Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 6 Sosialurin kappingin Summar - Brúka fantasi'in, tá tú ferðast. Hvat er í roynd og veru meiningin við at sova á einum hotellkamari, tá vit hava so nógv spennandi at bjóða? Soleiðis spyrja teir menninir, ið standa aftanfyri Tree Top Hut. Hevur tú heldur hug at sova átta metrar uppi millum tvey gomul furutrø? Meðan tú trygt svevur, gongur kanska ein elgur undir smáttuni, og so vaknar tú av at smáfuglarnir ganga á takinum. Hetta er ikki ein fantasi frá barnaárunum, men er eitt nýtt tilboð frá ferðasmiðunum Tree Top Hut, sum halda til í nánd av Lillehammer. Her hava teir bygt tríggjar smáttur í skóginum, við tí í hyggju at bjóða ferðafólki eina uppliving av teimum stóru. Í smáttunum er køkur, góðar sengur og annað sum ger alt fyri at upplivingin veruliga skal gerast serstøk. - Lurta eftir ljóðunum í skóg- unum, meðan tú verður vaggaður í svøvn av trøunum ið sveiggja í vindinum, siga teir hjá Tree Top Hut. Norðmenn vænta sær nógv av teirra nýggja ferðamáli: Einum uppihaldi í eini smáttu, ið stendur uppi í einum træi. Halt frítíð í einum træi MORGUN Ímynda tær at vakna um morgunin við fuglasongi og ljóðunum úr náttúruni? Her í skóginum (sí pílin) í nánd av Lillehammer ber til at sova í eini smáttu, ið er bygt átta metrar uppi Sp/f Soundcheck | Tlf 565510 | Johannes Olavsson | johannes@soundcheck.fo gibson es 137 vanligur prísur 15.999,- 9990,- -50% frávaldir el-guitarar nord lead anniversary model vanligur prísur 11.599,- 7599,-