hósdagur 23. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
Dreingirnir á A-liðnum hjá
Sunda Judofelag hava í all-
an vetur víst seg at havt best
tak á kappingini, og hóðast
teir ikki hava vunnið allar
dystirnar, hava teir alla
kappingina havt munin á
hinum liðunum.
Tískil var spenningurin
ikki heilt í topp áðrenn hetta
síðsta umfarið, tí óvanliga
illa skuldi gangast í hond,
um meistaraheitið skuldi
gleppa teimum av hondum.
Og sundadreingirnir vístu
seg eisini at liva upp til góð-
u úrslitini í vetur, og teir
vunnu allar sínar dystir í
hesum seinasta umfarinum.
Úrslitini av dystunum í
dreingjadeildini sunnudagin
vóru:
SJFa - SJF b 50-0
HJFa - HJFb 50-0
Liðkappingin í judo endað
Seinasta umfar av liðkappingini í judo varð á Oyrarbakka sunnudagin, og gjørdist Sunda Jodofelag stóri vinnarin
JÁKUP MØRK
Seinasta umfarið í øðrum
bólkaspælinum í europeisk-
u kappingini fyri meistarar
varð avgreitt hetta viku-
skiftið. Týskvøldið vórðu
bólkarnir A og B avgreiddir,
og úrslitini gjørdust á leið
soleiðis, sum flestu serfrøð-
ingarnir høvdu roknað við.
Í hvussu so er tá tosað verð-
ur um, hvørji lið komu víð-
ari.
Bókur A
Barcelona hvíldi seg
Í bólki A hevði Barcelona
longu tryggjað sær fyrsta
plássið í bólkinum, og hóast
Porto hevði møguleika at
tryggja sær framhaldandi
luttøku fyri einari viku síð-
ani, so mistu teir sigurin
móti Prag í seinastu løtu ta
ferðina.
Tískil mátti teir bíða enn
eina viku, men hesu ferð var
avrikið nóg gott, til at
tryggja luttøkuna. Porto
vann nevnliga dystin 1-0,
við málið, sum Clayton
skeyt tá 70 minuttir vóru
leiktir av dystinum. Í veru-
leikanum var luttøkan hjá
portugisisku meistarunum
ongantíð í vanda, tí teir høv-
du bert tørv á einum javn-
leiki.
Skuldi tað hent seg, at
Porto tapti dystin, kundi
Sparta Prag tryggjað sær
sessin í fjórðingsfinaluni,
um teir vunnu heimadystin
móti Barcelona. Kekkarnir
royndu eisini at vinna dyst-
in, og tað eydnaðist teimum
eisiniat koma á odda tíðliga
í dystinum, við einum málið
sum Svoboda skeyt.
Barcelona, sum má rokn-
ast fyri eitt av bestu boð-
unum upp á ein komandi
EC-vinnara, fekk tó aftur
tamarhald á dystinum, og
við tveimum málum frá Ga-
bri, eydnaðist teimum at
vinna dystin. Seinasta málið
kom tó ikki fyrr enn í sein-
asta minuttinum av dysti-
num, men hetta hevði tó
einki at týða fyri Barcelona,
sum lat fleiri leikarar fáa
eina tiltrongda hvíld henda
dystin, so fleiri eykaleikarar
fingu nakrar minuttir á vøll-
linu, og harvið eitt sindur
av dystarvenjing.
Tað gekk, sum væntað
Fótbóltur, UEFA Champions League: Eftir seinastu dystirnar í bólki A og B
er tað nú greitt, at Porto og Valencia skulu fylgja Barcelona og Manchester
United til fjórðingsfinalurnar
SJFb - HJFb 30-20
SJFa - HJFa 26-11
SJFa - HJFb 50-0
SJFb - HJFa 20-27
Endaliga úrslitið í dreingja-
deildini gjørdist, at Sunda
Judofelag a gjørdist føroy-
ameistari við 44 stigum,
Havnar Judofelag a gjørdist
nr. 2 við 38 stigum og
Havnar Judofelag b gjørdist
nr. 3 við 16 stigum, Sunda
Judofelag b nr. 4 við 12 stig-
um og Klaksvíkar Judofelag
endaði á 5. plássi við 10
stigum.
Unglingar
Í unglingadeildini varð eis-
ini stórur spenningur, tí í
teimum 4 umførunum, sum
høvdu verið fyrr í vetur hev-
ði Sunda Judofelag vunnið
tveir dystir og Havnar Judo-
felag 2.
Sostatt varð greitt, at av-
gerðin skuldi falla hetta
seinasta umfarið.
Og eisini í hesari deildini
gjørdist tað Sunda Judofe-
lag, ið fór av stað við gull-
inum.
