mánadagur 16. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Seinnapartin í gjár fóru átta
føroyingar at stríðast um heiðurin
at vera føroya sterkasti maður. Tá
var árliga føroyameistarakappingin.
Har vóru átta vøddamiklir menn í
harðari kapping, tí hvør teirra bar,
lyfti og hildu væl yvir eitt tons,
áðrenn tað var greitt, hvør var
sterkastur.
Jákup Suni Berg vann kapp ing
ina. Hann stóð best best í bólk unum
bonkpress, at lyfta bobbens og at
renna við loddum upp gjøgn um
trappur. Hann vann eisini stamm
una.
Tað var Heini Hátun, sum vann í
conanwheel. Bogi Hammer og Heini
Hátún vunnu báðir í bólkunum
deadlift, sum er at lyfta dekk.
Royndir og óroyndir
Tað vóru bæði royndir og óroyndir
menn, sum bjóðaðu seg fram at
vinna føroyameistarakappingina
í ár. Herman M. Hermansen og
Bárður
Poulsen
hava
drúgvir
roynd ir. Bogi Hammer, Jákup Suni
Berg og Finnur Poulsen vóru við í
fjør. Heini Hátún, Johnfinn Hentze
og Bjarni Joensen vóru nýggir í hes
um høpi.
Gunnar Grækarisson, sum vann
í fjør, hevði ikki møguleika at verja
heitið í ár, men hann var við sum
høvuðsdómari. Gunnar Hjelm var
hjálpardómari.
Tað var eingin, sum stóð Jákup
Suna Berg kurl. Hann vann við
44,5 stigum, sum er 7,5 stig fleiri
enn nærmasti kappingarneytin,
Jónfinn Hentze.
Samlaða støðan
í kappingini:
1. Jákup Suni Berg . . . . . . 44,5 stig
2. Jónfinn Hentze . . . . . . 37,0 stig
3. Heini Hátún . . . . . . . . 36,0 stig
4. Bogi Hammer . . . . . . . 32,5 stig
5. Herman M. Hermansen. . 21,5 stig
6. Bárður Poulsen . . . . . . 18,5 stig
7. Finnur Poulsen . . . . . . 16,0 stig
8. Bjarni Joensen. . . . . . . . . 7 stig
Uni Holm Johannesen
Føroysku
spælararnir
í
íslendskum
fótbólti
fingu
einki burturúr, tá ið Valur í
kvøld spældi grannauppgerðá
útivølli ímóti Fylkir.
Jónas Þór Næs, Pól Jóhannes
Justinussen og Christian R.
Mouritsen vóru allir millum
teir fyrstu ellivu hjá Vali.
Í hálvleikinum var 10 til
Fylkir. Christian R. Mouritsen
kom ikki á vøllin eftir steðgin,
og
tíggju
minuttir
eftir
hvíld ina varð Pól Jóhannes
Justinussen
skiftur
út.
Tjúgu minuttir undan leikloki
økti Fylkir um leiðsluna, og
tað var ikki fyrrenn í evstu
løtu, at Valur minkaði um
munin til 21, sum eisini
gjørdist
endaliga
úrslitið.
Mál skjútti
hjá
Vali
var
Jónas
Þór
Næs,
sum
spældi allan dystin á tamb.
Valur hevur seks stig fyri fýra
dystir.
Føroysku spælararnir og
liðfelagarnir løgdu bragdliga
fyri við tveimum sigrum, men
síðani hava teir tapt tvær
ferðir.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Avgerðin ber í sær, at Ståle
Solbakken verður ikki norskur
lands liðsvenjari
næsta
ár,
hóast hann og norska fót bólts
sambandið gjørdu eina avtalu
um tað í november í 2009.
Nú tann avtalan er farin fyri
bakka, hava fótbóltssambandið
og FC Köln tingast um eina
hóskandi samsýning.
Ståle Solbakken hevur verið
venjari hjá FC København
síðani 2006 og hevur fingið
sera góð úrslit við felagnum.
Frammanundan
var
hann
venjari hjá norska felagnum
HamKam.
uni@sosialurin.fo
Fótbóltur Venjarin hjá FC
København, Ståle Solbakken,
skal næsta kappingarár venja
týska Bundesliga-felagið FC
Köln. Tað bleiv kunngjørt í dag
Ståle
Solbakken
til Köln
Fótbóltur Føroyski
landsliðsspælarin pyntaði um
støðuna fyri Val, sum tapti
2-1 á útivølli ímóti Fylkir
Jónas
skoraði
í Íslandi
Jákup Suni
er sterkastur
Fótbóltur Jákup Suni Berg vann fýra av seks kappingum í høllini
á Hálsi í gjár, og hann vann heitið sum føroya sterkasti maður
Savnsmynd