mikudagur 18. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hýrurin var góður heima
hjá prestinum Hans Eileri
Hammer og familju hansara
á Nesi í gjár.
Henda dagin fingu tey
boð ini um, at Hans Eiler
Hamm er var fríkendur fyri
ákæruna um, at hann skuldi
hava sent dóttrini eini sms-
boð við ónærisligum inni-
haldi. Ákæran varð reist móti
honum, meðan familjan búði
í Berlevaag í Noregi.
Trýstið var so stórt á
familjuna, meðan tey búðu
í Noregi, at familjan valdi
at flyta aftur til Føroya. Og
Hans Eiler Hammer segði seg
úr starvinum í Berlevaag fyri
eisini at flyta aftur til Føroya.
Tatð var tó ikki bara trýstið,
sum fekk hann at flyta heim-
aftur. Elsta dótturin hevði
fingið staðfest eina sjúku,
og sjúkan hevði við sær, at
gentan fleiri ferðir í heyst
noyddist á sjúkrahús í Dan-
mark. Hans Eiler Hammer
helt ikki, at konan Linda
kundi vera einsmøll sum for-
eldur at taka sær av teimum
trupulleikunum.
Ein lætti
– Tað var ein ómetaligur
stórur lætti at fáa hesi boðini.
Sjálvt um eg alla tíðina havi
noktað meg sekan og visti,
at eg einki skeivt hevði gjørt,
kundi ikki vera vísur í, at tað
fór at enda væl, sigur Hans
Eiler Hammer.
Hann er ikki sørt argur
inn á arbeiðið hjá norska
ákæru valdinum
í
hesum
málinum. Eitt nú var 15 ára
gamla dótturin avhoyrd und-
an hjásita og slapp hvørki
at síggja ella góðkenna frá-
greiðing sína.
Politiið hefti seg við nøkur
notat, sum gentan hevði
skriv að, men av eini ella
aðrari orsøk vórðu hesi notat
ikki løgd fram í rættinum,
har ákæruvaldið stóð eftir
við ongum prógvum móti
prest inum.
Noyddist at fara
Kirkjumyndugleikarnir
í
Noregi royndu at tala Hans
Eiler Hammer frá at siga
upp. Teir skiltu væl, at tor-
ført var hjá honum at halda
fram í Berlevaag, sum er
eitt lítið pláss. Hann fekk í
boði at flyta til annað stað í
sóknini, men tað vildi Hans
Eiler Hammer ikki, tí hann
hevði valt at søkja til Berle-
vaag, haraftrat var vandi
fyri, at trupulleikarnir fluttu
við.
Trupulleikarnir,
sum
vóru illgitingar um, at okk urt
kanska kortini var í ákær un-
um.
Síðan Hans Eiler Hammer
kom heim aftur, hevur hann
verið nakrar túrar við línu-
bátinum Reynsatindi, men
dreymur hansara hevur alla
tíðina at fingið fast starv á
landi í Føroyum.
Hoyrir einki aftur
– Síðan eg kom heimaftur,
havi eg søkt minst 15 størv
í Føroyum, og øll hesi størv
havi eg hildið meg verið
næstan best skikkaðan til,
men eg eri ongantíð so frægt
sum kallaður inn til samtalu,
sigur Hans Eiler Hammer,
sum ikki er í iva um orsøkina.
Orsøkin er sakarmálið í
Noregi.
Hann hevur tó ikki mist
vónina um, at hann ein dag
fer at fáa eitt starv, har hann
kann brúka útbúgving sína.
Ein møguleiki er at fara av
landinum at arbeiða, men
familjan flytur ikki við, tí tey
trívast øll best í Føroyum.
Hans Eiler Hammer hevur
heldur ikki hug at binda seg
fast til nakað arbeiði uttan-
lands, men kanska í nakrar
mánaðir.
Enn er ógreitt, um ákæru-
valdið í Noregi fer at kæra
dómin.
Til reiðar til umdyst
– Ger ákæruvaldið tað, eru vit
til reiðar at taka umdystin.
Hevði dómurin verið tann
øvugti, hevði eg kært, tí fyri
meg er hetta málið so prin-
sippielt, sigur Hans Eiler
Hammer.
Hann fer nú at tosa við
advokat síni í Noregi, um
hann skal stevnu Berlevaag
kommunu ella øðrum. Málið
hevur kostað familjuni í
minsta lagi hálva millión
krónur, og haraftrat hevur
tað kostað honum hansara
umdømi.
– Áðrenn alt hetta hendi,
varð eg brúktur allastaðni
sum prestur, tí eg hevði so
drúgvar royndir. Eg var tann
royndasti presturin, sum øll
høvdu álit á. Við málinum var
alt sett upp á spæl, og sjálvt
um eg nú eri fullkomiliga
frídømdur, er mítt áður so
góða umdømið skakað, sigur
Hans Eiler Hammer.
Presturin Hans Eiler Hammer hevur síðan í fjør søkt minst fimtan størv, sum hann
metti seg vera væl skikkaðan til, í Føroyum, men hann hevur ongantíð frætt aftur.
Sakarmálið, sum hann nú er fríkendur í í Noregi, er óivað orsøkin, sigur hann
Fær ikki starv í
Føroyum aftur
Hans Eiler Hammer er ovurfegin um, at rætturin frídømdi hann fyri at hava sent dóttrini eini sms-
boð fyri ónærisligum innihaldi, men torført er at fáa reinsað umdømi sítt aftur
Viku
blaðið
steðgað
Randi Jacobsen
Vikublaðið, sum í
hes um um far in um
er kom ið út reglu liga
síðan de sember 2010,
er fyri bils steðg að.
Vikublaðið varð
upp runaliga stovnað
í januar 2000 av
Sp/f Petur & Petur.
Í juli 2007 varð tað
selt til Vinnivitan,
sum seldi tað víðari
til
Dimmalætting
í apríl 2008. Í de-
semb er sama ár fór
Vikublaðið av knór-
anum.
So
skjótt
sum
trota búgvið
gjørt
upp, søktu Petur &
Petur skrásetingina
um at fáa gamla
navn ið aftur, og tað
fingu teir, tí navnið
var tókt
Men nú hevur
Dimmalætting farið
í rættin fyri at fáa
navnið aftur.
– Tað gera vit út
frá vøru merkja lóg-
ini.
Dimma lætt ing
rindaði í sín ari tíð
fleiri milli ónir krónur
fyri vøru merkið hjá
Viku blað num
og
kon septið. Eg haldi,
at vit skylda gomlu
eigarunum at gera
eina roynd at fáa
navnið aftur, sjálvt
um vit ongar ætlanir
hava um at geva tað
út, sum marknaðurin
nú er, sigur Eyð finn-
ur Reyðberg, nevnd-
ar formaður í Viku-
blað num.
Hann trýr ikki
uppá, at marknaður
er í løtuni fyri ókeypis
lýsingarbløðum,
tí
lýsingar markn að-
urin er so nógv tódn-
aður.
Hinir
mugu
gjarna gera tað, men
teir kundu brúkt eitt
annað navn. Dimma-
lætting gav í sínari
tíð níggju milliónir
krónur fyri navnið
og konseptið, sigur
Eyðfinn Reyðberg.
Nevndin í Sp/f
Pet ur & Petur ásann-
ar, at lýsingar markn-
aðurin er broyttur, og
tá nú Dimmalætting
hevur stevnt eftir
at fáa navnið aftur,
hevur nevndin valt
at steðga útgávuni, í
hvussu er fyribils.
Vikublaðið heldur
tó fram at selja bíligu
ferðirnar.