndarfjørð. Lívsglaða skyldkona á hesi jørð, nú svevur tú um Heygar ein søtan blund og droymir um lív – við gleði og tógvið stríð – á hesi heimsins grund - saman við manni, børnum og bygdarfólki á lívsins ferð, um Fløtugerð við fótbóltsvøll og Innandals, við sjóvarstrond og onnur bygdalond. Tú elskuliga, Judith, vina mín – so lyndisblíð um títt fitta snýð, í lund og sál, um dagsins mál og hvønndagslív, um garðarlið, stýggj og hamralíð. Títt hjartalag – var eitt aldudrag, sum smáaldur kvøða um við sand og Oyrina. Tú farin ert í vetrarblund bert eina skamma stund. Ein dag kemur úr skýgloprum niður ein hvítur maður við sprelskum einglum, sum hoppa og dansa í leysari luft í lýggjum kyldum og syngja:“ Judith, reis teg úr grøv – kom nú á ein ævigan, hugfarsligan gleðisfund!” Frits Nøvn Skyldkonuni, Judith hjá Griasi, til minnis Smiðjan í Gøtu, sum fyri fáum mánaðum síðani læt aftur, letur nú upp aftur við nýggjum eigarum. Móttøka verður í dag við nýggjum navni, ÁWAY. Tað eru brøðurnir, Tollakkur og Álvur Joensen, sum hava keypt smiðjuna. Umframt alt vanligt smiðjuarbeiði hava teir eisini umboð upp á Toyota trukkar. Smiðjan, sum framman undan æt Normek, hevði nógv fólk í arbeiði. ÁWAY, sum letur upp í dag, hevur móttøku millum klokkan 15 og 17. Smiðjan í Gøtu letur upp aftur