Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 Sosialurin Kjak Óli Jacobsen Inntøkutrygd fiskimanna skerd av egnum felag Sum fiskimenn hava varnast er minstalønin hjá teimum lækkað við kr. 200 pr. dag. Hetta er gjørt við góðtøku av teirra egna felag. Tað var um 1950, at fiski­ menn fingu minstu lønar skip­ an. Fyrstu tíðina varð hon grundað á inntøkuna fyri eitt heilt ár. Tað eydnaðist so við og við at fáa bøtt um skipanina. Minstalønin kom seinni at verða roknað fyri hvønn ein­ stak an túr, og var hetta eitt stórt framstig. Fekk tryggjað fiski­ monnum fulla dagløn í minstuløn Tá ið eg gjørdist FF­formaður í 1971 var skipanin tann, at minstalønin var ein upphædd, sett við løgtingslóg. Hon svar­ aði pr. dag til umleið til 2/3 av eini vanligari dagløn á landi fyri 8 tímar. Umframt vóru ymisk prísískoyti pr. kg. fisk, sum vórðu løgd omaná minstulønina, sum tískil í summum førum gjørdust nak­ að hægri. Í 1980­unm fekk FF tað hugskot at fáa lagt henda kg­ studning um til sokallaðan dagstudning. Hetta kom at merkja, at fiskimenn fyri hvønn dag á einum túri fingu tryggjað eina fulla arbeið ara­ dag løn á landi, í dag kr. 900 + frítíðarløn. Hetta var eitt sera stórt framstig hjá fiskimonnum, og merkti hetta ein reel hækking í minstulønini uppá upp til 50%. Hetta var kortini ikki nakað, sum kom av sær sjálvum. Tað lá nógv arbeiði aftanfyri, bæði við útrokningum og við at sannføra restina av “skipanini” at taka undir við hesum. Hetta var eisini sera fram­ skygt, tí tað var skjótt, at tíðin var farin frá vanligum kg­ studn ingum. Sjálvt Nyrup Ras mus­ sen mátti bakka fyri fiski manna felagnum Men tað var skjótt, at ein “aka­ demisk klika” á landi fekk ilt í reyvini av hesi skip an, sum hon helt gav fiski monnum alt ov nógv. Hetta gav at býta undir banka kreppuni í 90­ unum, tá ið tað gjørdist ein partur av avtalunum millum donsku stjórnina og føroyskar mynd ug leikar at fara aftur til, at inn tøku trygd in skuldi rokn ast fyri longri tíðar skeið. Hetta vildi full komi liga oyði­ leggja inn tøku trygdina, sum hon var. Men FF fór í herna móti hesi ætlan, eisini ímóti donsku stjórnini, serliga for sætis ráð­ harran Poul Nyrup Ras mus ­ sen, sum í fyrstuni helt fast um, at henda avtalan um inn­ tøkutrygdina skuldi haldast. Her vórðu gjørd nógv krumm­ spring av ymiskum myndug­ leikum, men vit loft aðu teimum øllum. Men fyri at gera eina langa søgu stutta, endaði hetta við, at sjálvt Nyrup Ras mussen bakkaði fyri FF. Tað sama gjørdu føroysku myndug­ leik arnir eisini. Tískil kom inn tøkutrygdin við onkrari tillaging at halda áfram sum hon var. Hetta var ein stórsigur fyri FF, sum við dugnaskapi, snildi, eisini við at seta hart móti hørðum til rætta tíð og eitt sindur av hepni kundi vinna á øllum teimum kreftum, sum tá vóru fyri at taka hesi rættindi frá fiskimonnum. Hetta var enn tá í eini kreppu, sum var mun andi verri enn tann nú ver­ andi. Hetta var eitt bragd, sum fiskimenn saktans kundu verið ernir av. Tað er nakað tað sama søga galdandi fyri skattaskipanina hjá fiskimonnum, bæði við at fáa hana í lag og at verja hana. Hesar báðar skipanir hava tryggj að fiskimonnum, at teirra við urskifti eru so fræg, sum tey eru. Tað er neyvan ivi um, at inntøkutrygdin, sum hon gjørdist, fyri ein stóran part bjargaði fiskimonnum og flot­ anum í kreppuni í 90­unum. Serliga var hetta galdandi fyri línubátaflotan, har inn tøkurnar ofta hava verið lágar. Hetta er ikki minni galdandi fyri hesa seinasta kreppuna. Nú er alt slept av egnum felag Tað er ein sera stórur mun ur á at kunna tryggja fiski monnum eina vanliga dagløn á landi fyri hvønn dag á túrinum og ikki at kunna gera tað, sum støðan er blivin nú. Nú er tað enntá eydnast politisku skipanin við góð­ kenning av FF at sleppa sær púra av við inntøkutrygdina. Hon er løgd til vinnuna at gjalda og umsita við ein um trygdargrunni, har mann ing­ arfeløgini og reiðarafeløgini manna nevndina. Tað er alment váttað av formanninum í nevndini, at henda nevndin einmælt, t.v.s. eisini umboðið fyri fiski menn, hevur samtykt at lækka inn­ tøku trygdina við heilum kr. 200 um dagin, úr kr. 900 í kr. 700. Hetta er kr. 6.000 um mánaðin umframt frítíðarløn! Hetta kemur sjálv andi at raka teir lægst løntu fiskimenninar. Umframt hetta er skipanin sum so oyðiløgd. Meðan hon fylgdi lønargongdini, er nú sett eitt tilvildarligt tal, sum “ráðini” eru til. Henda semjan í nevndini merkir samstundis, at reiðara­ felagið við hesi samtykt reelt er leyst av ásetingini í sátt­ málanum, at hann er treyt aður av óbroyttari inn tøku trygd. Afturat hesum kemur, at nú tað er semja í nevndini um at skerja inntøkutrygdina, krevur tað í veruleikanum eisini semju at hækka hana aftur. Tað er harmiligt fyri fiski­ menn, at ein skipan, sum tað hevur verið so nógv stríð at byggja upp, á hend an hátt skal verða oyði løgd, enn tá við sam­ tykki av fiski manna felagnum sjálvum. Eitt er at berjast manniliga fyri eini sak, og so at koma í minniluta. Men tað er so ikki gjørt her. Tað kann staðfestast, at fiskimannafelagið fyrst hevur lagt navn til, og harvið góðkent nýggju skipanina við minstuløn. Síðan hevur felagið við sínum formanni atkvøtt fyri hesi lækking av minstulønini, hóast hann eins væl kundi atkvøtt ímóti. Tað ber sjálvsagt ikki til tveir mánaðar seinni geva øðrum skuldina fyri ta verri støðu, fiskimenn eru komnir í. Tann sum atkvøður fyri ein avgerð hevur fulla ábyrgd av henni. So stórur munur kann vera á, hvussu tað verður arbeitt! Tað sæst eisini á úrslitinum. • Minka rukkurnar • Styrkir vøddarnir • Ultra/lipo viðgerð uttan skurð • Infrareytt hitateppi Viðgerðir hjá Intone geva 3 ferðir betri/ skjótari úrslit enn aðrar líknandi viðgerðir Les meira um Intone á www.intoneclinic.fo og á Facebook ella set teg í samband við okkum á Tel. 51 61 14 sanna@spirin.fo J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045 Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mána dagin 6. juni 2011 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður aðru vikuna í juni. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Mai-kappingin Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í mars er eitt gávubræv frá in•tone clinic Virði 4.000,- Stra mma kro pp og an dlit u ttan sk urðv iðgerð Vinnari av apríl-kappingini: Maria av Fløtum Reginsdóttur Dalartún 15