Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 14 Sosialurin Kjak Annika Olsen Løgtingskvinna Internet sensur? Nógv kjak hevur verið um lógaruppskotið um ítróttar­ vedding, sum varð lagt fyri Tingið fyrr í vár. Ein lóg, sum hevur til endamáls at tryggja pening til sjálvboðið arbeiði hjá eitt nú ISF, MBF og barna­ og ungdómsarbeiði annars. Orsøkin til umrøðuna er tó ikki peningurin, ið skal fara til hesi limafeløg, men ein heimild til í kunngerð at seta forboð fyri ólógligar heima­ síður fyri spøl á internetinum. Lat tað vera heilt greitt, at eg haldi ikki, at sensurur er ein gongd leið at fara. Vit liva í einum vesturlendskum landi við langari siðvenju við talu og skrivifrælsi, og skulu vit sjálvsagt liva upp til hetta aðalmálið. Somu­ leiðis liva vit í einum landi, har rættartrygdin eigur at vera í hásæti. Kalla tað sensur ella ei, so kann tað treyð ugt so vera skilagott í heilt serligum førum at seta filtur á ávísar álógligar/ krimi nellar heimasíður til tess at verja brúkaran. Dømi um hetta kann, sum í hesum føri, vera ólóglig spøl ella í øðrum føri heimasíður, ið hýsa barnaporno. Fert tú inn á eina heimasíðu í dag, ið hýsir barnaporno, ert tú kriminellur/kriminell sam­ bært okkara revsilóg. Tað er komið fyri, at børn og vaks­ in av misgávum eru kom in inn á slíkar siður og hetta beinleiðis ólógligt og revsi­ vert. Viðvíkjandi spølum á int­ er netinum eru tað mong, ið eru komin í stórar trupul­ leikar og mist heilt nógvar pengar (ikki tí, tað ger man sum oftast, tá man spælir), men orsaka av, at spælt hevur verið á heimasíðum, har ongin trygd er fyri, at pengarnir fara til tað enda­ mál, peningurin sigst at fara til. Tað finnast tíverri spøl á netinum, har hvítvasking fer fram, ella har peningur fer til kriminellar bakmenn, uttan at brúkarin veit hetta, og at brúkarin hevur spælt fyri nógvar pengar uttan at hava havt ein veruligan møguleika fyri vinningi. Sum sagt legði lógin um ítróttarvedding upp til eina heimild til lands­ stýrismannin í inn lendis­ málum at gera eina kunngerð til tess at kunna seta forboð fyri at spæla á ólógligum heimasíðum, og tað var fyrst og fremst í hesum and­ anum, at lógarheimildin skuldi skiljast og ikki bert at tryggja ítróttarvedding pen ing. Greitt er, at áðrenn ein tílík kunngerð yvirhøvur kundi setast í gildi, eru tað nógv viðurskifti av tekn iskum slag, ið skuldu grein ast, og tískil varð tað neyvan ein kunngerð, ið fór at verða sett í gildi í nærmastu framtíð. Talan kundi t.d. verið í staðin fyri heilt forboð, at ein ávaring kom fram á heimasíðuna um, at man sum brúkari eigur at ansa sær at brúka pening á hesari síðu. Men um tað kann sissa borgarar, sum nú eru bangnir fyri at hava mist teirra spælifrælsi á netinum, er at siga, at hendan lógarheimildin varð tikin úr uppskotinum, eftir at lógin hevði verið í rætt­ ar nevndini, og er nú lógin enda liga samtykt í løg ting ­ inum. Tað verða sostatt ongi forboð, filtur ella ávar ingar sett á spøl á inter net inum yvirhøvur. Tað hevði tó ver­ ið ynskiligt, at vert urin í útvarpssendingini “Álv ara­ tos” ikki sensureraði hesi við­ urskifti, men greiddi Føroya fólki frá hesum í sending sínari fríggjadagin. Jørgen Niclasen Enn eitt gjald á vinnuna Rumbul og skrumbl eyðkendu tingfundirnar fríggjadagin og út á leygarnáttina. Fund­ irnir vardu úti við 19 tím ar, har møði og øði eyð kendu heldur tilvildarligu at­ kvøðugreiðslurnar. Øll upp­ skot, sum kostaðu peng ar vóru sam tykt. Lands kass­ in fekk øktar út reiðsl ur fyri fleiri 10­tals millió nir. Eisini vinnan fekk gjald álagt við avgerandi atkvøð­ um frá liberala Sambands­ flokkinum. Við avgerðandi atkvøðum frá Sambandsflokkinum sam tyktið løgtingið at áleggja arbeiðs gevarum at