Endaliga úrlitið hjá ung-
lingunum gjørdist, at Sunda
Judofelag gjørdist føroya-
meistari við 6 stigum, með-
an Havnar Judofelag gjør-
dist nr. 2 við 4 stigum.
Sosialurin ynskir føroya-
meistarunum til lukku við
heiðursmerkjunum.
Føroyameistarakappingin
fyri einstaklingar verður í
Havn 8. apríl.
SJ
Sunda Judofelag a vann dreingjadeildina. Standandi frá vinstru: Rólant Waag Dam,
Hjalmar Johannesen, Heðin Bjarkason og Teitur Joensen. Húkandi
frá vinstru: Jákup Sumberg, Jógvan Páll Kristiansen og Bjørn Andreasen
Sunda Judofelag vann kappingina hjá unglingum: Frá vinstru: Petur Sigurð Johan-
nesen, Terji Joensen, Rólant Waag Dam og Hjalmar Johannesen
Bólkur B
Tveir javnleikir
Kanska var mest óvæntaða
úrslitið hetta kvøldið, at Fi-
orentina bert fekk javnleik
á heimavølli móti Borde-
aux, men helst var laka úr-
slitið ávirkað av, at italsku
leikararnir longu vistu av,
at tað ikki fór at eydnast
teimum at koma víðari.
Eingin ivi var tó um, at
Fiorentina var nógv betra
liðið á vøllinum, og eftir
Wiltord heldur óvæntað
hevði lagt fronsku meist-
ararnar fram um, gjørdu
Chiesa, Batistuta og Rui
Costa bart, soleiðis at Fio-
rentina var á odda 3-1, og
bert kundi vóna, at Man-
chester United fór at skora
móti Valencia.
Hetta hendi tó ongantíð,
og tá tað gjørdist greitt, at
Fiorentina ikki kom víðari,
fekk franska liðið tvey bílig
mál móti endanum, sum Za-
notti og Batlles skutu.
Seinasti dysturin í bólk-
inum endaði málleysur, og
hetta var eisini av flesut ser-
frøðingum roknað sum mest
sannlíka úrslitið, tí tað
tryggjaði báðum liðunum
víðari luttøku.
Manchester United vildi
fyrst og fremst varveita fyr-
sta plássið í bólkinum, og
vildu tí ikki satsa ov nógv
frameftir, umframt at teir
vóru á útivølli. Valencia
kundi røkka fremsta pláss-
inum í bólkinum, men til
tess kravdist ein 3-0 sigur,
og ístaðin fyri at leypa á,
og harvið geva møguleikar
fyri kontra-álopum, valdi
venjarin,
Hector-Cuper,
heldur at spæla upp á tryggu
loysnina, og sostatt endaði
dysturin, sum hann byrjaði.
Kanska eitt sindur keðiligt,
men liðini hava í dystum
sínum víst, at tey vóru bestu
liðini í bólkinum.
FM fyri yngru
deildir
Annað vikuskifti verða FM-heitini
hjá yngru flogbóltsdeildunum av-
gjørd
JÁKUP MØRK
Flogbóltskappingin er nú
farin at halla, og bæði
lands- og steypakapping-
ar eru avgreiddar hjá vak-
snu deildunum, tó at hesi
enn hava eina kapping á
Giljanesi til góðar.
Yngru deildirnar eru
eftir
Hjá yngru deildunum er
árið tó ikki liðugt enn, tí
enn væntar flogbóltssam-
bandinum at finna fram
til føroyameistararnar í
øllum teimum yngru
deildunum.
Hesin spurningur verð-
ur tó avgreiddur um eina
góða viku, tá seinastu
kappingarnar hesum við-
víkjandi skulu avgreið-
ast.
Kappast í tveimum
støðum
Leygardagin, 1. apríl,
verður kappast í Trong-
isvági, og eru tað aldurs-
bólkarnir; 14 ár, 16 ár og
unglingar, sum tá skulu
skulu royna seg.
Sunnudagin, 2. apríl,
standa so teir báðir yngstu
aldursbólkarnir, 9 og 12
ár, fyri skotum, og verða
kappingarnar hjá hesum í
Gundadalshøllini og í
Eysturskúlanum.
Feløgini, sum ætla at
senda lið til hesar kapp-
ingar, skulu sjálvi boða
frá luttøku. Flogbóltssam-
bandið boðar frá, at til-
melding eigur at verða
gjørd í kvøld hjá kapping-
arstjóranum millum kl.
21.00 og 22.00
JÁKUP MØRK
Foreldrabólkur hjá Neist-
anum
fyriskipar
eitt
”Hondbóltsgalla” í Ítrótt-
arhøllini á Hálsi leygar-
dagin 15. apríl frá kl. 15
til 18.
