mánadagur 16. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Við brotssparki eitt gott korter fyri
tíð sendi Wayne Rooney Premier
League steypið til Old Trafford.
12. meistaraheitið hjá Sir Alex
Ferguson er veruleiki, samastundis
sum Manchester United samanlagt
yvirhálar Liverpool við 19. Meistara
heitinum. Tað er sjáldan at Sir Alex
Ferguson mistekur seg, men tað
var hvat hann gjørdi, tá hann gav
Tomasz Kuszczak møguleikan í
málinum leygardagin. Hann var
líka við at verða orsøkin til, at
meistaraheits ballið var útsett. Frá
fyrsta bríksli tóktist hann ótryggur
og tað var um reppi, at Blackburn
kom á odda eftir feili frá honum.
Í hinum endanum stútaði Nani á
tvørstongina. Tá fyrri hálvleikur
var tjúgu minuttir gamal, tá gekk
gali og Brett Emerton kundi sparka
eitt innlegg í kassan.
Wayne Rooney hetjan
Ikki fyrr enn eitt korter restaði í
kom forloysandi løtan hjá øllum
Manchester United viðhalds fólk
unum. Javier Hernandez fer tví
sporandi móti baklinjuni, meðan
Blackburn málverjin kem ur í móti
vil fullari ferð. Tað endar við at
Javier Hernandez fer umkoll og
dómarin sigur brots spark. Brots
sparkið umsetur Wayne Rooney
trygt og so kann veitslan byrja.
Bæði Blackburn og Man chester
United vóru nøgtir við eitt stig
og dómarin kundi eins væl havt
bríkslað dystin av tá.
Nummar 19
Á áskoðaraplássunum vóru fleiri
skelti við 19 talinum á. Sipað var
til at hetta er 19. Meistaraheitið
hjá felagnum og tað er eitt fleiri
enn arvafíggindarnir úr Liverpool.
Sir Alex Ferguson hevur enn eina
ferð prógvað, at hann er klárt
besti venjarin í enskum fótbólti.
Manchester United er vaksið við
uppgávuni og sum tíðin hevur
gingið er spælið blivið betri og
betri. Fyri einum hálvum ári síðani
hevði fáur givið Manchester United
ein møguleika móti Barcelona, men
í dag er støðan ein heilt onnur.
Tottenham í Evropa League
Sunnudagin var Tottenham á vitjan
á Anfield í einum dysti um hvør
skal røkka seinasta Evropa League
plássinum. Tottenham misti í farnu
viku møguleikan fyri Champions
League fótbólti komandi ár, men
hesa ferð kiksaði ikki. Rafael
Van der Vaart legði Tottenham á
odda longu eftir níggju minuttir.
Liverpool hevur ikki verið at kent
aftur síðani Kenny Dalglish tók við
um ársskiftið, men sunnudagin var
lítið veiggj í liðnum. Mønustingurin
hjá Liverpool kom tá fyrrvernadi
Everton leikarin, Steven Pienaar, var
feldur í Liverpool brotsteiginum.
Luka Modric umsetti til mál og
sendi Tottenham á Evropa League
kós.
West Ham fluttir niður
West Ham skal komandi ár spæla í
næstbestu deildini, eftir at teir taptu
32 fyri Wigan í einum botnbraki.
West Ham kom annars á odda bæði
10 og 20 í fyrra hálvleiki. Men sum
tíðin gekk kom Wigan fyri seg og
tað endaði við Charles N’Zogbia
kundi tryggja Wigan sigurin í
evstu løtu. Eftir dystin kom fram,
at Avram Grant er koyrdur sum
venjari og tað er sannlíkt at leikarar
sum Scott Parker ikki halda fram í
felagnum.
Spennandi botnstríð
Meðan spenningurin í oddinum
er fokin, so er stórur spenningur
í botninum. Fimm lið eru í niður
flytingarvanda nú eitt umfar er
eftir. Blackburn Wolverhampton,
Blackpool, Birmingham og Wigan
berjast um at sleppa undan teimum
báðum niðurflytingarplássinum.
Fyrsta steypið í 35 ár
Manchester City vann leygardagin
FA Cup finaluna móti Stoke. Man
chester City var omaná allan dystin
og vann uppiborið. Einsamalla
málið skoraði Yaya Toure seint í
seinna hálvleiki. Tað sást greitt,
at sigurin hevði nógv at siga fyri
viðhaldsfólkini hjá Manchester
City, sum ikki hava vunnið nakað í
góð 35 ár. Umframt at vinna FA Cup,
so hava teir ljósabláu eisini tryggja
sær eitt Champions League pláss
komandi ár.
trondur@sosialurin.fo
Manchester vann greipuna
Fótbóltur Manchester United vann Premier League við javnleiki í Blackburn, meðan
grannarnir úr Manchester City vunnu FA Cup finaluna á Stoke. Sostatt er Manchester United
tað liðið í Onglandi, ið hevur vunnið flest meistaraheitið, men teir mugu samstundis taka
niður skiltið har teir vísa á hvussu langtsíðani grannarnir hava vunnið nakað