gjalda dag pening til for­ eldur at verða heima barn­ sins fyrsta sjúkra dag. Broyt­ ingar uppskotið, um at tað almenna skal rinda, fekk ikki undirtøku. Annar trupuleiki er at ikki øll tímalønt eru fevnd av lógini, td. limir í S og K eru ikki fevnd av lógini. Á løgtingið hevur verið breið undirtøka fyri, at tíma­ lønt fáa dagpening fyri at verða heima hjá sjúkum barnið. Henda rætt, sum øll alment sett starvsfólk hava havt leingi. Ósemjan hevur heldur verið, hvør skal gjalda. Frá fleiri síðum er víst á, at hetta er ein spurningurin fyri arbeiðsmarknaðin og vil løgtingið tí bróta inn í sáttmálar við at lóggeva. Um løgtingið hóast hetta ynskir at lóggeva, eigur løgtingið sjálvt at rinda. Ella, sum Kári á Rógvi segði undir orðaskiftinum “ynskjur ein at verða jólamaður, má ein sjálvur rinda”. Hóast hetta, vildi Mið­ flokk urin, Javnaðar flokkurin og Tjóðveldi áleggja vinnuni hetta gjald. Í álitinum vóru Fólkaflokkurin, Sam bands­ flokkurin og Torbjørn Ja­ cobsen úr Tjóðveldi ímóti. Við 2. viðgerð var tó atkvøtt ørvísi. Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum undir­ skrivaði álit, har hon var ímóti, men atkvøddu fyri uppskotinum. Atkvøður úr Sambandsflokkinum trygg j­ aði meirluta við 2. við gerð. Til 3. viðgerð var broyt­ ingar uppskot lagt fram. Tor­ bjørn Jacobsen, Kári á Rógvi, Marjus Dam, Poul Michelsen og sjálvur skutu upp at landskassin skuldi rinda. Tann sum vil geva, má eisini gjalda. Undir orðaskiftinum vóru tingfólk sum hildu, at lands kassin hevði ikki ráð. Áhugavert at hesi somu ikki eingong settu spurningin, um vinnulívið hevði ráð. Eisini Johan Dahl, lands ­ stýris maður leðgi rættu liga upp í leikin. Við rætti liga borg arligum vendin um, hart aði hann vinstra flokk­ arnar fyri at ætla at leggja gjøld á vinnuna. Hetta fekk Torbjørn Jacobsen at at­ kvøða ímóti sínum egna broyt ingaruppskotið og við merkti hann, at nú mátti Sam bands flokkurin vísa, hvat ryggur var í teimum. Har vóru nú 15 atkvøður fyri og 15 atkvøður ímóti og broytingaruppskotið fall. Nú kom til atkvøðugreiðslu uppruna uppskotið, nevni liga at áleggja vinnuni gjald ið. Nú vóru atkvøður í Sam­ bands flokkinum avger andi og málið var samtykt. Jóhan Dahl leyp úr stólinum at skelda sín egna flokk. Øði og møði eykendi ting­ fundin og vinnan gjørdist taparin. Blívi meira og meira sann ­ førdur um at neyðugt er við nývalið, so luftin kann reins­ ast og ábyrgd koma aftur í politikkin. Jákup Petersen Er kips manna­ føði? Nú ført hevur verið fram, at grind ikki er mannaføði kundi ein spurt um sokallað chips er mannaføði. Fyri nøkrum árum síð ani blivu hillarnar við chips tømdar í Svøríki og fleiri øðrum londum. Or søkin var, at svenskir granskarar høvdu víst á vanda fyri krabbameini í djórakanningum. Mat­ vøru eftirlitið sissaði mál­ ið, og chipsposarnir komu só líðandi upp á hillarnar aftur. Chips verða gjørd úr tunnskornum eplum, sum síðani verða bakaði í heitari olju. Undir hesari framleiðslu verður evnið acrylamid framleitt og er at finna í chipsinum. Acrylamid er eisini at finna í kaffi, keks snerktum breyði o.s.fr. Framhaldandi kann­ ing ar hava eisini víst, at acryl amid við at lækka insu linið í menniskjum kann hava týdning fyri fólk við sukursjúku. Tað finnst eisini eitt møguligt samband millum acrylamid og krabbamein í munninum. Ein vísindalig grein í American Journal of Clinical Nutrition í 2009 vísti samband mill­ um acrylamid og nýra krabbamein. Hvussu nógv acrylamid er í teimum vørunum sum verða seldar í Føroyum og fylgja vit teimum áset­ ingum sum skulu verja okkara borgarar. Stórt sæð kann sigast, at allastaðni har “fast food” verður gjørt er vandi fyri ov høgum inni­ haldi av acrylamid og so­ statt vandi fyri okkara borgarum.