Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 10 Sosialurin kappingin Summar Vanliga uppliva tey ferðandi mest, meðan tey eru til gongu á einum staði. Men nú er eitt nýtt tilboð komið fram: At uppliva Keyp­ mannahavn í renniskógvum. – Vit hava valt at samantvinna mosjón, sightseeing og lokalan kunnleika, sigur 32 ára gamla Lena Andersson, stjóri í Running Copenhagen. Endamálið er at rennararnir skulu fáa eina øðrvísi fatan av býnum, hitta fólk á gøtuni og ikki bert síggja tey siðbundnu støðini sum t.d. Tivoli, Lítlu Havfrúnna og Nyhavnina. – Tær bestu upplivingarnar í einum býi fær ein, tá ein hittir tey lokalu. Og tá ferðaleiðarar okkara sjálvir eru úr Keypmannahavn og haraftrat royndir rennarar, er hetta ein vissa fyri, at fólk fáa nakað burturúr, sigur Lena Andersson við politiken.dk. Øðrvísi uppliving Hugskotið til renni­konseptið fekk Lena ein morgunin, hon rann í eyst­ urríkska høvuðsstaðnum Wien saman við einum staðkendum – og fekk eina heilt øðrvísi uppliving. Sjálv hevur hon vitjað nógvar stórbýir, og runnið sær ein túr, uttan at nærkast teimum lokalu nakað serligt. – Eg vóni eisini at kunna skipa fyri rennitúrum, sum ein part av tiltøkum í fyritøkum. Sjálv hevði eg fegin viljað verið við til hetta, tá eg havi ferðast uttanlands, greiðir Lena Andersson frá. Á rennitúrinum tekur hon myndir av luttakarunum, sum teir síðani kunnu heinta á heimasíðu hennara. Running Copenhagen hevur í løtuni tveir fastar túrar um vik­ una, umframt tilboð um event­ renn ing í samband við ávís til tøk í Keypmannahavn. Allir túr ar nir byrja við standmyndina av H.C. Andersen og enda á Ráð hús pláss­ in um. Felagið ”Running Copenhagen” hevur sum mál at skipa fyri rennitúrum fyri ferðafólkum og forrætninsfólkum í danska høvuðsstaðnum. Renn og uppliv býin Tveir túrar Running Copenhagen skipar fyribils fyri tveimum føstum túrum. Annar teirra er City Tour, sum er fríggjadag og leygardag kl. 10, er 8 km. langur og tekur 90 minuttir. Hann gongur – ella rennur – framvið Fólkatinginum, Amalienborg og Lítlu Havfrúnni. Hin túrurin Business Tour er týsdag og hósdag kl. 7 og tekur ein tíma. Hann gevur forrætningsfólkinum ein møguleika at uppliva annað enn flogvøllir, hýruvognar og rennibondini á heilsurúminum á hotellunum.