Fyrstu ferð
Aðra staðni er vanligt, at
slík gall verða fyriskipað,
og eitt nú høvdu eldri
deildirnar eitt slíkt kvøld
eftir lokna kapping und-
anfarna
kappingarári.
Sambært fyriskiparunum
hevur hetta tó ikki verið
roynt í yngru deildunum
fyrr.
Ætlanin við degnum er,
at tað skal verða ein hugn-
adagur har hondbóltsleik-
arar úr øllum landinum
kunnu møtast og hava tað
hugnaligt saman við sín-
um javnlíkum og øðrum,
sum av ein ella aðrari or-
søk ikki eru aktivir leik-
arar. Soleiðis at fáa sa-
manhaldið millum leika-
rar/feløgini enn betur.
Væntandi verður tiltak-
ið einar 3 tímar til longd-
ar, soleiðis at tað er gjør-
ligt hjá øllum at sleppa
heim aftur sama dag.
Fjølbroytt skrá
Skráin til tiltakið er longu
fastløgd, og ikki kann sig-
ast annað enn, at henda
er fjølbroytt, við tónleiki,
skemti, burturlutingum,
umframt at luttakararnir
fáa smurt breyð og soda-
vatn.
Tónleikinum koma or-
kestrini KRIT, við ungum
tónleikarum úr Havn, og
TANGZ, sum tey flestu
ungu kenna, at taka sær
av. Frásøgufólk verður
stóra navnið í Føroyum
Jóhan í Kollafirði.
Eini 900 innbjóðingar-
seðlar eru sendir út, og
vóna fyrireikararnir, at
eini 700 fólk verða at
síggja á tiltakinum.
Prísurin á atgongu-
merkjum
er
70,-fyri
hvønn, tó 100,- tils. fyri
systkin. Atgongumerkið
er samstundis lutaseðil
har vinningarnir eru:
Sjónvarp, Play Station,
Fløguspælari, Venjing-
arbúni og hondbóltar, og
so fáa tey eisini smurt
breyð og sodavatn.
Stuðla tiltakinum hava:
Poul Hansen, heilsøla,
Bakaríið hjá Gunnleivi,
Vita Margarin, Restorffs
Bryggjarí, Radiohandilin
í N. Finsensgøtu, Elding
í SMS, 3-arin í SMS, Th.
Dam Ítróttur og Sport
Master í Niels Finsens-
gøtu, og vilja fyrireika-
rarnir nýta høvið til at
takka hesum, fyri at teir
hava gjørt tað møguligt at
hava kostnaðin á at-
gongumerkjum á einum
somikið lágum støði.
Kemur tiltakið at eydn-
ast væl, soleiðis sum fyri-
reikararnir vóna, er ikki
óhugsandi, at tað fer at
verða eitt afturvendandi
tiltak.
Hondbóltsgalla
fyri yngru deildir
Leygardagin, 15. apríl, verður
hondbóltsgalla fyri dreingir og
gentur 10, 12 og 14 ár í Ítróttar-
høllini á Hálsi
Nýggjur dystur
Superligan: Appel-nevndin hjá
DIF staðfesti fyrradagin, at dyst-
urin millum AGF og Esbjerg skal
spælast umaftur
JÁKUP MØRK
Upprunaligi
dysturin
millum liðini bæði varð
leiktur 6. oktober, og end-
aði hesin við 2-1 sigri til
AGF við Óla Johannesen
á liðnum.
Kæran snúi seg um sig-
ursmálið, sum AGF fekk
stutt fyri leiklok, tá Ís-
lendski áleyparin hjá
AGF, Tómas Ingi Tómas-
son, metti, at Esbjerg
hevði tikið eitt fríspark.
Dómarin, Knud Erik Fis-
ker, var samdur við hon-
um og góðkendi málið.
Esbjerg sendi beinan-
vegin inn kæru, og eftir
at henda nú er viðgjørd
tríggjar ferðir, er endaliga
avgerðin, at nýggjur dyst-
ur skal leikast. Hesin er
nú ásettur at verða hós-
dagin, 30. mars.
Vald dómarans
Hóast avgerðin nú er
endalig, so fer málið helst
framhaldandi at føra til
orðaskifti í Danmark.
Tað eru nevnliga mong,
sum eru ørg inn á
avgerina, tí hvussu verður
nú í framtíðini? Skal
dystur leikast um aftur, tá
dómari av órøttum hevur
kolldømt eitt mál, ella var
talan í hesum førum um
heilt óvanliga umstøður?
Seinasta orðið hesum
viðvíkjandi er helst ikki
sagt enn.
