mikudagur 18. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
10
Sosialurin
Bátastevnan
Vilmund Jacobsen
Ein bátastevna kann ikki sam an
berast við vanligu summ ar stevn
urnar, sum vit kenna kring landið.
Hetta er og verður altíð ein øðrvísi
stevna, og soleiðis eigur tað eisini
at vera.
Sjálvt um nøkur tiltøk á báta
stevn unum
líkjast
tiltøkum
á
summ arstevnunum, eitt nú dansur
og kanska ymiskt, sum børnunum
dámar, eru tað altíð bátar og báts
fólk, sum eru í miðdeplinum á
eini bátastevnu. Vit kunnu siga, at
bátastevnur laða garðin rundan um
tað at sigla og hugna sær saman í
báti og við bryggjukantin – og um
tann hugna, sum kann skapast við
ymiskum tiltøkum á landi.
Í
afturvendandi
sendingum,
sum Rás2 hevur havt í samband við
hesar stevnur, hava verið samrøður
við fólk á báti og við fólk, sum hava
tilknýti til bátar og sigling. Sjó
mansvísur og ymiskir sangir, sum
hava eitt hvørt við sjófólk, skip og
bátar at gera ella hava tilknýti
til bygdina, har stevnan er, ljóma í
slíkum sendingum.
Á bryggjuni, tá bátarnir nærkast
og síðan koma í havn, plaga har
moniku leikarar eisini at seta sín
serstaka dám á hesa løtu, ið hevur
ein hátíðardám yvir sær.
Vestmanna á odda
Næsta vikuskiftið skipa fólk í Vest
manna fyri tíggjundu ferð fyri
bátastevnu. Tað var í Vestmanna,
at hin fyrsta serstaka bátastevnan
varð hildin, og nøkur ár seinni fóru
fólk í Nes kommunu eisini at skipa
fyri síni bátastevnu á Toftum.
Stevnan í Vestmanna er tó nógv
størri enn bátastevnan á Toft
um, sum nú sær út til veruliga
at hava fótað sær. Á stevnuni á
Toftum herfyri var meiri fólk enn
nakrantíð áður, og fyrireikararnir
vóru ógvuliga fegnir um dyggu
undirtøkuna. Veðurlíkindini upp
undir stevnuna á Toftum vóru
einki serlig og fríggjakvøldið, sum
stevnan varð hildin leygardag, var
veðrið heldur illfýsið. Líkindini
leyg ardagin,
leygarkvøldið
og
sunnu náttina gjørdust tó nógv
betri, enn mangur hevði væntað.
At bátastevnan í Vestmanna
liggur tvær vikur seinni enn stevn
an á Toftum, kann hava týdning
fyri veðrið, tó at ógjørligt er at spáa
um, hvussu føroyska veðurlagið
háttar sær. Útlitini til ein góðan
stevndudag hesa ársins tíð skuldu
tó – alt annað líka – verið betri tvær
vikur seinni í mai enn tvær vikur
fyrr.
Nú vestmenningar eru farnir at
fyrireika sína tíggjundu bátastevnu,
er at vóna, at veðurgudarnir eisini
hava virðing fyri tí stóra arbeiði,
sum eldsálir í Vestmanna gera fyri
at fáa eina so góða bátastevnu sum
gjørligt.
Bátar á ovastevnu
Upp gjøgnum tíðirnar hevur ikki
verið óvanligt at fara á stevnu í
báti, har stutt er millum bygdir og
stevnuøkir, og soleiðis hava eitt nú
nógv fólk í Nólsoy gjøgnum tíðirnar
ferðast til Havnar í báti at hyggja
eftir kappróðri á ólavsøku – og at
halda ólavsøku. Men hetta hevur
ikki verið í stuttleikabátum, soleiðis
sum vit kenna teir í dag, tí teir
eru lutfalsliga nýggir í føroyskari
bátasøgu.
Tá nólsoyingar nøkur ár eftir
bragdið hjá Ova Joensen í 1986 at
rógva úr Nólsoy til Keypmanna
havnar fóru at skipa fyri ovastevnu,
gjørdist hetta við tíðini og í ein
ávísan mun eisini ein bátastevna.
Stutt er úr høvuðsstaðarøkinum til
Nólsoyar, eins og tað heldur ikki er
langur vegur av Skálafjørðinum. Tá
so Hósvíkar Róðrarfelag eisini fór
at skipa fyri regattasigling av Eiði
til Hósvíkar fríggjakvøld, og fleiri
av hesum bátum endaðu í Nólsoy
á ovastevnu leygardag, kundi báta
talið í Nólsoy gerast rættiliga stórt,
um veðurlíkindini háttaðu sær so
nøkulunda.
Alt hetta hevur verið í eini tíð,
har eisini føroyingar fingu hug
at keypa sær stuttleikabátar og
sigla og hugna sær saman í báti,
á bryggj uni og til ymisk tiltøk á
landi. Føroyingar fingu við øðrum
orðum eyguni upp fyri hesum
sam verumøguleika, sum eftir hvat
báts fólk sjálvi siga er nakað heilt
serligt.
Á bátaferðum kring um í Før
oyum og uttanlands eru øll eins,
og eingin spyr, um tú ert vanligur
arbeiðsmaður, fiskimaður, vinnu
lívs maður,
sálarfrøðingur
ella
lækni. Øll eru líka væl komin í fe
lags skapin, vinarlagið og í góða
veitslu lagið, sum ofta er knýtt at
slík ari sigling og samveru.
Prát og hugni
Eins og borgarstjórin í Vestmanna
kommunu, Karl A. Olsen, sigur í síni
vælkomstgrein í blaðnum í dag, er
bátastevnan í Vestmanna ikki ein
vanlig summarstevna, og tað skal
hon heldur ikki verða. Hann vísir so
beinrakið á, at høvuðstátturin skal
vera bátar, samvera og felagsskapur,
har fólk skulu hava stundir at
práta og hugna sær. Soleiðis skal
ein bátastevna heldur ikki hvørva í
ítrótti, kapping og peninganýtslu.
– Torført er at spáa um veðrið. Vit
vóna sjálvsagt sól og bláan himmal,
men vit mugu góðtaka, at føroyska
várveðrið kann vera øðrvísi. Veðrið
spillir tó ikki okkara bátastevnu.
Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi
avbjóðingar. Eingin bátastevna í
Vestmanna hevur verið vánalig, tí
veðrið ikki háttaði sær soleiðis, sum
vit ynsktu, vísir borgarstjórin, Karl
A. Olsen, so beinrakið á.
vilmund@sosialurin.fo
Eldsálir í Vestmanna eru nú farnar undir at fyrireika sína tíggjundu
bátastevnu. Eins og undanfarin ár verður alt gjørt fyri at fáa eina
so góða og hugnaliga stevnu sum gjørligt. Bátar og fólk eru í
miðdeplinum, og stórur dentur verður lagdur á, at stevnugestir
í síni heild kunnu fáa tað besta burtur úr í Vestmanna
Prát, hugni og sam
SIGLING
Bátarnir eru ymiskir í stødd
og vavi, men sum heild eru
fáir føroyskir bátar riggaðir
til stuttleikasigling
RÓMUR
Tað er ein serstakur rómur við
bátabrúgvarnar, tá bátarnir
eru komnir til bryggju