mikudagur 18. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
16
Sosialurin
Bátastevnan
Vilmund Jacobsen
Hann er royndur í leikum á sínum øki.
Útbúgvingina sum kokkur tók hann á Hotel
Hafnia, og hann hevur bæði starvast sum
kokkur í Føroyum og í Danmark. Seinastu
tvey árini, áðrenn tók við starvinum í
Fjørukrónni um hálvan apríl, sigldi hann í
tvey ár sum hovmeistari við Norrønu.
Góð buffet
Nú bátastevna verður í Vestmanna í
vikuskiftinum, bjóðar Fjørukrógvin buffet
leygarkvøldið.
– Hetta verður ein góð buffet við eitt nú
oksakjøti, høsnarunga, salati, góðari suppu
og desert – og eisini verður okkurt kalt at fáa,
sigur Rúni Djurhuus, kokkur.
Hann leggur aftrat, at tað kenn ist sum
ein stór avbjóðing at hava átikið sær at lyfta
Fjørukrónna upp á eitt hægri støði.
– Eg fari at byggja á tað, sum hevur verið,
men málið hjá okkum er at gera tað enn betri
og meiri for vitnisligt, enn tað hevur verið
áður.
Rúni sigur, at uppgávan hjá honum á
Fjørukrónni í fyrsta lagi verður at taka sær
av døgurðanum – og síðan at gera salat og
sandwich til kvøldini.
- Eg eri einsamallur kokkur, men tá nógv
er at gera, havi eg góð fólk at hjálpa mær,
bæði í køkinum og við tænastuni. Vanliga
manningin á Fjørukrónni er annar kokkur
og tænari.
Afturt í land
Rúni sigur, at honum dámdi væl umborð
á Norrønu, men eftir at hava siglt í tvey ár,
hevði hann hug at koma í land aftur.
- Tá eg so fekk bjóðað arbeiði á Fjørukrónni
í Vestmanna, tók eg av, og nú vil eg royna at
gera mítt besta, sigur Rúni Djurhuus.
Fjørukrógvin
bjóðar buffet
Birgir Waag Høgnesen
Í dag eru tvey feløg sum samstarva
um siglingina við fýra snøggum
túrbátum. Somu feløg reka eis ini
leiðina til Mykines fyri Strand-
ferðsluna.
Í 2005 bygdu vestmenningar
so Vestmanna Tourist Centre, at
av greiða fólkini sum koma við á
ferð irnar undir Vest manna bjørg-
ini. Bæði føroyingar og út lend-
ingar vitja í dag ferða vinnu mið-
støðina í stórum tali. Mat stovan
Fjørukrógvin er part ur av kon-
septinum, eins og ein gávu búð sum
selur pløgg, tinganeyst og aðrar
gávulutir til tey vitjandi.
Søgusavnið
Og so er tað nýggja Søgusavnið,
sum læt upp í fjør. Nógv hava longu
vitja savnið, kanska í samband við
ein góða sunnudagsdøgurða á
Fjøru krónni ella eina útferð undir
Vest mannabjørgini. Á Søgu savn-
inum kunnu tey vitjandi uppliva
søg una á ein heilt nýggjan og
sera spennandi hátt. Søgan verður
for tald við einum MP3 spælara á
fleiri ymsum tungumálum. Tann
vitj andi sær søguligu persónarnar
í full ari stødd og mundering og ljós,
ljóð og lukteffektir gera upp living-
ina heilt einastandandi.
Vestmanna Tourist Centre er
opið hvønn dag alt summar millum
klokkan 9 og 17.
Vestmanna Tourist Centre ligg
ur við bátahylin í Vestmanna.
birgir@sos.fo
Ein upplivingarmiðdepil
Vestmanna tourist Centre Tá tú sigur ferðavinna í Føroyum, so er mest nærliggjandi at hugsa
um Vestmanna. Túrarnir undir Vestmannabjørgini munnu vera millum allar fyrstu skipaðu tilboð,
sum ferðafólk í Føroyum kundu velja, og teir hava verið á skránni hvørt summar í yvir 20 ár.
Rúni Durhuus er royndur sum kokkur, og
nú er hann í føstum starvi á Fjørukrónni
í Vestmanna, har hann bjóðar buffet
á báta festi valinum leygardagin
Mynd: Birgir W. Høgnesen