Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 10 Sosialurin kappingin Summar At vitja Ryvarden Kulturfyr uttan at merkja náttúruna og mátt henn­ ara á likam og sál, ber snøgt sagt ikki til. Tá stormarnir herja um heystið, og tú nærum ikki kanst ganga upp­ rættur. Ella tað er blikalogn og ikki ein ond rørist, fær ein av sonnum inntrykkini inn undir húðina, har tey verða verandi. Vitin liggur á einum nesi, ið strekkir seg út í hav, har ein á ein serstakan hátt kann fara aftur í tíðina fyri at merkja, hvussu fólk hava búleikast her gjøgnum tíð irnar. Á hesum vitanum, og fleiri øðr­ um framvið norsku strondini, ber til at liggja nátt, skipa fyri fund um og skeiðum ella bara hugna sær saman við familjuni ella vinfólki eitt vikuskifti. Her á Ryvarden Kulturfyr er pláss fyri 8­10 fólkum, ið kunnu sova í fimm rúmum í bygninginum, ið varð dagført í 2007 og tí hevur góðan standard. Ein teirra, sum hevur roynt hetta serstaka ferðatilboðið sigur soleiðis um staðið: ”Ein ótrúligt samdøgur á Ry­ vard en er av. Bústaðurin hjá vita­ passaranum gav rætta karmin fyri ein góðan føðingardag, saman við vinum mínum. Ljósið .... skiftandi veðrið .... innrætting av húsinum og góða plássið .... kópurin sum veiddi .... stemningurin við ljósinum .... tað má eg bara viðmæla!” Í vitanum er somuleiðis møgu­ leiki at vitja framsýningar. Í hes­ um døgum og fram til 26. juni hava tær báðar listakvinnurnar Lise Birkeland og Trine Sundt fram­ sýning av grafikki, skulpturum og glasi. Ryvarden Kulturfyr, ið liggur mið skeiðis millum Bergen og Stavanger hevur egna heimasíðu, har meiri kann lesast um staðið – www.ryvarden.no Hóast tíðin við norsku vitunum í mangar mátar er farin orsakað av tøkniligu menningini, er tíðin als ikki farin frá nýggjum hugskotum – sum t.d. at bjóða fólki uppihald á hesum staði. Her havið og himmalin hittast VITI Ein viti er ikki longu bert ein viti. Nú kann ein búgva her, samstundis sum ein kann fara á alskyns listaframsýningar. Alt er gjørt fyri at tey vitjandi skulu fáa eitt øðrvísi, spennandi og gott uppihald á vitanum í Ryvarden nýggjur handil við damuklæðum Bøgøta 15 100 Torshavn tlf 311312 LEKKRAR KovBoyBuKsuR fRá vETo KAninvEsTAR í ymsKum LiTum Gunnva all size 36-56 uR við gummiREim í ymisKum LiTum 300,- smARTuR TuniKA fRá miRA miA smARTuR KjóLi/TuniKA fRá BohémE