Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Leo Poulsen Havnarnevndin hjá Tórs­ havn ar kommunu hevur nógv arbeiðir í gongd í løtuni. Seinasta hondin verður løgd á ferjuleguna í Nólsoy, sum verður avhendað hós­ dag in. Eisini dýpingin við Tinga­ nes er up at vera liðug, með­ a n arbeiðið í Bakka júst er farið í gongd. Men ein av størstu av­ bjóð ingunum hjá havn ar­ nevndini er stóri tørvurin á smá báta plássum. 312 standa á bíðilista. ­ Frá at hava verið ein brúks lutur til at fáa sær eitt kók, so er tað at hava bát vorðið ein lívsstílur. Tað vísa eisini bátastevnurnar kring landið, sigur Jákup Sím un Simonsen, formaður í havnarnevndini. Tað hevur leingi verið ar beitt við einari ætlan at leing ja grótkastið á Argjum, men hendan ætlanin er mest sum slept. ­ Kostnaðarmetingar vís­ tu, at tað hevði kostað um 22 millión ir krónur at útvega 80 nýggj bátapláss, og tí hava vit hugt eftir øðrum loysnum. Og har vísa kanningar, at vit kunnu fáa upp til 275 nýggj smá báta pláss inni á Sundi fyri nakað sama prís, einar 25 millió nir krónur, sigur Jákup Sím un Simonsen. Nógvir møguleikar Prísurin er nakað tengdur at hvar grótið fæst. ­ Verður byrjað at bora Skála fjarðartunnilin, er grót­ ið beint við. Annars vóna vit at kunna taka grótið inni av Sundi, tí skulu vit niðan í Hundsarabotn, verður tað til ein heilt annan prís, sigur Jákup Símun Simonsen. Fæst grótið á staðnum, fer prísurin at liggja um 24 millió nir krónur. ­ Ætlanin er at gera báta­ hylin fram við trøðni hjá Gustavi á Sundi, har er út­ grunt og tí skal ikki so nógv fylla til fyri at gera grót kast, sigur Jákup Símun Simon­ sen. Hann sigur, at tað er ein samd havnarnevnd og samgonga í býráðnum, sum arbeiðir víðari við ætla nun­ um soleiðis, at ein loysn fæst á smábátatrupulleikanum. ­ Vit hava eitt gott sam­ skifti við Landsverk, og tí rokna vit við at finna eina loysn í sambandi við verk­ æt lan ina, sigur Jákup Símun Simon sen. Ein bátahylur á Sundi hevði givið stórt øki á landi, sum kundi verið nýtt til nógv ymisk endamál, eitt nú lang­ tíðar leigu. ­ Stórt øki verður at seta bát ar nar á til viðlíkahald. Møgu leiki verður eisini at gera ein drátt, har vognurin koyr ir niður í sjógvin at draga bátarnar upp. Teir eru eftir hondini vorðnir so stórir og tungir, at tað gerst ikki við stroppum, sigur Jákup Sím­ un Simonsen. Somuleiðis er møguleiki at seta eina høll upp inni á Sundi, so til ber at vera inn­ an dura, eins og fyritøkur, sum umvæla og selja báta út­ gerð, kann hava sítt virksemi á økinum. ­ Gongst sum ætlað ber til at fara undir verkætlanina kom andi ár, sigur Jákup Sím­ un Simonsen. Sund skal loysa smábáta trupulleikan Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at gera smábátahyl inni á Sundi við plássi fyri 275 bátum. Tvær skitsur eru gjørdar, og prísurin liggur um 25 milliónir krónur Her inni á Sundi hevur Jákup Sìmun Simonsen, formaður í havnarnevdini hjá Tórshavnar kommunu, saman við einari samdari havnarnevnd ætlanir um at gera smábátahyl Mynd: Jens Kristian Vang Skitsa er gjørd, og ein fyribils kostnaðarmeting sigur, at verkætlanin, sum hon tekur seg út, fer at kosta góðar 27 milliónir krónur