mikudagur 18. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
4
Sosialurin
Bátastevnan
Vilmund Jacobsen
Tá Sosialurin vitjaði í Vestmanna
seinasta
fríggjadag,
stákaðust
menn við at rigga bátabrúgvarnar
til, sum nú eru lagdar út í sambandi
við ársins bátastevnu, sum stevnan
í Vestmanna við sínum 10 árum á
baki má sigast at vera.
Men tað var eisini annað lív á
bryggjuni hendan dagin, vit vitjaðu.
Tá vit vóru fram við bátahylinum,
var eisini onkur maður at síggja,
sum hevði verið í bátinum og riggað
til.
Júst keypt bát
Ein teirra, sum vit skiftu orð við
niðri við bátahylin, var gøtu mað
ur in, Atli Lómstein, sum hevur
búð í Vestmanna tað mesta av 11
árum. Hann stákaðist umborð á
einum stálbygdum báti, sum lá við
brúgvarnar.
– Eg havi júst keypt hendan
bátin frá Tummasi Christophersen,
vanliga róptur Tommy. Báturin er
einar 8 metrar langur og hevur ein
Volvo Penta motor, sum er 150 HK.
Hetta er ein tungur bátur, og mesta
ferðin liggur um einar 89 míl.
Fyri at eingin misskiljing skal
vera í, leggur Atli aftrat, at tað er ikki
reiðarin, Tummas Christophersen,
sum er seljari.
Atli Lómstein er fegin um keypið
og sigur, at báturin er væl útgjørdur
við øllum tí, sum brúk er fyri til
stuttleikasigling.
– Her er eisini plottari, ekkolodd,
radari, sum bara ikki komin í bátin
enn – og gummibátur, leggur hann
aftrat.
Á bátastevnu
Atli sigur, at nú verður báturin rigg
aður til bátastevnuna, sum verður í
Vestmanna í vikuskiftinum.
– Báturin er sigliklárur. Tað er
bara at starta motorin og loysa,
sum hann tekur til.
Spurdur,
um
báturin
er
egnaður
sum
kombineraður
fiskiog stutt leika bátur, sigur
Atli, at sum fiski bátur er hann
neyvan best egnaður, men kortini
ber til at standa við eini snellu – ella
tráðu, um tað skal verða.
– Hetta er í hvussu er ein góður
stuttleikabátur. Her eru tvey vanlig
sovipláss, og síðan kann borðið í
lugarinum leggjast niður, soleiðis
at pláss er fyri trimum liggjandi
aftrat.
Atli sigur, at hann hevur verið
við til tær flestu bátastevnurnar,
sum hava verið í Vestmanna hesi
árini, síðan tiltakið varð reist á
føtur.
– Soleiðis verður aftur í ár, og vit
gleða okkum til hendan dagin, sum
hevur ein serligan hátíðardám yvir
sær, sigur hann.
Tvey 10-mannafør
Men báturin, sum Atli Lómstein
nú hevur keypt, er ikki hin einasti
hjá honum. Hann eigur eisini tvey
10mannafør – eitt, sum liggur í
Vestmanna og eitt, sum liggur á
Argjum.
– Bæði hesi 10mannaførini hava
Sabbmotorar. Tann í Vestmanna
hevur 20 HK – og tann á Argjum
30 HK. Mær dámar væl at fáast við
bátar. Eg fari at seta 10mannafarið,
sum liggur í Vestmanna, í stand,
og síðan ætli eg mær at selja tann
bátin.
Spurdur, um hann keypir bátar,
setir teir í stand og selir, eins og
onkur ger við bilar, sigur Atli, at
soleiðis hongur tað ikki saman.
– Nei, hetta er slett eingin for
rætning hjá mær, bara áhugi, leggur
hann aftrat.
Trívist í Vestmanna
Hóast Atli Lómstein er gøtumaður,
trívist hann kortini væl í Vest
manna.
– Her er gott at búgva. Hetta er
ein deilig bygd, og her er veðurgott.
Jú, mær dámar væl at búgva í
Vestmanna, sigur hann.
Niðri á bryggjuni hevur Atli ein
svartan hund við sær.
– Hetta er mín skipshundur, og
hann er altíð við mær í bátinum,
sigur Atli Lómstein.
vilmund@sosialurin.fo
– Eg havi búð í Vest
manna tað mesta
av 11 árum, og mær
dámar væl at verða
við til bátastevnuna,
sum hevur ein há
tíðardám yvir sær,
sigur gøtumaðurin,
Atli Lómstein, sum
júst hevur keypt sær
bát til frítíðarsigling
Atli hevur
keypt sær
frítíðarbát
DEILIG BYGD
– Hetta er ein deilig bygd, og her
er veðurgott. Jú, mær dámar
væl at búgva í Vestmanna, sigur
gøtumaðurin, Atli Lómstein
STÁLBÁTUR
Tað er blái stálbáturin miðskeiðis í myndini, sum Atli Lómstein júst hevur keypt til stuttleikasigling
Her eru tvey vanlig
sovipláss, og síðan kann
borðið í lugarinum leggjast
niður, soleiðis at pláss er fyri
trimum liggjandi aftrat
ATLI LÓMSTEIN