mikudagur 18. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
16
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Enn eru bara sjey umfør farin av
lands kappingini í 1. deild hjá monn
um, men kortini styrkist ábendingin
um, at tað fyrst og fremst verða
suðuroyarliðini og argjamenn, ið
skulu kappast um uppflyting, sam
stundis sum tað kundi sæð út til,
at skálamenn liggja og lúra nakað
aftanfyri.
Í gjárkvøldið var fult umfar í
næst bestu mansdeildini, og har
vóru tað fyrst og fremst teir í AB,
ið fingu nakað burturúr, tí við
heimasigri á NSÍ fekk AB hálað
seg upp á næstfremsta plássið, tí
TB og FC Suðuroy spældu javnt
sína millum. Sostatt er AB nú á
upp flytingarplássi saman við FC
Suðuroy.
Hinvegin er nokk eitt sindur
meira ógreitt, hvussu kappingin
í botninum á stigatalvuni fer at
síggja út, tí har tykist bert greitt, at
tað verður meira enn bara torført
hjá teimum næstbestu í 07 Vestur
at klára seg. Spurningurin er so,
um okkurt annað felag eisini skal
missa sítt næstbesta manslið niður
í triðbestu deildina, ella um okkurt
av lægru fyrstuliðunum kemur í
trupulleikar.
Jøvn toppuppgerð
Stóri toppdysturin var spældur í
Hvalba, har TB tók ímóti FC Suðuroy,
og Suðuroyarportalurin vil vera við,
at har mundu vera eini 400 fólk og
hyggja. Dysturin var kanska ikki so
væl spældur, men tó spennandi, so
teir mongu áskoðararnir fingu eina
oyggjaruppgerð, ið hevði tað, sum
skuldi til – harímillum ikki færri
enn sjey gul kort!
Tvær ferðir var TB á odda í
dyst inum, men kortini megnaði
FC Suðuroy báðar ferðir at koma
afturí aftur. FC Suðuroy brendi eitt
brots spark mitt í fyrra hálvleiki, tá
tað var 10 til TB, men fekk hinvegin
seks minuttir fyri tíð javnað til
endaliga úrslitið, 22, við júst einum
brots sparki.
Úrslitið í Hvalba merkir, at FC
Suðuroy er trý stig framman fyri
TB, men júst javnleikurin gjørdi,
at AB við sigri í sínum dysti kundi
halda seg framat og er nú millum
suðuroyarliðini á stigatalvuni, tvey
stig aftan fyri FC Suðuroy.
Tað vísir seg nú eisini, at AB, sum
flutti niður úr Vodafonedeildini
síðsta kappingarár, er við at finna
stevið og formin, so kósin meira
og meira miðvíst verður sett beint
uppeftur. Leygardagin vunnu argja
menn heima 52 á EB/Streymi og í
gjárkvøldið, tá NSÍ vitjaði á Argjum,
gjørdist tað til 40, so her var eingin
slingur í hjá heimaliðnum. Teir
næstfremstu hjá NSÍ hava argað
fleiri av hinum liðunum og er fram
vegis triðfremst.
Skála komið í gongd
Eitt annað av liðunum, sum hevði
eina sera trilvandi byrjan, men nú
sær út til at vera komið rættiliga í
gongd, er Skála, sum í gjárkvøldið
spældi á útivølli ímóti FC Hoyvík.
Á pappírinum skuldi hetta verið
ein rættiliga krevjandi dystur hjá
skálamonnum, sum á stigatalvuni
lógu undir liðini á hoyvíkingum,
men Skála gjørdi bart og vann 41.
Hetta var triði stórsigurin upp
í slag hjá Skála, sum av álvara sær
út til at vera á veg frameftir. Enn er
ikki so langt útliðið, at spennandi
verður at síggja, um skálamenn
makta meira enn hetta og kanska
kunnu bjóða onkrum av teimum av,
sum liggja enn longur frammi. Hoy
víkingar síggja ikki út til at skula
gera tað, og ósigurin í gjárkvøldið
merkir, at FC Hoyvík nú er dottið
niður millum botnliðini.
Dysturin í Gøtu í gjárkvøldið
var millum tey bæði niðastu liðini,
Víking og 07 Vestur, men her var
ongantíð nakar ivi um úrslitið, tí
Víkingur vann ein sannførandi
52 sigur, ið kundi verið uppaftur
størri, tí í síðsta minutti bjargaði
mál verjin hjá 07 Vestur brotssparki
frá Víkingi. Víkingur er framvegis
næst aftast, meðan 07 Vestur sær
upp aftur meira innibyrgt út á aft
asta plássi, har vágamenn enn eiga
fyrsta stigið til góðar.
Triði dysturin var við Margáir,
har EB/Streymur vann 20 á HB.
Teir næstbestu hjá EB/Streymi
liggja sostatt framvegis væl fyri
mið skeiðis á stigatalvuni, meðan
HB nú er farið at teljast millum
botn liðini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Øll kenna vit tað frá rokningini,
at tað ræður um at finna fel
ags nevnarin. Men um hugt
verður at seks útvaldum dyst
um í Vodafonedeildini, sum
eru úr trimum teimum síðstu
umførunum og fevna um somu
fýra liðini, kann tað vera eitt
sindur torført: ÍFB71 12, NSÍ
07 Vestur 90, NSÍÍF 11, 07
VesturB71 20, B71NSÍ 16 og
ÍF07 Vestur 12.
