mánadagur 16. mai 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tvey mál frá 19 ára gamla David
Asare var tað, sum skuldi til, so FC
Suðuroy leygardagin vann á FC
Hoyvík, ið vitjaði á Vágseiði. Longu
frá byrjan var heimaliðið grammari
og hevði onkrar heilt góðar kjansir,
men tað var ikki fyrr enn eftir spæl
í góðan hálvan tíma, at David Asare
fann meskarnar fyrru ferð og legði
FC Suðuroy á odda 1-0, sum eisini
var hálvleiksstøðan.
Eisini í seinna hálvleiki stóð FC
Suðuroy fyri tí nógva og spældi
seg til fleiri málmøguleikar, men
tað bragdaði bert ta einu ferðina
mitt í hálvleikinum, tá Asare varð
spældur leysur mitt fyri og skoraði
trygt til 2-0. Samstundis kundu
suðuroyingarnir fegnast um, at teir
framvegis eru ósigraðir í kappingini
og tí eisini eiga oddasessin í 1.
deild.
Hitt suðuroyarliðið, TB, var
í Havn og spældi ímóti teimum
næstbestu hjá HB, og tann dysturin
endaði við tryggum 5-1 sigri til
gestirnar, sum eisini vóru á odda 2-0
í steðginum. Málini í fyrra hálvleiki
skutu Aron Sørensen og Ragnar
Tausen innan fyri ein minutt, tá
stutt var eftir til hálvleiks.
Mitt í seinna hálvleiki økti Tórur
Mortensen til 3-0, áðrenn Pál Mohr
Joensen minkaði um munin fyri HB,
ið tó fekk enn tvey mál ímóti sær, tá
fyrst Aron skoraði aftur og Teitur
Justinussen tveir minuttir fyri tíð
staðfesti 5-1 sigurin hjá TB, ið vann
uppiborið og stórt sæð ongantíð
fekk nakað veruligt mótstpæl frá
HB.
Fleiri stórsigrar
Millum tey fremstu liðini, ið kappast
um at vinna sær uppflyting, liggur 1.
deildarliðið hjá NSÍ, sum í løtuni er
nummar tvey og liggur millum FC
Suðuroy og TB á stigatalvuni. Um
vikuskiftið vann NSÍ 5-1 á 07 Vestur,
ið enn einki stig hevur vunnið sær,
men sær út til at vera beint á veg
niðuraftur.
Longu í fyrra hálvleiki høvdu
Árni Frederiksberg, Rógvi Højgaard
og Hugues Namni lagt NSÍ á odda
3-0, og hóast Karl Jóhan Djurhuus
eitt korter inn í seinna hálvleik
minkaði
um
munin,
skoraðu
Andrias á Líknargøtu og Óli Hansen
hvør sítt mál, so NSÍ í fimta sigr-
inum á rað vann 5-1.
AB, ið sum skjótast ætlar sær
uppaftur í bestu mansdeildina,
vann somuleiðis stórt í sínum dysti,
ið var tann síðsti leygardagin. Tað
endaði 5-2 til AB, tá teir næstbestu
hjá EB/Streymi vitjaðu, men eitt
sindur kløkkaðu gestirnir, tá teir
fóru framum 2-1 stutt fyri hálvleik.
Bjartur Kjærbo Dam legði AB
framum 1-0 longu í sætta minutti,
men tá lítil hálvur tími var farin,
javnaði Esmar Eiðisgarð og fýra
minuttir fyri steðgin legði Allan
J. Hansen EB/Streym framum 2-1.
Men tveir minuttir seinni varð
brotsspark gjørt ímóti Milan Kuljic,
ið sjálvur skjeyt og skoraði til 2-2.
Í seinna hálvleiki gekk næstan
ein hálvur tími, uttan at nakað
mál kom aftrat, men so skoraði
Nicolaj Eriksen fyrst tvey og Jónas
Stenberg eitt, so dysturin endaði 5-2
til argjamenn.
Skála fótar sær
Hóast tað ikki er so langt síðani,
at Skála var við í kappingini um at
gerast føroyameistari í bestu deild-
ini, er nógv broytt. Liðið hevur
verið niðri í triðbestu deildini og
vent, og mestsum allir eru skiftir
út, sum vóru við á besta mans-
liðnum á Skála í 2005, tá tað kundi
verið endað við einum føroya-
meistaraheiti, um alt gekk eftir vild
síðsta kappingardagin.
Nú er Skála í ferð við at ar-
beiða
seg
uppeftir
aftur,
og
hóast tað sá svart út at byrja við
í ár, so eydnaðist leygardagin at
vinna annan sigurin á rað, tá teir
næstbestu hjá Víkingi vitjaðu, og
Skála er í veruleikanum bara seks
stig frá einum uppflytingarplássi
nú.
Fyri góðari viku síðani vunnu
skálamenn á útivølli 4-0 á 07 Vestur,
og nú leygardagin vunnu teir so á
heimavølli 3-0 á Víkingi, ið millum
annað er einasta liðið, sum hevur
tikið stig frá FC Suðuroy. Jákup
Johansen og Niklas Poulsen skutu
tvey mál í fyrra hálvleiki, og 10
minuttir fyri tíð økti Erland Berg
Danielsen til 3-0.
hilmarjan@sosialurin.fo
Suðuroyarliðini
og AB – og NSÍ
Fótbóltur FC Suðuroy, TB og AB kappast um tey bæði plássini til uppflyting, men
samstundis liggur næstbesta manningin hjá NSÍ og blandar seg heilt har frammi
StórSIGrAr
TB var millum liðini, sum leygardagin vunnu stórsigrar, tá tvøramenn í Gundadali vunnu 5-1 á teimum næstbestu hjá HB
Mynd: Álvur Haraldsen