Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 6 Sosialurin Bátastevnan Tekstur: Vilmund Jacobsen Myndir: Birgir W. Høgnesen Hóast Robert Magnussen er áttati ára gamal, hevur hann góða heilsu og er væl fyri. Hann er í hvussu er so væl fyri, at hann hevur átikið sær uppgávuna at koyra og bera døgurðar út til einar 10-15 pensjónistar, sum búgva heima í Vestmanna. Sosialurin fylgdi Roberti, sum sjálvur býr heima, ein dagin í farnu viku, tá hann soleiðis fór undir sína dagsins uppgávu. Vit vóru eisini heima hjá 87 ára gomlu, Onnu Dahl Olsen, tá Robert kom við døgurðanum til hennara. Tað er Fjørukrógvin í Vestmanna, sum ger matin, og tá Robert hevur verið eftir døgurðunum, fer hann í bili, sum hann sjálvur eigur og koyrir, á dyrnar hjá pensjónistunum við matinum. Anna gleðir seg Hendan dagin, Sosialurin var við, fylgdu vit Roberti innar til Onnu Dahl Olsen. Maður hennara, John Dahl Olsen, sum eisini er 87 ára gamal, fór fyri umleið hálvum ári síðan á Mørkina í Streymnesi at búgva, og tí er Anna einsamøll. – Tað er virkuliga deiligt at fáa matin inn á dyrnar. Eg gleði meg hvønn dag, tá eg síggi Robert koma undir vindeyganum við døgurð- an um. Tað skerst ikki burtur, at eg helst hevði viljað gjørt døg- urð an sjálv, tí maturin, sum man ger sjálvur, smakkar best. Men døgurðin, sum Robert kemur við, er altíð vælsmakkandi – ja, hetta er sum brúdleypsmatur, sum Anna Dahl Olsen brosandi tekur til. Ymisk á máli Sjálvur sigur Robert Magnussen, at tað tekur honum umleið hálvan tíma frá tí, at hann hevur fingið døg urðarnar á Fjørukrónni, til øll hava fingið døgurðan bornan á dyrnar. – Eg gangi høgt uppí at geva eitt orð á vegnum – og kasti ikki bara døgurðan inn til tey gomlu. Eg sigi hey og spyrji, hvussu tey hava tað, men eg seti meg ikki niður, sigur hann. Meðan Sosialurin steðgar inni á gólvinum hjá Onnu Dahl Olsen, fellir prátið á ellisheimið, sum nú verður bygt í Vestmanna. Robert heldur fyri, at tað verður spennandi, tá ellisheimið verður liðugt, og sjálvur sigur hann seg gleða seg til hendan dag. Men tá er Anna skjót at svara: ”Eg fari ikki á ellisheim, tí eg vil búgva heima...” Robert Magnussen helt fyri, meðan steðgaðu inni hjá Onnu Dahl Olsen, at tað man vera keðiligt at sita einsamallur heima sum gamal. – Betri hevði tá verið at sitið á ellisheiminum og kunnað prátað og verið saman við øðrum, legði hann aftrat. Tað er Vestmanna kommuna, sum syrgir fyri skipanini við døg- urð um til pensjónistar í bygdini, og sum skilst hevur henda skipan verið virkin í nøkur ár. vilmund@sosialurin.fo 80 ára gamal koyrir við mati Robert Magnussen, sum er 80 ára gamal, koyrir út við mati til eldri fólk í Vestmanna. – Eg gevi mær stundir at heilsa upp á tey, sum eg koyri matin til, men eg seti meg ikki niður, sigur hann Robert bíðar, meðan døgurðarnir verða koyrdir í bakkar So er hin 80 ára gamli klárur at fara undir dagsins gerning Hin 87 ára gamla, Anna Dahl Olsen, gleðir seg, til hon sær Robert undir vindeyganum Høvið er til lítið prát, áðrenn Robert heldur leiðina fram Tað er deiligt at fáa matin inn á dyrnar. Eg gleði meg hvønn dag, tá eg síggi Robert ANNA DAHL OLSEN Tað man vera keðiligt at sita einsamallur heima sum gamal ROBERT MAGNUSSEN