Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 14 Sosialurin Bátastevnan Vilmund Jacobsen Avvarðandi at minnisveikum í Vest­ manna hava heitt á kommununa um at geva pláss fyri onkrum til­ boði til minnisveik sum búgva heima. Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, fegnast um, at eitt av­ lastingartilboð, sum tað eisini kann rópast, nú kemur í gongd fyrsta dagin. – Tað er ikki kommunan, sum hevur funnið upp á hetta, men vit eru fegin um at kunna ganga slíkari áheitan frá borgarunum á møti. Hon sigur, at sambýlið í Vest­ manna verður karmur um hetta tilboð, sum minnisveik kunnu brúka nakrar tímar einar tvær ferð­ ir um vikuna. Royndarætlan – Kommunan hevur sett nakrar krónur av til eina royndarætlan, og síðan koma minnisveik sjálvi at rinda eitt symbolskt krónutal hvørja ferð, tey fáa høvi at koma á sambýlið. Herit Magnussen fegnast eisini um, at sambýlið hevur tikið so væl ímóti hesi ætlan – og at tey duga at síggja nakrar møguleikar í, at minnisveik saktans kunnu geva búfólkunum á sambýlinum nakað. – Tey, sum arbeiða á sambýlinum, eru spurd, hvat tey siga til eina slíka ætlan, og eg fegnist um, hvussu positiv tey hava verið. Hon vísir á, at tað eru minni enn so øll minnisveik, sum eru illa fyri likamliga. – Summi eru væl fyri, og hetta eru ofta gemytlig fólk, sum duga væl at siga frá, og sum soleiðis kunnu geva húsinum nakað, leggur Herit Magnussen aftrat. Tvær síður Eitt er, at minnisveik soleiðis fáa eitt tilboð og ein avveksling í ger­ andisdegnum. Annað er, at av­ varðandi at hesum fólkum, sum búgva heima, eisini fáa eitt andar­ hol, tí tað er mangan strævið hjá familju ella hjúnarfelaga hjá minnis veikum at fáa dagin at hanga saman. – Við atliti til fólk, sum hava verið til umlætting á eldrasambýlinum, - Eitt slíkt tilboð gevur minnisveikum nakað at fara til, samstundis sum tað lættir um hjá teimum avvarðandi, sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu Dagtilboð til minnis­ veik í Vestmanna DEMENT Minnisveik, sum annars búgva heima, fáa eitt tilboð, og tey avvarðandi fáa eitt andarhol Tað er ikki kommunan, sum hevur funnið upp á dagtilhaldið fyri minnisveik, men vit eru fegin um at kunna ganga slíkari áheitan frá borgarunum á møti HERIT MAGNUSSEN