Nei,
felagsnevnarin
er
kanska ikki lættur at finna,
men mynstrið fornoktar seg
ikki, tí ÍF sær út til at standa
seg væl ímóti betru liðunum,
men ikki ímóti teimum lægru.
Stigatalvan lýgur ikki, tí hon
fortelur okkum, at 07 Vestur
og B71 eru tey niðastu liðini –
enntá við syndarligari málúr
tøku. Men kortini megnar ÍF
bara at skora eitt mál ímóti
hvørjum av botnliðunum og
tapa fyri teimum.
Ei undir í, at ÍFvenjarin,
Abraham Løkin, eftir dystin
mána kvøldið
staðfesti,
at
fugl firðingar nú mugu hyggja
niður eftir, heldur enn uppeftir:
– Vit skulu gloyma alt um at
hyggja uppeftir, men royna at
fáa tey stigini, vit kunnu, og so
royna at vinna tey bestu liðini.
Í næsta triðingi av kappingini
mugu vit so taka tey niðaru lið
ini eisini, segði hann.
Ikki nokk at javna
Dysturin í Fuglafirði var linligur
tað mesta av fyrra hálvleiki,
og tað sást, at 07 Vestur var
komið til Fuglafjarðar eftir
einum stigi. Tað útgangsstøðið
bøttist
kortini
munandi
stutt fyri hálvleik, tá Badara
Diedhiou mitt fyri sendi bóltin
út í vinstru til Clayton Soares,
sum kom inn í ÍFbrotsteigin
og trygt kundi leggja gestirnar
á odda 10.
Hetta legði enn meira trýst
á ÍF, sum eisini royndi í seinna
hálvleiki. 07 Vestur hevði tó
tamarhald á tí mesta, sjálvt
um bæði Bogi Løkin og Nenad
Saric við skotroyndum raktu
ávika vist yvirliggjara og stong.
Fuglfirðingar sóu alsamt meira
uppgevandi út á vøllinum, men
tríggjar minuttir fyri tíð brast
fyri nev hjá Saric, tá hann úr 15
metrum smekkaði bóltin í mál
ið til 11.
Nú stóð á jøvnum, men min
uttin eftir gjørdist tað í staðin
07 Vestur, sum fór við øllum.
Jovan RadinovicPanic spældi
í einum mótálopi Eli Falkvard
Nielsen púra leysan, og hóast
tveir ÍFarar vóru skjótir á
honum, fekk hann mestsum
skrúvað bóltin í málið, so 07
Vestur vann 21.
– Í dag var tað stong inn hjá
okkum, men vit hava gott fólk
og trúgva á, at vit kunnu vinna á
øllum. Vit kunnu saktans klára
okkum og halda okkum uppi og
enntá fara á Summarfestivalin,
staðfesti TórIngar Akselsen,
sum sipaði til, at ÍF og 07
Vestur eisini skulu spæla tvær
hálvfinalur í steypakappingini
– ta fyrru í Fuglafirði longu í
annaðkvøld…
hilmarjan@sosialurin.fo
Argjamenn
eru aftur við
Fótbóltur Samstundis sum suðuroyarliðini, FC Suðuroy
og TB, spældu javnt, syrgdi AB við sigri á NSÍ í gjárkvøldið
fyri at sleppa upp í part aftur heilt har frammi
Ab lIGGur FrAMVIÐ
Argjamenn gjørdu sær í gjárkvøldið dælt av, at suðuroyarliðini spældu javnt, so
AB nú er næstfremst, tvey stig aftan fyri FC Suðuroy og eitt stig framman fyri TB.
Nicolaj Eriksen (vinstrumegin) skjeyt aftur hesa ferð tvey mál fyri AB
Mynd: Terji S. Johansen
07 Vestur
gjørdi
»ein B71«
Fótbóltur Aðru ferð á rað
mátti ÍF lúta fyri einum av botn
liðunum, tá 07 Vestur mána
kvøldið vann 21 í Fuglafirði
ÍF
1
07 Vestur
2
ÍF - 07 Vestur 1-2 (0-1)
Dómari: Rói Jacobsen
0-1: Clayton Soares, 43.
1-1: Nenad Saric, 87.
1-2: Eli F. Nielsen, 88.
ÍF: Hallgrím Gregersen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni
Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Fritleif
í Lambanum, Aleksander Jovevic (Karl A. Løkin, 54.), Ari Ó.
Ellingsgaard (Bárður á Lakjuni, 69.) – Chris Moumaife (Nenad
Saric, 54.), Bogi A. Løkin
Gult kort: Bogi A. Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard
07 Vestur: Kristian Joensen – Sjúrður Ellefsen (Holgar
Djurhuus, 56.), Téhé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi Nielsen – Jens
Erik Rasmussen (Henning S. Joensen, 69.), Jovan Radinovic-
Panic, Badara Diedhiou, Eli F. Nielsen, Tór-Ingar Akselsen
– Clayton Soares (Sigtór A. Petersen, 90.)
Gult kort: Rógvi E. Nielsen, Sjúrður Ellefsen, Téhé Aristide,
Tór-Ingar Akselsen
Hallgrím
bartal HøgNi
áki JaN
FritlEiF alEkSaNdar
dáNJal ari
CHriS bogi
ClaytoN
tór-iNgar Eli JENS E
badEra JovaN
rógvi SJúrður
JóN téHé
kriStiN