mikudagur 18. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Vit føla tað sum um at
Fíggjarmálaráðið setir jarn
hælin á okkum, men tað
finna vit okkum ikki í.
Í Vágs Býráð er rættiliga
stór misnøgd við framferðina
hjá Fíggjarmálaráðnum.
Misnøgdin er so stór, at
býráðið hevur gjørt av at
seta hart ímóti hørðum.
– Og verður tað neyðugt,
eru vit eisini sinnað at stevna
Fíggjamálaráðnum,
stað
festir Kirstin Strøm Bech,
borgar stjóri í Vági.
Orsøkin til misnøgdina
í Vági, er, at tey halda, at
Fíggjar málaráðið hevur sett
Vágs Kommunu alt ov hørð
krøv í sambandi við fíggjar
politikkin hjá kommununi.
Á
býráðsfundi
í
Vági
mána kvøldið varð rokn skap
urin hjá Vágs Kommunu fyri
2010 viðgjørdur.
– Í hesum sambandi hev
ur Fíggjarmálaráðið kravt,
at vit skulu seta 1,6 millión
av á roknskapinum fyri
skatta eftir støður, sum ráðið
ikki vænta, at tað ber til at
fáa inn, sigur Kirstin Strøm
Bech.
Borgarstjórin
sigur,
at
hetta merkir, at skuldin
hjá komm ununi verður 1,6
millión størri enn annars.
– Hetta er fyrstu ferð, at
eitt slíkt krav kemur, men
Býráðið samtykti at ganga tí
á møti.
Men
samstundis
varð
sam tykt at lata málið upp í
hendurnar á Kommunu sam
skipan Føroya, KSF, sum skal
kanna málið fyri at vita um
Fíggjarmálaráðið yvirhøvur
hevur heimild til hetta.
Kirstin
Strøm
Bech
stað festir, at tað er ein
spurn ingur, hvussu nógv
komm unan skal hefta fyri
skatta eftir støður.
– Tað er Taks, sum er ein
stovnur undir landinum, ið
hevur ábyrgdina av at krevja
skatt inn og tí góð taka vit
ikki kravið uttan víðari, tí
spurningurin er um komm
unurnar skulu bløða fyri, at
skattur ikki verður kravdur
inn, sigur hon.
Strika barnagarðin
Men tað, sum tey í Vágs Býráði
eru enn meiri fortørnað um,
er, at Fíggjarmálaráðið vil
ikki góðtaka, at barnagarður
verð ur bygdur í Vági.
– Hesi seinastu árini hava
vit tilsamans sett 3,2 milliónir
av til ein nýggjan barnagarð í
Vági, sigur borgarstjórin.
– Á fíggjarætlanini fyri í ár,
ætlaðu vit at brúka peningin
til at seta hol á ætlanina, so
at vit fingu bygt ein part av
barnagarðinum og so kundu
vit halda fram seinni.
– Hetta stóð í fíggjar ætl
anini fyri 2011, sum vit lótu
Fíggjarmálaráðnum til góð
kenningar.
– Vit høvdu eisini fund
við Fíggjarmálaráðið og av
talaðu, at vit skuldu senda
teim um tilfar um ætlanina.
Borgarstjórin sigur, at tey
frættu onki aftur, men tá
ið fíggjar ætlanin fyri Vágs
Kommunu varð almanna
kunn gjørt á heimasíðuni hjá
Fíggjar málaráðnum, ivaðust
tey ikki í, at tað var tí at hon
var góðkend.
Nokta
– Men tann 9. mai fáa vit heilt
óvæntað bræv úr Fíggjar
mála ráðnum,
har
kravt
verð ur, at vit skulu sleppa
ætl anini um at byggja barna
garð in og ístaðin fyri skulu
vit brúka tær 3,2 milliónirnar
til at rinda skuld við, tí skuld
in skal vera ov stór, sigur
Kirstin Strøm Bech.
Hetta er eitt krav, sum
Vágs Býráð noktar at eftirlíka
og eisini hetta málið er sent
KSF.
– Hetta finna vit okkum
ikki í og verður tað neyðugt,
eru vit til reiðar at fara í rætt
in við málinum, sigur Kirstin
Strøm Bech.
– Vit finna okkum ikki í,
at verða løgd undir ein líkan
jarnhæl, samstundis sum
aðrar kommunur hava rent
seg út av eggini, uttan at nak
að er hent.
Hon vísir eisini á, at tað var
landsstýrið sjálvt, sum kom
við ætlanini um at byggja
ellis og røktarheim í Vági og
sum eggjaði kommununi til
at taka lán til endamálið.
– Og nú brúka tey tað til
at buka okkum upp á pláss
við og tað finna vit okkum
ikki í, sigur borgarstjórin.
aki@sosialurin.fo
Kirstin Strøm Bech,
borg ar stjóri
í
Vági,
vísir á, at í løtuni er
netto skuldin hjá Vágs
Komm unu 33 milliónir
og skatta inn tøkan var
36 milliónir.
Tá eru 10 milliónir av
láninum til nýggja ellis
og
røktarheiminum
tald við.
Sostatt skylda vit
minni enn eina álíkn
ing, sum er tað mesta,
vit kunnu skylda eftir
lógini.
– Vit skulu læna
12 milliónir afturat til
ellis og røktarheimið,
so tá verður skuldin
so statt 45 milliónir.
– Men hesi næstu
árini skulu vit rinda
fimm milliónir um árið
í avdráttum, so longu
um trý ár eru vit aftur
undir einari álíkning í
skuld.
Kirstin Strøm Bech
heldur, at Fíggjar mála
ráðið hevur als ikki
viðgjørt støðuna hjá
Vágs Kommunu, men
hev ur bara staðfest, at
skuldin kemur upp um
eina álíkning og so siga
tey bara nokta teimum
at byggja barnagarðin
av
formalistiskum
orsøk um.
– Vit halda ikki, at
hetta er rætt manna
gongd, tí Fíggjar mála
ráðið vísir til grein
54 í kommunulógini,
har tað stendur, at
er
komm unuskuldin
meiri enn eina álíkning,
kann landsstýris mað
urin seta kommununi
krøv um at laga fíggjar
ætlanina til.
Hetta kann lands
stýrismaðurin gera í
trimum førum, nevn
iliga, um so er, at.
1) Inntøku útreiðslu
og íløgumetingar eru
skeivar.
2) Inntøku útreiðslu
og íløgumetingar eru
gjørdar á skeivum
grundarlagi.
3) Inntøku útreiðslu
og íløgumetingar eru
órímiligar.
– Vit meta ikki, at
Vágs Kommuna kemur
undir hasar treytirnar
og tí góðtaka vit ikki
krøvini úr Fíggjar mála
ráðnum, sigur Kirstin
Strøm Bech
Vágbingar lagdir
undir ein jarnhæl
HARÐAR TREYTIR Fíggjarmálaráðið hevur sett Vágs Kommunu hørð krøv, men Vágs
Býráð setir hart ímóti hørðum, tí tey finna seg ikki í at verða løgd undir ein jarnhæl
3
ár
JARnHæluR
– Vit finna okkum ikki í, at verða løgd undir ein líkan jarnhæl, samstundis sum aðrar kommunur
hava rent seg út av eggini, uttan at nakað er hent, sigur Kirstin Strøm Bech
Fíggjarmálaráðið vil ikki góðtaka,
at barnagarður verður bygdur í Vági
Vit eru sinnað at stevna
Fíggjamálaráðnum