KÍ hevur fingið nýggjan
høvuðssponsor
Týsdagin skrivaðu KÍ og Statoil undir sponsoravtalu, og v erður Statoil so-
statt aftur høvuðsstuðul hjá Klaksvíkingum
Jákup Mørk
At eitt meistaraheitið dregur
umrøðu og harvið sponsorar
til sín, man ikki vera nøkur
loyna, og hesum hava
Klaksvíkingar enn eina ferð
prógvað.
Greipuánararnir
hava
nevnliga fyri stuttum gjørt
sponsoravtalu við Statoil,
sum við hesum hevur bund-
ið seg at felagnum komandi
tvey árini.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at tá KÍ seinast gjørdist
føoyameistari, í 1991, var
somuleiðis nýggj avtala
skrivað árið eftir, og eisini
tað ferðina var tað Statoil,
sum gjørdist høvuðsstuðul
felagsins.
Umframt at Klaksvíking-
ar nú hava fingið nýggjan
høvuðssponsor, er eisini
gjørd avtala um búnararnar,
sum KÍ leikararnir skulu
leika í komandi árið.
Nýggju búnarnir eru av
merkinum, Nike, og er
henda avtala gjørd í samráð
við All-Inter.
Væl nøgdir
Svend Jacobsen, sum er for-
maður í KÍ, sigur við So-
sialin, at teir eru væl nøgdir
við nýggju avtaluna.
Hvussu stóra upphædd
talan er um, vildi formað-
urin ikki upplýsa, men hann
segði, at teir vóru væl nøgd-
ir við, at teir á henda hátt
høvdu fingið eitt gott ískoy-
ti til raksturin hjá felagnum.
Undanfarna kappingarár
hevur tað annars verið
Norðoya Sparikassi, sum
hevur verið høvuðsstuðul
hjá KÍ, og formaður leggur
dent á, at nýggja avtalan
U-18 á venjingarlegu
Jógvan Martin Olsen, sum er venjari hjá U-18 landsliðnum í fótbólti hevur
boðað leikarunum frá, at venjingarlegua verður í Klaksvík 7. og 8. apríl
Jákup Mørk
Fótbóltsárið er nú av álvara
komið í gongd, og ikki er
tað bara í feløgunum, at
hetta merkist.
FSF hevur nú í fleiri ár
verið aktivt við ungdóms-
landsliðum av ymsum slag,
og vikuskiftið 7. og 8. apríl
skulu dreingirnar á U-18
landsliðnum á venjingar-
legu.
Venjingarlegan verður í
Klaksvík, og verður byrjað
fríggjadagin kl. 17.15, tá
leikararnir hittast á húsar-
haldsskúlanum.
Á leguni verður umframt
venjing, eisini leiktur ein
venjingardystur, og verður
hesin móti einum sokallað-
um U-23 liðið hjá KÍ.
Venjingarlegan
endar
leygardagin á døgurða.
Hópurin
Fleiri av teimum leikarum,
sum eru við í hópinum, hav-
a longu roynt seg í onkrari
av fremstu røðunum, og
einki er at ivast í, at hetta
eigur at koma leikarunum
til góðar, tá teir seinni í ár
skulu royna seg móti sterk-
um mótstøðuliðum.
Leikararnir í hópinum eru:
Pól Næs Joensen og Niels
Joensen úr B36, Jan Ingi
Petersen og Kristian Poul-
sen, B68, Elifinn Ørvarodd
úr SÍF, Jack Johannesen úr
MB, Arnold Berg av Skála,
Áki Hansen, Fróði Jóanes-
sarson, Bergur Djurhuus og
Brynjolvur Nielsen úr NSÍ,
Bjarni Jørgensen, Vagnur
Mortensen og Jón Rói Ja-
cobsen úr HB, Atli Daniel-
sen, Símun Joensen, Krist-
ian á Lakjuni, Hjalgrím El-
tør, Kartin Joensen og
Rógvi Laksáfoss úr KÍ.
ikki skal skiljast sum nakar
mótvilji móti Sparikassa-
num.
Tvørtur ímóti sigur hann,
at teir framhaldandi hava
eitt sera gott samstarv við
Norðoya Sparikassa, sum
framhaldandi er ungdóms-
sponsor hjá felagnum. Hetta
merkir, at Norðoya Spari-
kassi er stuðul hjá øllum
ungdómsliðunum hjá KÍ, og
einki er at ivast í, at hetta
eisini er nakað, sum leiðsla
felagsins er sera fegin um.
Hans Waag frá Statoil og KÍ-formaðurin, Svend Jacobsen, taka lógvatak, eftir at
nýggja avtalan er undirskrivað. Í miðjuni, John Ryan í nýggja búnanum
Mynd: Norðlýsið