Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Tríggir dystir eftir at leika og fimm stig upp til FC Kolding, sum liggur beint omanfyri niður flytingar­ markið. Tað sær av sonnum tungt út hjá FC Fyn og Hvidovre, har tveir av okk ara evnaríku fótbóltsleikarum spæla dagliga. Viljormur Davidsen telist mill­ um stuðulsleikararnar hjá FC Fyn, har hann røkir sessin sum vinstri bakkur so at siga hvønn dyst. Fríggjakvøldið spældu hann og lið­ felagarnir í móti oddaliðnum AGF, sum longu hevur tryggjað sær sess í landsins bestu fótbóltsdeild eftir summarsteðgin. Ikki óvæntað fór AGF við øllum, men hetta eftir at FC Fyn hevði verið á odda 1­0 og síðani javnaði til 2­2. Tað var tó ongin ivi um, at AGF var rætti vinnarin av dystinum, har Viljormur spældi samfullar 90 minuttir á bakkinum. Øðrvísi er støðan hjá Øssur Dalbúð, sum skifti ÍF út við Hvidovre í januar. Áleyparin hevur verið skaddur í trimum umførum, men hevur kortini fingið nakrar dystir á besta liðnum. Í gjár varð hann skrásettur fyri enn ein dyst, tá hann var skiftur inn tveir minuttir fyri leiklok í javnleikinum í móti FC Vestsjælland. Eina stigi merkir, at Hvidovre og FC Fyn nú eru ávjøvn í stigum við 23 hvør. Atli fekk eitt stig Nakað betri sær tað út hjá Atla Danielsen í FC Roskilde, sum hevur 14 stig fleiri enn tey bæði botnliðini við føroyingunum. Klaksvíkingurin spældi sum vant dystin á tamb á sentrala miðvøllinum, men mátti tíverri ásanna, at tað eydnaðist Hobro at vinna tveymála leiðsluna innaftur, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki. rolant@sosialurin.fo Føroyingar flyta niður 1. división Tað skulu smá undurverk til, um liðini hjá Viljormi Davidsen og Øssur Dalbúð skulu flyta niður í triðbestu donsku fótbóltsdeildina Alt bendir á, at Viljormur Davidsen og FC Fyn flyta niður í triðbestu donsku fótbóltsdeildina Rólant Waag Dam Fyri viku síðani sá tað rættiliga gott út hjá Aarhus Fremad, har Krzysztof Popcynski stendur við róðri og Johan Troest Davidsen stýrir verjuni. Tá var bert eittans stigi millum teirra lið og oddaliðið Blokhus FC. Eftir at 25 umfar er av, er munurin nú fimm stig, tí Aarhus Fremad tapti 0­2 á útivølli fyri Varde. Enn er tó møguleiki fyri, at pólski venjarin, sum áður hevur vunnið gull í Føroyum, eisini fer at vinna gull í Danmark, tí framvegis resta fimm umfør av triðbestu donsku fót bólts­ deildini. Lava loysti av Longri niðri í deildunum, í Keyp mannahavnarseriuni, sum svarar til fimtu bestu donsku deildina, lá væl fyri hjá Andreas Lava Olsen og BK Frem. Leir­ víkingurin setti hol á fyri Frem, sum vann heili 0­7 á KB á útivølli. Áleyparin, sum undan skaðanum í fjør taldist millum leikararnar, landsliðsvenjarin Brian Kerr ynskti at hava í sínum hópi, byrjaði inni í dystinum, men skiftur út stutt eftir steðgin. Hóast sjey mál gingu heili 39 minuttir, áðrenn BK Frem fekk hol á. Eftir innlegg stóð Andreas Lava Olsen við handaru stong og stútaði bóltin trygt í netið. Frammanundan hevði áleyparin havt onkran góðan møgu leika, uttan at tað tó gjørdist vanda­ mikið. Frem liggur á odda í Keyp­ mannahavnarseriuni við 51 stigum eftir sjey dystum, níggju stig frammanfyri nummar tvey, ið hevur spælt ein dyst meiri. 35 av hesum stigum hevur vunnið í kappingini undan vetrar steðginum. Við sigrinum og mongu stigunum, hevur BK Frem beina kós í móti fjórðbestu donsku deildini. rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Christian Lamhauge Holst og Silkeborg taptu óvæntað fyri FC Nordsjælland í gjár. Silkeborg liggur betri fyri á stigatalvuni, og kom eisini best frá byrjan í dystinum. Føroyski landsliðsleikarin, sum spældi dystin á tamb í høgra borði, gjørdi vart við seg eftir lítlum korteri, tá hann sendi eitt skot á tvørtræið. Silkeborg stýrdi eisini slagnum hampiliga væl eftir hetta, men hevði trupult við skapa stórar møguleikar. Beint fyri steðgin bragdaði tó, og Silkeborg legði seg á odda. Stutt eftir var Silkeborg nær við at økja, men royndin miseydnaðist. Hinvegin tóktist alt at eydnast hjá FC Nordsjælland, sum gjørdi trý mál á rað innanfyri átta minuttir. Tveir minuttir fyri leik minkaði Silkeborg um munin til 3­2, men tapið fyri FC Nordsjælland var veruleiki. Sostatt er Silkeborg á fimta plássi við 37 stigum, sjey færri enn Brøndby og FC Midtjylland, ið liggja á plássunum, sum geva atgongd til Euro League. Trý umfør eru eftir av bestu donsku fótbólts­ deildini. rolant@sosialurin.fo Átta minuttir koppaðu Holst superligan Átta minuttir brúkti FC Nordsjælland upp á at venda 0-1 til 3-1, tá teir bastu Silkeborg, har Christian Lamhauge Holst gjørdi vart við seg við skoti á tvørtræið Lava fegnast og Troest ilskast lægru deildirnar Andreas Lava Olsen fegnast um enn eitt mál fyri BK Frem, meðan Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popcynski mistu eitt fet í oddastríðnum Andres Lava Olsen var aftur á blettinum fyri Frem Mynd: Rólant Waag Dam