Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 2 Sosialurin kappingin Summar Tað er serliga staðsetingin av hotell­ inum, sum hevur gjørt tað so væl umtókt millum fólk úr øllum lond­ um. Ein av teimum vitjandi, sum var luttakari á altjóða um hvørv is­ ráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009 (COP 15) og sum búði her í seks nætur, tók soleiðis til um hotellið: ”Mær dámdi sera væl at búgva her, men eg haldi, at hotellið kundi verið meiri dagført í síni innrætting. Har var tó sera reint inni, eisini í teimum almennu økjunum. Á kamari mínum var alt tað sum kravdist, og her var eitt sjónvarp við fleiri donskum rásum. Her eru danir so vitugir, at teirra show eru á enskum við undirtekstum! Honum dámdi tó ikki brúsu­ rúmið í sama mun, tí brúsan hevði leka. Songin var hóskandi, men honum dámdi ikki púturnar, tí tær tóktust honum heldur stórar. Størsti vansin við hotellinum var kortini hann, at hotellið er granni til ein ”gentleman's club”, har væl av fólki savnaðist. Her hendi tað, at stripparar og útblakaðar fóru til hendurs klokkan 4 um morgunin ta einu náttina. Hinar næturnar vóru tó meiri friðarligar. Tað sum hesin kundin kortini metti sum størsta fyrimunin á Hebron var enn einaferð stað set­ ingin, í nánd av tokstøðini. Starvs­ fólkini í móttøkuni vóru sera dugna lig, fryntlig, tolin og hjálpsom. Serliga tann eini teirra, Jesper, var ein stjørna”. Tað er eitt uppihald á Hotel Hebron, ið kappast verður um miku dagin millum klokkan 11 og 12. TÆNASTA - Vit vilja gera okkara, soleiðis at hvør einasti gestur skal føla seg væl, sigur Peter Bech, stjóri á Hotel Hebron Tætt við Tivoli. Tætt við Hovedbanegården. Tætt við Strøgið. Tætt við miðbýin í danska høvuðsstaðnum liggur Hotel Hebron, ið er væl kent av føroyingum. Í hjartanum av Keypmannahavn Pakkatilboð Ein partur av virkseminum á Hotel Hebron er at útvega gestunum góð tilboð til gisting, saman við ymiskum undirhaldi í býnum, bæði fyri einstaklingar og familjur. Ein slíkur pakki er Tivoli-pakking, har ein kann gista her, eta morgunmat og síðani fara í tivoli. Og hevur ein hug til eina gisting, morgunmat og eina vitjan í djóragarðinum, so finst eisini ein slíkur møguleiki, umframt ein sonevndan Wallmans-pakka við 4-rætta matskrá og góðum showi í býnum. Og hevur tú hug til eitt vikuskifti í danska høvuðsstaðnum, so hevur Hotel Hebron somuleiðis eitt tilboð í so máta.